Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-01-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. januar 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 3 • 18. JANUAR 2016 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Seinasta ferðin Vilmund Jacobsen N ýggi kirkjugarðurin, sum verður bygdur á Sandi, er umleið 1300 fermetrar stórur. Náttúrliga dýpið er langt oman fyri tveir metrar, og tí er trupult at siga, hvussu nógv ár garðurin fer at nøkta tørvin á gravar- plássi. Tað sigur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy. Hann vísir á, at meiningin alla tíð- ina hevur verið at jarðað fólk undir liðini á hvørjum øðrum. – Men, nú verður latið upp fyri møguleikanum, at pør kunnu jarðast oman á hvørjum øðrum, eins og tey nú gera í Klaksvík. Útrokningar hava víst, at um fólk verða jarðað við síðuna av hvørjum øðrum, sum vanligt hevur verið, skuldi tørvurin á gravarplássi verið nøktaður í eini 30 til 40 ár. – Bygdarráðið hevur ikki umrøtt spurningin enn um møguleikan at jarða pør oman á hvørjum øðrum, men eg fari at taka hetta upp í bygdar- ráðnum í komandi tíðum, sigur borgar- stjórin. Brandur Sandoy sigur, at ætlanir eru at byggja eitt sóknarhús norðan fyri kirkjuna og eystan fyri nýggja kirkjugarðin, og hann vónar, at hetta skjótt verður veruleiki. Tørvurin á einum húsi, har lík kunnu setast í køli- rúm, er stórur. Ætlanin er, at eitt slíkt hús eisini skal kunna brúkast til onnur kirkjulig endamál. – Men, fornfrøðingar hava sett kílar í hesa ætlan sum er, men vón- andi koma teir til fornuft skjótt, so vit sleppa at byggja húsið norðan fyri kirkjuna sum ætlað, sigur borgar- stjórin. Laða kirkjugarð Sands kommuna hevur gjørt av, at laðast skal um nýggja kirkjugarðin á Sandi. Í skrivi til borgararnar segði kommunan seg ynskja, at lokalir kundu gera hetta arbeiði, men tá eingin beinleiðis beyð sær at gera laðingararbeiðið, varð heitt á Bjarka Henriksen um at taka sær av hesum. Tað gjørdi hann, og nú er megin- parturin av tí longstu garðssíðuni komin upp í fulla hædd. Finnleif Fagradal tók sær av planeringini av lendinum, og her er væl drenað. Tað vóru eisini menninir hjá Fagradal-fyritøkuni, sum syrgdu fyri planeringini undir laðingini, og síðan hevur Bjarki stoypt sokkulin til grótlaðingina. Bjarki Henriksen sigur, at tað eru umleið 125 metrar av garði, sum skulu laðast, og garðurin verður slættur á báðum síðum. – Breiddin á fótinum á garðinum liggur um 70 sentimetrar, og síðan er garðurin umleið 50 sentimetrar breiður í ovara enda. Hæddin verður umleið 135-140 sentimetrar. Hann vísir á, at tað er ólíka at laða í summarhálvuni og so at laða í vetrarhálvuni. – So hvørt, sum laðað verður, skal stoypast, og tá er neyðugt at passa sær løturnar, har dagurin ikki er so kaldur, sigur Bjarki Henriksen. Nýggi kirkjugarðurin verður laðaður í umleið sama stíli sum tann parturin, ið varð laðaður niðan móti vegnum vestur eftir í sjeytiárunum. Laðað verður um nýggja kirkjugarðin – Fornfrøðingar hava sett kílar í ætlanina at byggja sóknarhús, men vónandi koma teir til fornuft, soleiðis at vit sleppa at byggja húsið norðan fyri kirkjuna á Sandi, sigur borgarstjórin, Brandur Sandoy – So hvørt, sum laðað verður, skal stoypast, og tá er neyðugt at passa sær løturnar, har dagurin ikki er so kaldur, sigur Bjarki Henriksen Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at ætlanir eru at byggja eitt sóknarhús norðan fyri kirkjuna á Sandi