mikudagur 18. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 155 - 18. august 2004
Nr. 155 - 18. august 2004
17
SUMMARFESTIVALUR
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Ken Hensley var - kanska
saman við Boney M - høv-
uðsnavn á Summarfesti-
valinum í Klaksvík leygar-
dagin.
Uttan at fara út í eina
drúgva umrøðu, so er lætt
at staðfesta, at Hensley
megnaði uppgávuna til
fullnar.
Rockhetjan
úr
Uriah
Heep kom á pall saman við
góðari manning og hevði
beinanveg sett hol á eina
framførslu við megi og
dygd og fjøldin var við frá
fyrstu løtu.
Fjøldin
Tað var stór fjøld, ið hevði
leitað sær á festival og at
síggja og hoyra Ken Hens-
ley og øll tey góð løgini, ið
hann skrivaði í Heep tíðini.
Heep vóru frami og stórir í
sjeytiárunum og sjálvandi
kenna yngri føroyingar eis-
ini bólkin og løgini, men
týðiligt var, at tey sum vóru
farin um 40, 50 og 60 ár
eisini hugnaðu sær óført,
og yngdust kanska nøkur
ár, tí her var ein hetja úr
teirra samtíð fyri fullum út-
blástri.
Og stuttligt er nú aftaná
eisini at hitta fólk, ið eru
farin væl um seksti, ið sótu
heima og hugnaðu sær við
útvarpslurtið, ið jú sendi
frá festivalinum. Og tey
kendu
og
dámdu
og
hugnaðu sær saman við
tónunum úr sjeytiárunum.
Fólkslig løg
Og júst løgini hjá Ken
Hensley úr Heep tíðini
hava so ella so eina
fólksliga sál og tey raka so,
at nærum ongin sleppur
snikkaleysur undan. Og so
eru tey ofta einføld og tað
er í veruleikanum ofta
lykilin til eitt ódeyðilig hitt
ella ein evergreen.
Fólkið kravdi Lady in
Black nærum beinanvegin
og so smátt vóru kór her og
har, ið sungu vælkenda nið-
urlagið millum sangirnar
av pallinum. Og so við og
við menti hetta seg til eitt
huglag
og
eitt
stórt
felagskór og so setti Ken
Hensley eisini lagið á
skránna og gjørdist hetta
ein
stór
tónleikalig
felagsuppliving
millum
tónleikarar
og
áhoyr-
arar/kórsangarar.
Lagið er kent í Føroyum
og er tað óivað her, at tey
flestu hava murrað við - 20
sum 60 ára gomul. Á før-
oyskum er lagið útgivið
undir
heitinum
"Hesir
brimbardu klettar" (Jákup
M. Antoniussen og Óli
Poulsen) og so er lagið eis-
ini nýtt til yrkingina um
Ternubøguna - Tað var ein
fagran summar dag.
Lagið er so sára einfalt
og øll kunnu vera við og tað
vóru tey eisini. Tvær akkor-
dir - A moll og G - og so er
bara at syngja og spæla!
A, A A, AAA, AAA - A, AAA, AAA!!!
Løtan var góð, ongin ivi
um tað!
Hittini
Tað vóru góðir menn, ið
Ken Hensley hevði við sær.
Guitarleikarin spældi óføra
væl og bassur og trummur
leiktu væl saman. Serliga
hevði trummuleikarin eina
megi og trygd í spælinum,
ið var fragd fyri oyruni.
Ken Hensley royndi seg í
fyrsta umfari við Hamm-
ondurguna og hann fekk
eisini gandað fram heilt
serliga ljóðið, ið hann er
kendur fyri. Hammond er
fyri tað fyrsta eitt fantast-
iskt ljóðføri og tá ein ser-
kønur sum Hensley situr
handan tangentarnar og pe-
dalirnar, so verður tað ein
fragd. Tó haldi eg tað hevði
verið ynskiligt, at urgan var
harðari frá og somuleiðis
sangmikrofonin, men lat
tað fara.
Hensley tók eisini kassa-
guitaran fram og spældi
skiftivís guitar og urgu og
hammondurga og guitari
førdu okkum ígjøgnum øll
hittini, allar perlurnar. Easy
Livin’, Free Me, July
Morning, Lady in Black,
Stealin’ og The Wizard og
onnur.
At ljóðið úteftir so fór
eina løtu, nervaði eftir øll-
um at døma ikki Hensley,
men tey flestu mundu
krimpa tærnar. Tí hví
skuldi hetta henda júst nú,
tá hann, Hensley, stóð á
palli?
Men
at
bert
monitorljóð ljóðaði inneftir
og onki kom úteftir eina
løtu, fekk sjálvandi tekn-
ikarar at sveitta og renna,
men Hensley spældi og
fjøldin lurtaði. Ljóðið kom
aftur og alt var gott. Ljóð-
liðið gjørdi sum heild gott
arbeiði á festivalinum og
ljóðmyndin var góð. Sjálv-
andi skal slíkt óhapp ikki
koma fyri, men óhapp
kunnu henda og tað gera
tey nú einaferð eisini!
Løtan á Vágsbø við Ken
Hensley var ein uppliving
og hann prógvaði, at enn
eru knotur í gomlum rock-
arum. Hann varð sjálvandi
klappaður fram aftur og
prógvaði tá enn einaferð, at
elguitarin liggur væl í
hondunum á honum. Hann
spældi slideguitar og teir
fýrdu eitt rocklag av, ið
veruliga vildi nakað.
Ongin døgnfluga
í súpanini
Løtan við Hensley var av.
Her var ein hetja úr sjeyti-
árunum, ið fekk øll við sær,
tí súpanin er ikki vorðin
tunn. Enn er kraft í og nokk
av bollum í súpanini. Og
ongin døgnfluga er í súpan-
ini. Ein uppskrift, ið heldur,
tí kokkurin hevur lagt lív
og sál í verkið, so at
rætturin
gagnast
so
mongum sum gjørligt væl
og kann nýtast aftur og
aftur.
Ein stjørna, sum enn lýsir
bjart, fór av pallinum, eftir
eina frálíka framførslu.
Sjáldan hava so nógv fólk sagt og sungið so nógv "A" í so langa tíð, sum á Summarfestivalinum í Klaksvík
leygardagin. Ken Hensley stóð á palli og løtan var ógloymandi, har yngri og eldri savnaðust um góða
tónleikin í góðveðrinum. Og longu áðrenn Ken Hensley sjálvur hevði Lady in Black á skránni, setti stóra
fjøldin lagið á skránna við einum stórum felagskórið, ið sang A, AA, AAA, AAA!!!
C
M
Y
K
17
16