mánadagur 18. januar 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 18. JANUAR 2016
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Seinasta ferðin
Vilmund Jacobsen
B
lómuhandilin Orkis á Glyvrum er
ikki nakar ársungi, tá ræður um
blómur, vasar, stakar, ljós, dúkar
og serviettar – alt, sum kann gerast
aktuelt til eina jarðarferð hjá einum
av okkara kæru.
Orkis hevur nevniliga eitt stórt
útboð og eina góða tænastu til fólk,
sum – tá tann tíðin kemur – skulu
skipa fyri jarðarferð og ervi.
Umframt at blómuhandilin hevur
alt, sum tørvur er á í hesum sambandi,
tekur starvsfólkið sær eisini av at
pynta kistu, kirkju, samkomuhús og
hølir til ervi, um fólk ynskja tað.
Orkis hevur loysnirnar, tá ræður um
eitt nú kistuprýði, kransar og dekora-
tiónir til jarðarferðir - alt eftir, hvat
avvarðandi og fólk annars vilja hava.
Nýggjur faldari
Turið Johannesen sigur, at tey
eisini hava gjørt sær ein faldara við
heitinum “Seinasta heilsanin”, og
her verður víst á nógvar ymiskar
møguleikar.
– Kistuprýði verða gjørd eftir ynski,
og her kunnu avvarðandi vera við til
at avgera stødd, skap og litir. Sama
er við altarprýði, har vit vanliga mæla
til tvey altarprýði, tá hetta sær vakrari
út á altarinum. Hetta eru vanliga
dekoratiónirí vasa ella potti. Tað eru
eisini avvarðandi, sum velja at hava
blomstur og ljós í vindeygunum í kirkju
ella samkomuhúsi.
Hon vísir á, at kransar fáast í
ymiskum støddum og prísi.
– Vit gera vanligar bandkransar,
kortkransar við bandi og kortkransar
við ongum bandi. Vit hava eisini
rundprýddar kransar, og her kunnu vit
– um tað er ynskiligt – læna avvarð-
andi stativ at heingja kransin á, so
hann sýnist vakrari. Vit eru eisini von
at gera ymisk onnur skap í ymiskum
støddum, eitt nú sum hjørtu, krossar
og annað til jarðarferðir, sigur Turið
Johannesen.
Ókeypis í nærumhvørvi
Orkis koyrir ókeypis út til jarðarferðir í
nærumhvørvinum.
– Vit hava eisini eitt gott samstarv
við handilin, Sorella í Miðvági, og
er jarðarferð í Vágum, kunnu fólk
bíleggja allar okkara vørur og tæn-
astur hjá Sorella.
Turið Johannesen sigur, at við-
skiftafólk altíð eru vælkomin at spyrja
seg fyri hjá Orkis á tlf. 448289, og
handilin er eisini at finna á facebook.
Orkis við faldara um
seinastu heilsanina
Blómuhandilin Orkis á Glyvrum hevur loysnirnar, tá ræður um kistuprýði, kransar, dekoratiónir og prýði til
jarðarferðir annars. Handilin hevur eisini gjørt ein faldara sum vísir á ymiskar møguleikar og loysnir
– Kistuprýði, kransar og dekoratiónir kunnu bíleggjast eftir ynski, og her kunnu
avvarðandi vera við til at avgera stødd, skap og litir, sigur Turið Johannesen
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo