mánadagur 18. januar 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 18. JANUAR 2016
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Seinasta ferðin
Vilmund Jacobsen
Í
meira enn fýrati ár hevur Hans
Jacobsen, ið er útbúgvin snikkari,
havt tað sum sítt handverk at
smíða kistur. So skjótt, hann varð
útbúgvin snikkari, fór hann í holt við
hetta sermerkta handverk á egnum
virki.
Hann var einsamallur um hetta
virksemi í nógv ár, men síðan 1998
hevur sonur hansara, Niels Pauli,
sum eisini er útbúgvin snikkari, hjálpt
til á verkstaðnum.
Hans hevur ikki havt langan
veg til arbeiðis hesi ár, hann hevur
fingist við sítt snikkaravirksemi, tí
øll árini hevur verkstaðurin verið í
kjallaranum hjá honum og konuni í
Heinagøtu í Havn.
Sum árini eru liðin, má sigast, at
Hans Jacobsen rættiliga er ímyndin
av føroyskum kistusmíði.
Góð tænasta
Í staðin fyri at smíða kisturnar sjálvir,
innflyta aðrir veitarar á føroyska
marknaðinum kisturnar heim úr út-
landinum.
Feðgarnir, Hans og Niels Pauli,
smíða umleið 100 kistur um árið.
Men, tænastan hjá teimum
fevnir eisini um líkverju, sum kann
bíleggjast saman við kistuni.
– Okkara tænasta fevnir um allar
Føroyar, og vit syrgja fyri, at kistur og
líkverjur verða koyrdar upp á pláss
um alt landið.
Fýra standard sløg
Hans Jacobsen Kistur hava nøkur
standard sløg av kistum í sínum
útboði og í serstøkum føri, tá tørvur
er á størri kistu enn vanligt, verður
hon eisini smíðað eftir tørvi.
– Tað eru fólk, sum seta prís upp
á føroysku kisturnar, og tí livir hetta
handverk enn í Føroyum, sigur Hans
Jacobsen.
Á heimasíðuni hjá Hans Jacobsen
Kistur – www.kistur.fo – er neyvari
kunning um sløg av kistum, prísir og
annað.
Tað eru fýrati ár síðan, at
Hans Jacobsen byrjaði at
smíða føroyskar kistur í egnum
kjallara í Heinagøtu í Havn
Føroyskar kistur í 40 ár
Einastu føroysku kisturnar á marknaðinum eru tær, sum feðgarnir, Hans og Niels Pauli Jacobsen, smíða
– Tað eru fólk, sum framvegis seta prís upp á føroysku kisturnar,
og tí livir hetta handverk enn, sigur Hans Jacobsen
E
ftir 33 ár letur Brynhild G.
Joensen virksemið í Árstíðunum
í hendurnar á nýggjum eigara.
Brynhild, ið byrjaði virksemi í 1982, er
sera glað fyri at virksemið nú heldur
áfram við somu dugnaligum starvs-
fólkum og somu staðseting.
Nýggi eigarin er Rúna A. Lamhauge,
ið ikki hevur roynt hesa yrkisleið áður.
Rúna er útbúgvin hárfríðkari, har hon
lærdi hjá Tótu. Eftir loknað útbúgving
hevur Rúna arbeitt sum hárfríðkari,
innan hotellvinnuna og síðstu árini
var hon leiðari fyri Depilin í Skálavík.
»Eg gleði meg at átaka mær
hesa spennandi avbjóðing saman
við góðum starvsfólkum og koyra
virksemið viðari, sum Brynhild so
dúgliga hevur gjørt«, sigur Rúna,
sum letur sera væl at fyrstu vikunum
eftir yvirtøkuna 1. januar í ár. »Tað er
sera gleðiligt, at viðskiftafólkini hjá
Árstíðunum hava tikið so væl ímóti
mær sum nýggjur eigari og vit takka
fyri allar jaligu heilsanir í samband við
eigaraskiftið«, sigur Rúna.
Blómuhandilin Árstíðirnar hevur
eisini eina væl virkandi heimasíðu við
nethandli: www.blomur.fo
Blómuhandilin Árstíðirnar
nýggjan eigara
Rúna A. Lamhauge og
Brynhild G. Joensen