Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Føroya rættur dømdi ein 45 ára gamlan mann fyri at hava sligið son sín fleiri ferð­ ir í høvdið eitt seint kvøld í fjør. Drongurin rýmdi heim til abba sín, har málið varð meld­að, og løgreglan kom upp í málið. Ákærdi greiddi frá, at hann var fullur hetta kvøldið, og at tað allan dagin hevði ver­ið ein ávísur spenningur í luft­ini, tí ting vóru ikki ging­ in honum eftir vild. Maðurin greiddi frá, at hann hevði arbeitt nógv sein­astu tíðina undan hes­ um kvøldinum, men gleddi seg ómetaliga nógv, tí lands­ dystur var á skránni, og hann og ein vinmaður vóru bjóðaðir til eitt VIP-til­tak á Tórs­vølli. Tó, sum tíðin nærk­ast, gerst tað mann­ inum greitt, at konan als ikki vil, at hann skal fara á Tórs­ vøll hetta kvøldið. Tey skeld­ ast um hetta, og tað verður heldur heitt millum teirra. Endin er, at hann ongan veg fer. Í staðin fer hann ill­ ur út í garasjuna at arbeiða upp á eina knallert hjá dótt­ ur síni, sum har stendur. Við sær tekur hann eina brenni­ víns­fløsku, sum hann tømir, meðan hann situr og skrúv­ar. Aftan á fer hann ein gongu­ túr, tí hann hugsar sum so, at hann er fullur og neyvan spyrst nakað gott burtur úr, at hann fer inn í húsið. Sonurin einsamallur heima Tá hann kemur at húsum aftur, eru konan og døturnar farnar av húsum. Eftir situr 15 ára gamli sonurin á kamar­ inum. Maðurin fer aftur at drekka, men løtu seinni kem­ ur drongurin úr kamar­inum inn í køkin og vil hava pápan í song, tí hann er drukk­in. Son­urin er illur um, at mað­ ur­in enn drekkur, og at enda verður áfast millum teirra. Teir skumpa hvønn ann­ an, og drongurin spennir bein fyri pápa sínum, sum dett­ur. Sum teir liggja á gólv­ inum og togast, slær pápin sonin við nevanum á munn­ in. – Tástani rakni eg við og skilji, hvat eg veruliga geri. Hendan kenslan, tá eg rakti hann, situr í mær enn, segði ákærdi. Hann minnist einans at hava sligið hann einaferð, men sambært ákæruritinum hevði hann sligið sonin fleiri ferðir. Ákæruritið nevndi eisini, at maðurin hevði tikið um kvørkrar­nar á dreinginum, men hesum noktaði hann fyri. Hann skuldi ikki avvísa, at hann í bardaganum møgu­ liga hevði tikið um hálsin á dreing­inum av óvart, men tað var í so fall av tilvild og ikki við vilja. Rýmdi til abban Drongurin fer nú av pápa­ num og krógvar seg handan læstar dyr inni á kamari sín­um, áðrenn hann fer út gjøgn­um verandadyrnar og til abba sín. Eyðsæð hevur drongurin tosað við mammu sína, meðan hann krógvar seg, tí abbi hansara greiddi í rætt­inum frá, at mamman ringdi til hansara og fortaldi hon­um, hvat var hent í hús­ unum, áðrenn drongurin stóð á gátt. Drongurin var hovin um andlitið og hevði eitt skursl á vørrini, tá hann kom heim til abban. Abbin greiddi frá, at drongurin var týðiliga skak­aður av hendingini, tó at hann var sera fámæltur. Tað var ein systir drongsins, sum meldaði tilburðin til løg­regl­ una. Pápin lá og svav í køk­ inum, tá løgreglan kom á dyr. Sonurin var innkallaður sum vitni, men var týðiliga rørdur av hendingini. Rættar­lógin frítekur fólk í nærm­astu familju frá at vitna, um tey ynskja tað, og hes­um tilboðnum tók drong­ urin av. Pápin feldi nøkur tár, meðan sonurin sat í vitnis­ tól­inum. Abbi dreingin, svigarpápi ákærda, var eisini inn­kall­ að­ur sum vitni og játtaði at greiða frá, hvat hann hevði sæð og upplivað hetta kvøldið. 40 dagar fongsul Ákærin metti, at tað var prógvað, at maðurin hevði sligið sonin fleiri ferðir. Hvat viðvíkur kvørkratakinum, so hevði ákærdi ikki avsannað, at hann hevði tikið um hálsin á dreinginum. Ákærin vísti á, at hendingin fór fram eina og aleina av tí orsøk, at maðurin hevði drukkið, og at pápin hevði fulla ábyrgd fyri tí, sum var farið fram. Ákærin bað tí um, at maðurin var dømd­ur fongsulsrevsing í 30, 40 dagar. Ákærin metti tó ikki, at tað hevði verið gagnligt fyri nakran, at ákærdi skuldi inn at sita, og mælti tí til, at dómurin gjørdist treyt­aður. Hann vísti á, at hetta eftir øllum at døma var eitt ein­ kult dømi, at hann ongan­tíð hevur verið harðligur móti børnum sínum annars, og at hann síðani hendingina hev­ ur tikið í egnan barm. Ákærdi hevur lagt av at drekka og hevur verið í reglu­ligari viðtalu við sálar­ frøð­ing. Verjin var langt á veg samdur við ákæranum, men bað tó um, at longdin á fongsuls­revsingini ikki var ásett hesa ferð, men tikið upp til nýggja viðgerð, um mað­urin skuldi brotið treyt­ ir­nar fyri treytaða dóminum. Ákærdi greiddi í rættinum frá, at sambandið við sonin í dag var betri enn nakrantíð, um­framt at sambandið við konuna var nógv batnað. Dómarin var samdur við ákæranum. Maðurin fekk 40 dagar treytaða fongsuls­revsing og skal gera 40 tímar av óløntari sam­felags­tænastu kom­andi seks mánaðirnar. Royndar­ tíðin er tvey ár. Har­umframt skal maðurin vera undir um­sorgan hjá kriminal­for­ sorgini í eitt ár, hann skal taka við tí viðgerð, sum kriminal­forsorgin ásetur, og hann skal rinda sakarmáls­ kostn­aðin. Dómarin segði, at hann kundi ikki leggja læknaligu fund­ini til viks, sum øll bendu á, at drongurin var sligin fleiri ferðir. Harð­ skapur við knýttum neva verður mettur sum álvar­ samur harðskapur, og tí er revs­ingin ásett til 30 dagar fongsuls­revsing. Umframt hetta verður tað mett sum skerp­andi umstøður, at son­ urin einans er 14 ára gamal, tá hendingin fer fram. Dómarin segði, at harð­ skaps­mál vanliga føra treyta­leysa fongsulsrevsing við sær, men var samdur við ákæranum, at í hesum før­inum vildi tað ikki verið gangligt fyri nakran. Mað­ urin hevur rættað kósina, viður­skifti hansara við alla fam­iljuna eru góð og við tað, at hetta eftir øllum at døma var ein einkulthending, valdi dómarin at gera revsingina treytaða. hallur@sosialurin.fo GAV SONINUM EIN FRAMMANÁ Sonurin føldi vreiði pápans á kroppinum, eftir at konan hevði noktað honum at fara til landsdyst RÆTTARMÁL Maðurin er dømdur fyri at hava sligið 15 ára gamla son sín fleiri ferðir Modellmynd Maðurin hevði VIP- atgongu­merki til lands­ dyst á Tórsvølli móti Grikka­landi, men konan noktaði honum at fara