týsdagur 19. januar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
– Um løgtingið samtykkir ætlaðu
broytingarnar í hjúnabandslógini
um hjúnaband millum tveir per
sónar av sama kyni, so fer stjórnin
at ganga ynskinum um at broyta
hjúnabandslógina á møti, so gjør
ligt verður hjá tveimum persónum
av sama kyni at giftast.
So greið er talan fra danska inn
anríkisráðfrúnni, Karen Elleman.
Tað er Sjúrður Skaale, fólkatings
maður, sum hevur spurt ráðfrúnna
um hesi viðurskifti
Tað hevur fleiri ferðir verið ført
fram, at tað als ikki var vist, at tað
fór at bera til at fáa danskar mynd
ugleikar at gera tær broytingar, sum
vóru neyðugar, til tess at gera broyt
ingar í hjúnabandslógini, tí talan er
um danskt málsøki.
Men tað skuldi bara manglað.
Sjálvandi laga danskir myndugleikar
seg eftir slíkum ynski, um tað kemur
frá løgtinginum. Í Danmark eru hes
ar broytingarnar framdar, so tað
hevði verið løgið, um danir fóru at
nokta føroyingum somu rættindi –
ella ynski um partvíst somu rættind
in, sum lógaruppskotið sigur.
Hesa vikuna hava lógaruppskot
ini verið fyri í trimum tingnevndum,
sum fara at skriva álit, áðrenn tey
verða løgdi fyri tingið – helst eina
ferð í næsta mánaði.
Sambært uppskotinum skulu
tey koma í gildi 1. juli, so eftir tann
dag kunnu fólk av sama kyni giftast
borgarliga, um løgtingið samtykkir
uppskotið.
Tað er sjálvandi ilt at spáa um,
hvørja lagnu málið fær hesaferð.
Men týðuligar ábendingar eru um,
at málið verður samtykt hesaferð, tí
eingin flokkur hevur hvørkratak um
hinar í samgonguni, so sum tað hev
ur verið í fleiri øðrum samgongum.
Tíðin er eisini búgvin til, at slíkar
broytingar nátúrliga henda í Føroy
um.
Hetta málið hevur fylt alt ov
nógv í føroyskum politikki – har tað
hevur verið misbrúkt langt út um
mark.
Tað er í fínasta lagi, at fólk ikki
eru samd um hetta mál, men tað er
ikki í lagi, at ein minniluti noktar
meirilutanum at viðgera málið og
møguliga at samtykkja tað. Tað er
so tann størsta broytingin hesaferð
í mun til hinar ferðirnar, hetta málið
hevur verið á skrá.
At Miðflokkurin og Fólkaflokk
urin halda sítt, tað er í lagi. Okkurt
bendir á, at Sambandsflokkurin
ætlar at gera tað til eitt mál millum
samgongu og andstøðu – og fyrr
verandi løgmaður tosar um fólka
atkvøðu.
Tað er í øllum førum at grugga
málið, tí sjálvandi skal ein so lítil og
so nátúrlig broyting ikki til fólkaat
kvøðu, tað er at misnýta fólkaræði.
Hetta málið hevur verið misbrúkt
alt ov leingi – nú er at fáa hetta málið
samtykt og avgreitt
Hetta málið hevur verið
misbrúkt politiskst alt ov leingi
Fáið nú málið avgreitt
Tá vit
rættaðu
kumpass
Poul Michelsen
tíðargrein síða 14
Kári
og havnin
í Havn
heðin Mortensen
Síða 15
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í
eini
húsarannsókn
í
einum privathúsum í Havn
mánakvøldið, legði politiið
hald á fýra luksusbilar og
fleiri skjøl.
Bilasølan, sum fæst við at
flyta inn brúktar luksusbilar
til Føroya er skuldsett fyri
svik ímóti landskassanum.
Jón Klein Olsen, kanning
arleiðari, vil ikki siga so nógv
um málið, uttan tað, at talan
er um svik ímóti landskass
anum.
Í morgun vóru fólk frá
politinum og frá Taks í ferð
við kanna bilarnar.
Løgreglan hevur lagt hald
á bilarnar fyri at tryggja sær
nøkur virði, tá krav verður
sett fram ímóti bilasøluni,
sum altso er skuldsett fyri
svik ímóti landskassanum.
Bilarnir á myndini eru av
slagnum Volvo XC 60. Teir
eru um 3-4 ára.
Løgdu hald á fýra
luksusbilar
Formansskapur
Løgtingsins
hevur fund um
millum annað
keyp og sølu
av ognum
Árni Gregersen
Løgtingsfundur er aftur í
morgin seinnapartin.
Hetta er fyrsti tingfundur
in eftir nýggjár, men nógvir
nevndarfundir hava longu
verið – og fleiri eru restina av
vikuni.
Formansskapurin
hevur
fund í morgin.
Fleiri mál eru á skránni,
men tað dýrasta og tað sum
fyllir mest, er ætlanin hjá Løg
tinginum at keypa bygningin
hjá Eik banka í miðbýnum í
Havn.
Móti ársenda í fjør gav
Løgtingið formansskapinum
heimild at keypa Eik bygn
ingin og samstundis heimild
at selja Gamla Apotek á Vagl
inum.
Talan er um at keypa Ek
fyri umleið 27 milljónir krónur
og so selja Gamla Apotekið
fyri umleið sjey milljónir.
Tað eru hesi mál, sum for
mansskapurin fer at fundast
um í morgin.
Formansskapurin fer eisini
at viðgera stuðulin til politiskt
virksemi. Hesin stuðulin er
nakað hækkaður.
Ein annar gerandisspurn
ingur, sum veit nógvum ting
fólkum
høvuðbrýggj,
eru
parkeringsviðurskiftini
hjá
Løgtinginum.
Neyvan
er
tað
nakar,
sum fær so nógvar parker
ingsbøtur, sum tingfólk. Tey
parkera ofta í klubbagarði
num í Havn, men tá ið fundir
í tinghúsinum vara longri enn
væntað, verða skivurnar ofta
gloymdar – og so fellur bótin.
Eitt annað mál á skránni
hjá formansskapinum, eru
arbeiðsviðurskiftini hjá fjøl
miðlum í tinginum.
Samband hevur verið mill
um fjølmiðlar og formans
skapin um, hvørjar ábøtur
kunnu gerast í hesum sam
bandi.
Formansskapurin
fundast um Eik
Eik-bygningurin, sum Løgtingið fer at keypa
Tveir av bilunum, sum politiið legði hald á
mánakvøldið eru av slagnum Volvo XC 60