mánadagur 18. januar 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 18. JANUAR 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Seinasta ferðin
S
ólsetur er ein fyritøka, sum á
donskum er kend undir navninum
»bedemandsforrætning« og er
Lív Clementsen fyrsta kvinna, ið hevur
stovnað eina slíka fyritøku í Føroyum.
At hava eina slíka fyritøku krevur
umhugsni, skynsemi og hjartað má
vera á røttum stað, tá vit møtast við
avvarðandi. Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu fólk eru fyri, kanska tí at
hetta ikki er ein vanlig støða at koma
í. Summi hava hugsað um okkurt,
og onnur vita ikki, hvussu tey skula
fyrihalda seg, sigur Lív.
– At tað skal vera trygt, álítandi
og virðiligt er tað man hugsar nógv
um í hesum virkseminum, tá tey av-
varðandi ringja og hava brúk fyri hjálp
og vegleiðing.
– Summi ringja og ynskja at
bíleggja eina kistu og kanska sangir
og blómur, síðan átaka tey sær sjálvi
at fyrireika. Tørvurin er so ymiskur.
– Men vit eru har fyri tey avvarð-
andi, hvørjum tey so hava brúk fyri
í sambandi við eitt andlát. Tá ringt
verður til Sólsetur og avvarðandi
ynskja okkara tænastur, bjóði eg meg
at koma har tey avvarðandi eru, sigur
Lív. Royndirnar hjá okkum eru, at tá
avvarðandi kunnu sita saman og fáa
vegleiðing og hjálp og tey kunna
spyrja og fáa sagt síni ynskir, gevur
tað meira frið hjá teimum, at øll hava
verið saman um avgerðirnar, sum
skula takst og ofta upp á stutta tíð.
– Tænastan sum Sólsetur veitir
er t.d. at ringja til gravara og líkvogn,
at gera avtalu um eina andakt og
hvussu og hvat í sambandi við jarðar-
ferðina. Vit bíleggja sangblaðið
og eisini blómurnar eftir ynski, og
vit koyra kistuna út har tann deyði
liggur. Síðan samskifta vit um øll
tey praktisku økini, sum skula vera
upp á pláss áðrenn eina jarðarferð.
Hendan tænastan lættir um, at tey
avvarðarndi sleppa frá at hugsa um
tey praktisku viðurskiftini.
– Vit átaka okkum eisini at standa
fyri ervinum, tá skula tey avvarðandi
bert koma við køkunum, sum oftast
familja og vinir hjálpa til við.
– Sólsetur hevur egnan líkbil
og fasta avtalu við Sunda og Eiðis
kommunu um koyring. Øll eru annars
vælkomin at bíleggja bilin.
Á goymsluni hjá Sólsetur eru fleiri
støddir av kistum, og vit levera kring
alt landið. Meira sæst á heimasíðuni
solsetur.fo. Telefonin svarar allar dag-
ar í árinum, deyðin spyr ikki um tíð ella
tíma, soleiðis er tað bera, sigur Lív,
sum oftast tekur telefonina hjá Sól-
setur.
– Vit í Sólsetur kunna bara stað-
festa, at eftirspurningurin er vaksin
fyri hvørt ár, síðan vit byrjaðu í januar
2013. Tað eru alt fleiri av teimum
ið ringja, sum ynskja allar okkara
tænastur, og vit eru nærum líka nógv
úti á bygd, sum vit eru í høvuðs-
staðarøkinum.
– Tað var eisini málið frá byrjan av,
at Sólsetur skuldi vera ein fyritøka, ið
veitir tænastu til øll, sum hava brúk
fyri okkum king alt landið, sigur Lív
Clementsen frá jarðarferðarfyritøkuni
Sólsetur.
Sólsetur – vit eru har
fyri tey avvarðandi
Lív Clementsen frá
jarðarferðarfyritøkuni Sólsetur
Vilmund Jacobsen
B
lómuhúsið við Norðskála, sum er
ein lutfalsliga nýggjur handil, ið
Urtagarðstænastan eigur, hevur
nú í eina tíð húsast í somu hølum, sum
aftur lutfalsliga nýggi Á-handilin við
Norðskála.
– Vit hava børuprýði, kransar,
bukettir, dekoratiónir og altarvasar til
jarðarferðir.
Tað sigur Durita P. Alberg, sum
starv-ast hjá Blómuhúsinum, ið Har-
aldur S. Hansen og Marjun Thomassen
Olsen eiga.
Durita, sum er av Toftum, hevur
lisið til blómudekoratør í Danmark,
har hon eisini hevur arbeitt og gjørt
sær royndir á økinum.
– Tað er deiligt at sleppa at ar-
beiða her heima í Føroyum við tí, eg
havi lært til og havi gjørt mær royndir
í, meðan eg havi verið í Danmark, sigur
hon.
Allar tænastur
Haraldur S. Hansen sigur, at alt, sum
Blómuhúsið selur til jarðarferðir, er so
bíligt sum gjørligt, og haraftrat veitir
handilin ta tænastu, at koyring av
slíkum er ókeypis.
– Vit taka okkum av øllum í
sambandi við jarðarferðir. Vit koyra á
staðið, og vit pynta kapell, samkomu-
hús, kirkjur og hølir annars, har ervið
verður hildið, um tað er eitt ynski frá
teimum avvarðandi.
Hann leggur aftrat, at Blómuhúsið
eisini hevur gott samstarv við Sólsetur,
sum veitir jarðarferðartænastur í
Sundalagnum og kring landið.
Altíð til tænastu
Ein jarðarferð kemur oftast óvart
á, og tí kunnu avvarðandi altíð seta
seg í samband við Blómuhúsið - eisini
uttan fyri vanliga upplatingartíð, sum
er yrkadagar frá klokkan 10-18 og
leygardagar frá klokkan 10-14.
– Fólk eru altíð vælkomin at ringja
til okkara á tlf. 513040 og spyrja seg
fyri - og so vilja vit veita alla ta hjálp
og tænastu, sum vit yvirhøvur megna,
sigur Haraldur S. Hansen.
Blómuhúsið tekur sær av øllum
Tá tað er til jarðarferðir, koyrir Blómuhúsið við Norðskála bílagdar vørur ókeypis
um alt landið, og handilin veitir allar tænastur í hesum sambandi
– Tað er deiligt at sleppa
at arbeiða við tí, eg
havi lært til og havi
gjørt mær royndir í,
meðan eg havi verið í
Danmark, sigur Durita
P. Alberg, sum starvast
hjá Blómuhúsinum
við Norðskála