mánadagur 18. januar 2016síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 3 • 18. JANUAR 2016
23
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá
Atlantic Airways í Føroyum og Keypmannahavn
Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú
at royna teg í einum avbjóðandi starvi.
Tú skalt kunna starvast fulla tíð í summar-
mánaðunum juni, juli og august 2016.
Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin
Føroyum ella Keypmannahavn og hava lætt
við at møta upp á fløgvøllinum til skiftandi
arbeiðstíðir.
Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri
trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú
við til at vísa okkara viðskiftafólki, at Atlantic
Airways er eitt flogfelag við sera góðari
tænastu.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og dugir at veita
viðskiftafólki okkara eina góða tænastu.
Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at
starvast tætt saman við øðrum og kanst gera
mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er
ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv,
royndir frá tænastuarbeiði, tosar og skrivar
minst eitt skandinaviskt mál flótandi og dugir
væl enskt.
Krøv
Tú ert minst 21 ár, skilir føroyskt, hevur góða
heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst
200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ur
til at fáa flúgviloyvi.
Byrjan
Setanarsamrøður verða í februar 2016 og
verður tú sett/ur í starv, skalt tú á heildags-
skeið í 2-3 vikur í apríl 2016, áðrenn tú byrjar.
Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið.
Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í
apríl, mai og juni. Fulltíðarflúgvingin byrjar í
endanum av juni og heldur fram allan juli til
fyrru hálvu í august.
Arbeiðstíðir og -staður
Tá tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu-
starvsroyndina og fingið heilsugóðkenning,
skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til
neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara
flogførum, soleiðis at tú ert endaliga tilreiðar at
arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. Møguleiki
er eisini fyri, at tú kemur at arbeiða í seinnu
hálvu av august og partar av september.
Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinnu
hálvu í apríl til fyrst í september 2016.
Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógar-
ásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur
og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er
við støð í Føroyum ella Keypmannahavn.
Løn og dagpeningur sambært galdandi
reglum.
Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á
leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini:
https://app.jobmatchprofile.com/esmkp3
Á leinkinum skalt tú svara einum spurnablaði,
viðfesta mynd, viðkomandi prógv og eina
umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg
sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðs-
royndir tú hevur.
Umsóknarfreistin er tann 24. januar 2016.
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi,
úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var
574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til
býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar,
sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.
Øll undirvísing er treytað av nóg stórari undirtøku og
góðkenning myndugleikanna.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til sunda@sunda.fo ella
við at ringja til tlf. 66 72 71. Við tilmelding skal viðmerkjast tel.nr
og teldupost adressa.
Goldið verður á kontu 6460-157.606.4 ella 9181-187.840.0 við
tilmelding ella kontant á kommunu skrivstovuni og tá goldið er,
ert tú tilmeldað/ur. Pensjónistar gjalda hálvt gjald. Tá serligt tilfar
verður nýtt, verður goldið serskilt fyri hetta.
Freistin fyri tilmelding er fríggjadagin 22. jan. 2016 kl. 12.00, tó
fríggjadagin 15. jan. kl. 12.00 fyri tilmelding at seyma grýluklæðir.
Skeið nr.
Kostn.
Lærugrein
Tíðarskeið
Undirvísari
Undirvísingarstað
511-5-1
300,-
Seyming og sniðgeving
Hóskvøld kl. 19.00-22.00. 28. jan.-17. mars 2016.
Marita Joensen
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-4
300,-
Maskinbinding
Fríggjakvøld frá kl. 18.00, nærri avtala við undirvísara. Leygardag
kl. 10.00-16.00. 22.-23. jan., 5.-6. feb. og 26.-27. feb. 2016.
Erika Danielsen
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-37
300,-
Glas smykkur og skálir
– byrjunarskeið
Mánakvøld kl. 17.30-20.45. 8. feb.-14. mars 2016.
Guðrun Eltør
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-37-1
300,-
Glas smykkur og skálir
– byrjunarskeið
Mikukvøld kl. 19.00-22.15. 10. feb.-16. mars 2016.
Ruth Iansdóttir
Heinesen
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-38
300,-
Matgerð, gerandismatur
og veitslumatur
Týskvøld kl. 18.00-21.30. 26. jan.- 8. mars 2016.
Eykagjald á kr. 700,- fyri rávørur skal gjaldast fyrsta kvøldið.
Rubin Busk
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-30
300,-
Ættargransking
Týskvøld kl. 19.00-22.15. 26. jan.-15. mars 2016.
Sofus Johannesen
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-35
250,-
Seyma vest til fø. búnan
Verður lýst nærri eftir páskir 2016.
Marita Joensen
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-31
300,-
Asiasisk matgerð
Tvey vikuskiftir í februar 2016, nærri avtala við undirvísara.
Athaya Slættalíð
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-7
300,-
Endurnýtslu flætting
– pungar og taskur
Mánakvøld kl. 19.00-22.00. 16. feb.-14. mars 2016.
Lilliane Svøðstein
Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-39
300,-
Kunstbinding við hond
Mikukvøld kl. 19.00-22.15. 27. jan.-16. mars 2016.
Sólrun Zachariasen Felagsskúlin á Oyrarbakka
511-26
100,-
Seyma grýluklæði
– tvey ættarlið
Fríggjakvøld kl. 18.00-21.00. Leygardag kl. 10.00-16.00.
15.-16. jan. og 29.-30. jan. 2016.
Marita Joensen
Felagsskúlin á Oyrarbakka
– stutt skeið várið 2016
S
U
N
D
A
K
O
M
M
U
N
A
www.sunda.fo, tel. 66 72 71