týsdagur 19. januar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. januar 2016 · Nr. 8
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Flogternur og -tænarar til freelancestørv hjá
Atlantic Airways í Føroyum og Keypmannahavn
Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú
at royna teg í einum avbjóðandi starvi.
Tú skalt kunna starvast fulla tíð í summar-
mánaðunum juni, juli og august 2016.
Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin
Føroyum ella Keypmannahavn og hava lætt
við at møta upp á fløgvøllinum til skiftandi
arbeiðstíðir.
Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri
trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú
við til at vísa okkara viðskiftafólki, at Atlantic
Airways er eitt flogfelag við sera góðari
tænastu.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og dugir at veita
viðskiftafólki okkara eina góða tænastu.
Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at
starvast tætt saman við øðrum og kanst gera
mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er
ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv,
royndir frá tænastuarbeiði, tosar og skrivar
minst eitt skandinaviskt mál flótandi og dugir
væl enskt.
Krøv
Tú ert minst 21 ár, skilir føroyskt, hevur góða
heilsu, vanliga sjón, megnar at svimja minst
200 metrar og kanst verða heilsugóðkend/ur
til at fáa flúgviloyvi.
Byrjan
Setanarsamrøður verða í februar 2016 og
verður tú sett/ur í starv, skalt tú á heildags-
skeið í 2-3 vikur í apríl 2016, áðrenn tú byrjar.
Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið.
Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í
apríl, mai og juni. Fulltíðarflúgvingin byrjar í
endanum av juni og heldur fram allan juli til
fyrru hálvu í august.
Arbeiðstíðir og -staður
Tá tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu-
starvsroyndina og fingið heilsugóðkenning,
skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til
neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara
flogførum, soleiðis at tú ert endaliga tilreiðar at
arbeiða fulla tíð í juni, juli og august. Møguleiki
er eisini fyri, at tú kemur at arbeiða í seinnu
hálvu av august og partar av september.
Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá seinnu
hálvu í apríl til fyrst í september 2016.
Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógar-
ásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur
og tøk/ur til flest møguligar flogtímar. Starvið er
við støð í Føroyum ella Keypmannahavn.
Løn og dagpeningur sambært galdandi
reglum.
Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á
leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini:
https://app.jobmatchprofile.com/esmkp3
Á leinkinum skalt tú svara einum spurnablaði,
viðfesta mynd, viðkomandi prógv og eina
umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg
sjálva/n, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðs-
royndir tú hevur.
Umsóknarfreistin er tann 24. januar 2016.
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi,
úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var
574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til
býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar,
sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.
ElEktrikari til
EntrEprEnøramboð
starv á Landsverki
Landsverk
tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 tórshavn
tel. +298 340 800
Faks +298 340 801
lv@lv.fo
www.landsverk.fo
arbEiðsuppgávur
talan er um sjálvstøðugt starv, sum í
høvuðsheitum fevnir um viðlíkahald og
umvæling av el-útbúnaði á maskinum og
bilum umframt annað arbeiði í smiðjuni.
FørlEikakrøv
tú ert útbúgvin autoelektromekanikari,
maskinsmiðjur, elektrikari ella entreprenør-
mekanikari og hevur royndir innan starvsøkið.
tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort.
stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.
sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at
seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit,
at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur
og vælskipaður. tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert
fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið
gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
sEtanarviðurskiFti
talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og
setanartreytir annars eru sambært
sáttmálanum ímillum avvarðandi yrkisfelag
og Fíggjarmálaráðið.
umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv)
kann sendast umvegis okkara heimasíðu
www.landsverk.fo.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta
lagi 27. januar 2016.
nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Magna Berg, smiðjuformann, á
tlf. 290 751 / t-post mabe@lv.fo
Vit søkja dugnaligan og álítandi handverkara til arbeiði við entreprenøramboðum á
maskinmiðstøðini í Kollafirði at byrja skjótast til ber.
20%
40%
30%
50%
60%
80%
70%
STÓR ÚTSØLA BYRJAR Í
THE PIER HÓDAGIN 21/1
EISINI OPIÐ Í KLAKSVÍK OG RUNAVÍK
á Hálsi · Smyrilsvegur 7 · 357500