Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN STÓRAR AVBJÓÐINGAR MEN TAÐ GONGUR EFTIR ÆTLAN Sjálvt um fyrsta tíðin hjá hesi samgonguni kundi tykjast buldraslig, so gongur eftir ætlan, sigur løgmaður Árni Gregersen Tað var rokasligt í fjør, tá ið fíggjarlógin var løgd fram og samtykt millum jól og nýggjár, men løgmaður er kort­ini væl nøgdur og sigur, at alt higartil hevur gingið eftir ætlan. – Vit kunnu taka í egnan barm og harmast um, at øll upskot ikki vóru send til hoyriingar. Tað hevði lætt mun­andi um alt, um tað var gjørt, sigur Aksel V. Johanne­ sen, løgmaður. – Men eg tori væl at siga, at hatta eru mistøk, sum vit ikki fara at gera aftur. Upp­ skotini skulu til hoyr­ingar, tí tað er ein partur av politisku skipanini, sum vit eiga at virða, leggur hann afturat. Løgmaður ásannar eis­ ini, at tað hevur gjørt polit­ iska arbeiðið tyngri, at ting­ bólk­arnir eru mannaðir við nývaldum tingfólkum, með­ an tey við royndum eru end­ aði landsstýrinum. – Serliga í Javnaðar­flokk­ inum merkist hetta væl, tí fýra av teimum, sum undan valinum mann­aðu ting­bólk­ in, sita í lands­stýrinuym. Nú eru tey flestu nýggj. Tað tek­ ur eitt sindur av tíð, men tey fáa eisini royndirnar, sig­ur løg­maður. Fiskivinnan Heilt stóra uppgávan hjá hesi samgonguni er at nýskipa fiskivinnuna. Tað tók tíð, men nú er ein arbeiðsbólkur settur at gera uppskot til, hvussu fiski­ vinn­an skal síggja út 1. jan­ uar 2018. Ein bólkur, sum er mann­að við fólki av ymisk­ um slg. – Eg haldi nevndin er væl samansett og umboðar ym­isk sjónarmið. Tað fer at undra meg nógv um ikki tað eydn­ast nevndini at koma til eitt uppskot, sum í stóran mun kann góðtakst av øllum, sigur Aksel V. Johannesen. Samgonguleiðarin sigur, at sæð uppifrá, so eru tað tveir høvuðsspurnignar, sum skulu loysast. Fiskivinnan skal fyri tað fyrsta gerast meira markn­ aðar­stýrd. Nevndin skal koma við uppskotum um, hvussu hetta kann gerast og hvussu skjótt hetta kann setast í verk. – Tað sigur seg sjálvt, at brúk verður fyri einari skiftis­tíð hjá vinnuni. Verða for­treytiurnar broyttar, so er eisini neyðugt, at vinnan fær stundir at tillaga seg nýggju kørmunum, sigur løgmaður. Hitt høvuðsmálið er, at vinnan skal virka burðar­ dygt. Tað vil siga, at fiski­ vinn­an skal virka búskapar­ liga burðardygt, men hon skal so sanniliga eisini virka lív­frøðiliga burðardygt. – Í nógv ár hava vit ikki lurta eftir fiski­frøðingunum og teim­um sum fylgja við í vinn­uni. Tað eiga vit at gera í framtíðini, sigur hann. Aksel V. Johannesen fegn­ ast um,at trýstið á botn­ fiska­stovnin undir Føroyum er minkað. At minni hev­ur veirð at fáa er helst høvuðs­ orsøkin – í hvussu so er meira enn samanleggingar og effektiviseringar. Eitt annað, sum hevur hjálpt, eru kvoturnar á Flemish Cap, í Grønlandi og Ís­landi. Tær hava gjørt, at meira er fiskað uttanfyri før­oyska landgrunnin. Løgmaður Framhald á næstu síðu