mánadagur 18. januar 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 18. JANUAR 2016
20
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Nú kemur tann
slakasti flogmánaðin
F
øroyingar ferðast alt meira um-
vegis flogvøllin í Vágum, og eisini
útlendingar leggjast afturat.
Seinastu fimm árini er ferðafólka-
talið á flogvøllinum í Vágum vaksið
úr 200.000 ferðafólkum í 2010 og
upp í 276.000 ferðafólk í fjør. Hesi
fimm árini hevur vøksturin verið
støðugur – og frá 2014 til 2015 vaks
ferðafólkatalið heili 10 prosent.
Sum við so nógvum vinnum og á
so nógvum økjum eru góðar og minni
góðar tíðir á flogvøllinum.
Besti mánaðin í Vágum er juli
mánaði, sum eisini er besti summar-
mánaðin. Í juli mánaði í fjør ferðaðust
40.000 fólk um flogvøllin í Vágum. Í
hølunum á juli koma august og juni
sum teir lívligastu mánaðirnir á flog-
vøllinum.
Slakasti mánaðin í Vágum er
mánaðin, sum nú er fyri framman.
Vetrarmánaðin februar leggur eftir
øllum at døma ikki upp til stórvegis
ferðing, tí í fjør ferðaðust bert 12.500
ferðafólk um Vága Flogvøll í februar.
Láárstíðin at ferðast – bæði á okkara
leiðum og aðrastaðni - ger ivaleyst, at
tað ber til at fáa góðar prísir á ferðas-
eðlum og uppihaldi.
Danmark nógv størst
Tey 250.000 ferðafólkini, sum ferð-
aðust umvegis flogvøllin í Vágum í
fjør, brúktu serliga flogvøllin í Keyp-
mannahavn, sum stendur fyri nógv
tí størstu ferðsluni í sambandi við
flúgving til og úr Føroyum.
Næstbest umtóktu farleiðirnar
eru tær til Billund og Bergen. Síðani
kemur Reykjavík.
Aðrar farleiðir eru tær til Aalborg,
Edinburg, Mallorca og Barcelona.
Vága Floghavn roknar við nógvari
ferðslu í 2016, og har hugsa tey
framvegis um at fáa onnur flogfeløg
at brúka Føroyar í sínari flúgving.
– Arbeiði við fáa onnur flogfeløg
og operatørar til at hyggja nærri at
Føroyum sum eitt møguligt ferðamál
heldur áfram í komandi árini” sigur
Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Flog-
havn.
MC HÁR
HELDUR 25
ÁRA DAGIN
Í ár fyllir tónleikabólkurin MC Hár
25 ár, og óskikkiliga føðingardags-
barnið ætlar sær at halda dagin við
manér í høvuðsstaðnum.
Leygarkvøldið 20. februar verð-
ur serlig føðingardagskonsert við
MC Hár.
– Grópað verður djúpt niður í
lagaskjáttuna, tá vit dekka upp
til eitt serligt kvøld við einum
rokkbólki, ið hevur verið við til at
mynda tónleikalívið í Havn síðan
16. februar 1991. Her verður
við kærleika kýnt fyri sansunum
hetta kvøldið, sigur bólkurin um
konsertina.
FINGU
KJANSIN Í
GRØNLANDI
Poppbólkurin Danny & The Veetos
hevur farnu vikuna vitjað í Grøn-
landi, har teir vóru bindir at hava
eina konsert í ment-anarhúsinum
Katuaq í Nuuk. Danny & The Veetos
er tónleikabólkur úr Klaksvík, sum
seinastu tíðina serliga hevur verið
frammi við sanginum Sunnukvøld
í mai. Tað var umvegis ein av tón-
leikarunum í bólkinum, at samband
kom til Grønlands og at møgu-
leikin at fara yvir hagar at spæla
gjørdist aktuellur.
Februar mánaði er tann vánaligasti mánaðin á flogvøllinum í Vágum
Atlantsflog stendur fyri 94 prosent av ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum
Í fjør vórðu góðar 8 milliardir út-
goldnar í lønum í Føroyum, og hetta
var næstan eina hálva milliard meira
enn árið fyri.
Tað hevur verið framgongd í
lønargjaldinum í øllum vinnubólkum,
men serliga í fiskivinnuni hevur tað
verið stórur vøkstur í lønargjald-
ingunum.
Í fjør vóru lønargjaldingarnar
í fiskivinnuni og alivinnuni 1.672
milliónir krónur, og tað vóru 184
milliónir meira enn árið fyri. Vøksturin
var 12,4 prosent.
Verður fiskivinnan tikin fyri seg,
er vøksturin størri, tí í fjør vóru 945
milliónir krónur goldnar í lønum í
fiskivinnuni, og tað vóru 152 milliónir
meira enn árið fyri. Hesin vøksturin
svarar til 19,2 prosent.
Hýrurnar eru nú eins stórar, og
tær vóru tey góðu árini 2006 og
2007, men 2002 er framvegis metár
í lønargjaldingum í fiskivinnuni.
Byggivinnan hevur eisini havt
trupult at fóta sær eftir stóru aftur-
gongdina eftir fíggjarkreppuna. Nú
hevur byggivinnan tvey ár á rað havt
vøkstur yvir 10%, og lønirnar vóru
530 milliónir kr. í 2015, áleið tað
sama sum besta árið 2008.≠
Hýrurnar vaksnar nógv
Lønirnar í fiskivinnuni eru nógv vaksnar seinasta árið