mánadagur 18. januar 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 18. JANUAR 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Seinasta ferðin
Gravsteinur úr føroyskari rávøru
Vilmund Jacobsen
Føroya Grótvirki í Skopun, sum brøð-
urnir, Heini og Høgni Tausen eiga og
reka, framleiðir føroyskar gravsteinar,
kantsteinar, gravarpelar, bed og
ymiskt annað úr føroyskum gróti til
gravstøð og kirkjugarðar.
– Vit hava mong ymisk uppskot um
gravsteinin, og viðskiftafólk eru altíð
vælkomin við egnum ynskjum. Okkara
framleiðsla er úr føroyskum basalti.
Gravsteinarnir eru antin hápoleraðir
ella slípaðir, og okkara gravsteinar eru
bíligari enn teir útlendsku.
Tað sigur Høgni Tausen á Føroya
Grótvirki.
Hann vísir á, at umframt tað útboð,
sum virkið hevur av gravsteinum,
eru fólk altíð vælkomin við egnum
hugskotum um, hvussu steinurin skal
síggja út.
– Vit vilja altíð vera góðir í
ráðum og til tænastu hjá okkara
viðskiftafólki. Vit hava nøkur model,
sum vit vísa á, og sum oftast velja fólk
onkran stein av hesum. Men, tað eru
eisini tey, sum hava síni egnu ynski.
Nógvir møguleikar
Eitt, sum vindur meira og meira upp á
seg, er, at avvarðandi velja ein fyribils
stein, sum oftast er ein rundur steinur
við navni og øðrum á. Fólk kunnu
nevniliga fáa ta áskrift á fyribils
steinin, sum tey ynskja sær.
– Møguleikarnir eru nógvir, og
viðskiftafólk fáa júst tað, tey ynskja
sær. Umframt at framleiða føroyskar
gravsteinar, sum eru bíligari enn teir
útlendsku, seta vit eisini steinin upp,
um viðskiftafólk ynskja tað.
Høgni Tausen sigur, at viðskiftafólk
eisini kunnu koma við einum steini
sjálvi, sum tey ynskja sær á grøvina.
– Tá kunnu vit eisini tillaga steinin,
um okkurt er, sum fólk vilja hava eitt
sindur øðrvísi, og vit seta tekstin á
gravsteinin.
Føroya Grótvirki bjóðar sær eisini
at umvæla gamlar gravsteinar.
– Er tað soleiðis, at tey avvarðandi
vilja hava eitt navn aftrat á sama
stein, taka vit okkum eisini av hesum,
sigur hann.
Eisini gravarpelar
Føroya Grótvirki framleiðir eisini
gravarpelar úr føroyskum gróti. Hetta
eru pelar úr basalti, sum eru umleið
10 sentimetrar breiðir og umleið 40-
50 sentimetrar langir.
– Tað eru hesir pelar, sum komm-
unurnar keypa og brúka til at skráseta
gravstaðin við nummari.
Høgni Tausen sigur, at í staðin fyri
at hava kantsteinar um alla grøvina,
eru tað fleiri og fleiri, sum heldur velja
at hava eitt minni bed frammanfyri
gravsteinin.
– Tá er eisini minni at halda hjá
teimum avvarðandi, eins og tað er
lættari hjá teimum, sum skulu halda
kirkjugarðin við at sláa gras, leggur
hann aftrat.
Á Føroya Grótvirki eru teir altíð
til reiðar at tosa við og vegleiða við-
skiftafólk, og fyritøkan gevur fegin
óbindandi tilboð.
Á Føroya Grótvirki í Skopun kunnu fólk fáa júst tann gravsteinin úr føroyskum gróti, sum tey ynskja sær til ein av sínum kæru
- Umframt at framleiða
føroyskar gravsteinar, sum
eru bíligari enn teir útlendsku,
seta vit eisini steinin upp,
um viðskiftafólk ynskja
tað, sigur Høgni Tausen
Vilmund Jacobsen
B
lómuhandilin Várperla í Runavík
hevur alt til eina jarðarferð, bæði
kistuprýði, kransar, dekoratiónir,
bukettir, pyntaði hjørtu og krossar.
Handilin á Heiðavegi 10 bjóðar
sær eisini at pynta kistu, kirkjur,
samkomuhús og hølir, har ervi verða
hildin, um viðskiftafólk ynskja tað.
Tá avvarðandi at fólki ringja ella
koma inn á gólvið, eru tey hjartaliga
vælkomin at brúka ta tíð, tað tekur at
finna út av, hvat tey vilja hava.
– Tá avvarðandi og kenningar
støkka inn á gólvið og skulu bíleggja
blómur ella krans til jarðarferðir, geva
vit okkum altíð góðar stundir. Eru
onnur viðskiftafólk inni á gólvinum
hesa løtu, fara vit vanliga í annað rúm
saman við fólki, ið hava eitt og hvørt
ynski í samband við eina jarðarferð.
Tey, sum arbeiða í Várperlu, halda
tað vera umráðandi, at fólk, sum koma
inn at bíleggja til eina jarðarferð, fáa
høvi at geva sær góðar stundir - í friði
og náðum.
Fara eisini út
Í Várperlu kunnu viðskiftafólk keypa
ymiskar kransar við bandi, kortkransar,
rundpyntaðar kransar, bukettir við
ella uttan band, dekoratiónir, og
blómuhandilin hevur eisini hjørtu og
krossar, prýtt við blómum.
– Fólk, sum vilja vitja í heimum, har
tey hava mist, hava eisini møguleika
at keypa blómur, bukettir ella dekora-
tiónir, sum tey kunnu hava við á vitjan
– ella tey bara ynskja, at vit fara á
dyrnar við hesum saman við einari
heilsan.
At enda siga tey í Várperlu, at alt
kann gerast eftir ynski, og fólk eru
altíð vælkomin at seta seg í samband
við blómuhandilin á tlf. 443838.
Gev tær góðar stundir í Várperlu
Tey, sum arbeiða í Várperlu í Runavík, halda tað vera umráðandi, at fólk, sum koma inn á gólvið at
bíleggja í samband við eina jarðarferð, fáa høvi at geva sær góðar stundir - í friði og náðum
Blómuhandilin í Runavík bjóðar sær at pynta kistu, kirkjur, samkomuhús og hølir, har ervi verða hildin
Várperla hevur alt
til eina jarðarferð,
bæði kistuprýði,
kransar, dekoratiónir,
bukettir, pyntaði
hjørtu og krossar