Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Nógv framstig eru hend á orku­øki­ num í Føroyum – serliga síðani tað gekk upp fyri SEV, at vindorka er ein møgu­leiki aftur at vatnorku til tess at veita grønari orku í Før­oy­ um. Sjálvandi eiga vit at gera alt tað vit megna, til tess at fáa fatur á grøn­ ari orku – og enn eru allir møguleikar so langt ífrá troyttir. Ein onnur var­ andi orku­kelda, sum mangan hev­ur ver­ið nevnd er streymorka og sjóv­ ar­fals­orka, sum við rættari tøkni kann fram­leiða streym á netið hjá SEV.. Innan bilaídnaðin eru eisini gjørd stór framstig við at framleiða el-bil­ ar. Størsta avbjóðingini hevur verið batt­arí­skip­an­in, tí hvussu fáa vit ein el-bil at koyra í minsta lagi líka langt um upp á eina løðing, sum upp á ein tanga av ben­sini. Tann knúturin er um at vera loystur. Næsta stigið verður so at fáa fólk at nýta el­bilar. Her er tað serliga keyps­prís­urin, sum er avgerandi. Rakstr­ar­prí­surin tykist vera kapp­ ing­ar­før­ur. Men av tí at el-bilar eru lut­víst dýrir at framleiða, eru teir dýr­ari enn bensin- og dieselbilar. Kristina Háfoss, fíggjar­mála­ ráð­frú, sigur við Sosialin í dag, at lands­stýr­ið arbeiðir við at broyta av­ gjalds­pol­i­tikk­in á el-bilum soleiðis, at tað verð­ur meira lokandi hjá fólki at ogna sær el-bilar í mun til bensin ella dies­el­bilar. Tann skipanin er longu galdandi, at tú rind­ar ikki skrásetingargjald, um tú keyp­ir tær ein el-bil. Tann skip­ an­in heldur freim eina tíð afturat. Men sam­bært fíggjarmálaráðfrúnni, so er ætl­anin eisini at lata el-bilar sleppa undan meirvirðisgjaldi í eina tíð, fyri soleiðis at seta ferð á søluna av el-bil­um. Tað er einki at ivast í, at vit eiga at gera alt fyri at brúka grønari orku. Bæði av um­hvørv­is­áv­um, men ikki minst at fíggj­ar­lig­um ávum. Her er eisini ein politisk ætlan um at lata tey, ið nýta el-bilar og el- hita­skip­an­in­ir heima við hús, sleppa bí­lig­ari í elprisi. Tað er enn ein máti, at eggja fólki at leggja um til grønari orku. Við at gera mun á prísinum til tey, sum nýta orku­spar­andi orku­ keld­ur, so kanst tú eisini eggja fólki. Í skrivandi stund er býtið á orku­ fram­leiðsl­uni hjá SEV í meg­in­øki­ num 50 prosent vatn, 34 prosent olja og 16 prosent vindur. Við øðr­um orð­um eru tveir trið­ing­ar av orku­ fram­leiðsl­uni í skrivandi stund grøn. Eitt er at fáa tann grøna partin av orku­fram­leiðsl­uni so stóran, sum gjør­ligt. Men tað ber eisini til at gera skip­anir, har tann grøni part­ur­in verður meira tránýttur. Tað kann gerast við, at tað verður bí­lig­ari at nýta streym um náttina. So kundi kanska verið skrúvað fyri olju­fram­ leiðsl­uni, tá orkunýtlsan er lág, og so kundi allir landsins el-bilar løtt batt­ arí­ini bíl­ig­ari um náttina. Møguleikarnir eru nógvir – teir eiga vit at gagn­nýta. Prísurin eggjar fólk at brúka grønari orkuskipanir Grønari føroyar Har grannar semjast væl Ólavur W. Høgnesen og Rebekka Sivertsen kjak síða 18-19 Status á eldra­ økinum Jóhan Christiansen Kjak Síða 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Kvøldseta verður í í Ment­ an­ar­húsinum 12. februar kl 19:00 um útróður her í bygd­ini. Tað hevur ikki ver­ ið nógvur útróður tey sein­ astu árini kring landið. Um henda fiskiveiða fer í søg­ una, er ilt at siga, tí gera vit 3 kvøldsetur, har út­róðr­ar­ menn hiðani úr bygdini siga frá, so vit kunnu hoyra teirra søgu, um henda fiskiskap. Teir fyrstu á pallinum eru: Jákup Petur Jacobsen, róð út við Uranus, Fiskakletti og Gulldrangi Kaj Eli Joensen, róð út við Eriki, Líggjasi og Sigatindi Hans Petur Hansen, róð út við Eriki, Brandi og Hans Peturi Samson í Lambanum, róð út við Eyðini – 3 bátar við sama navni. Hinar kvøldseturnar verða, 19. februar og 1. apríl og verða kunngjørdar seinri. Atgm kr. 100 fáast við dyrn­ar. Góður dussur í steðginum og okkurt forkunnugt aft­ur­ við. Kvøldsetur um útróður í Fuglafirði Allan februar mánað ferð­ast Niels Midjord og Eilin Han­ sen kring landið og fram­ føra tilfar burtur úr nýggju útgávu teirra: ”Faðir vár sálmarøðin hjá Mikkj­ali á Ryggi sungin til før­oysk fólkaløg”. Faðir vár sálmarøðin eru sálm­arnir nr. 394-404 í sálma­ bókini, har ímillum eru fleiri av teimum bestu sálm­u­num hjá Mikkjali á Ryggi. Hesir 11 sálmarnir eru bara skriv­aðir til trý løg, og júst tað er eitt gylt høvi at vísa, hvussu fjøl­ broyttur føroyski sálma­sang­ ur­in var, áðrenn kirkj­ur­nar fingu urgu um ald­ar­mótið ­1900. Og nú er eis­ini so lætt at gera hetta. Or­søk­in er stóra arbeiði, sum Mari­anne Clausen hevur lagt í før­oysk­ an fólkasang: Hon hev­ur upp­teknað og givið út fýra nóta­bøkur við tilsamans 3344 før­oysk­um fólkaløgum og laga­brigd­um. Hesi løgini eru so fjøl­broytt, at tey væl kundu verið frá ymiskum ment­a­num. Eisini løgini, sum Mari­anna hevur uppteknað til sama sálmin eru líka fjøl­ broytt. Við tað at tilfarið er so rúgv­u­s­mikið, hava tey býtt tað upp soleiðis, at leygardag syngja tey sálmarnar, sum fáa lag frá fimm brigdum av: ”Som den gyldne sol frem­bryd­ er”, og ein sálm við vísu­lagi. Sunnudag syngja tey sálm­ ar­nar sum fáa lag frá trimum brigd­um av: ”Bryder frem i hule sukke” og ein sálm við kvæð­a­lagi. Báðar konsertinar enda við sálmunum, sum fá lag frá trimum brigdum av: ”Vred­en din afvend” Tey bæði byrjaðu í Miðvági síðsta leygardag og vóru so í Norð­ur­landahúsinum síðsta sunnu­dag. Skráðin, sum eftir er av mánaðinum, sær soleiðis út: Leygardagin 13/2 kl. 16:00 í Gøtu (gomlu kirkju) Sunnudagin 14/2 kl. 1600 í Viðareiðis kirkju Leygardagin 20/2 kl.16:00 í Kvívíkar kirkju Sunnudagin 21/2 kl.15:00 í Sands kirkju Leygardagin 27/2 kl. 16:00 í Hvalvíkar kirkju Sunnudagin 28/2 kl. 16:00 á Nesi (gomlu kirkju) Niels og Eilin ferðast við Mikkjal á Ryggi