týsdagur 9. februar 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. februar 2016 · Nr. 17
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Vit, Franciskanasystrarnar, siga stóra takk til
tykkum øll, sum á ein ella annan hátt hjálptu til og
vóru um okkum til jaðarferðina hjá okkara kæru
systur
Marie Thérèse.
Takk fyri minnisgávuna til okkara kirkju og ikki
minst til starvsfólkini á B6 fyri teirra hjálp og
umsorgan.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri
Sjúrður M. I. Johansen
f. 11.3.1947 d. 10.1.2016
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu Sjúrða til hansara
seinasta hvíldarstað.
Mamma og systkin við familju
Tøkk
Vit vilja hjartaliga takka fyri umsorgan og
samkenslu tá okkara kæra mamma, omma og
vermóðir
Elisabeth Jacobsen,
Svínoy
andaðist og varð jarðað.
Vit vilja takka prestinum Niels Paula fyri góð
orð á Boðanesheiminum og prestinum Jóannis og
degninum Kjartan fyri bøn og góð orð í kirkjuni í
Svínoy.
Tøkk til tykkum á Boðanesheiminum, sum vóru
so góð við hana og vóru um hana hennara seinastu
dagar og takk Oddbjørg, sum gjørdi tað gjørligt hjá
henni at vera so leingi í Svínoy.
Somuleiðis tøkk til gravararnar og øll sum á
ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og
ervinum.
Tøkk fyri minningargávur til Javna og tøkk til
tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Turið og Elin Tóra
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á so
mangan hátt vóru um okkum, troystaðu og hjálptu
til, tá ið pápi, sonur og beiggi okkara so brádliga
andaðist.
John Johansen
Føddur 11.07.1958 Deyður 14.10.2015
Takk til øll tykkum, ið tóku ímóti honum í
Vágunum, sum fylgdu honum úr kapellinum og
síðani úr kirkjuni, til hansara seinasta hvíldarstað.
Takk til Berg prest fyri troystarrík orð, bæði í
kapellinum, heima og í kirkjuni.
Takk fyri blómur, kransar, gávur og vitjanir. Takk
fyri alla hjálpina í sambandi við ervið.
Og ikki minst takk øll tit, ið á so mangan hátt lættu
um hjá honum hansara síðstu tíð.
Vegna tey avvarðandi
Børn, mamma og systkin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu,
tá góða mamma, vermamma, omma, langomma og
olduromma okkara
Jóhanna Maria Simona Petersen
Hannemia
f. 30.09.1919 d. 16.01.2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til Meinhard Bjartalíð og Hilmar Højgaard
fyri góð og troystarrík orð, og øllum tykkum, sum
hjálptu til við jarðarferðini.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi, sum vóru so góð við hana, har var hon
so sera glað fyri at vera.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Mona, Ingrid og Ingibjørg
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu, tá okkara høgt elskaða mamma,
vermamma, omma og langomma
Kirstin Eliassen (f. Wolles)
f. 12.02.1931 d. 13.12.2015
andaðist og varð jarðað.
Hjartans tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan
hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervið. Eisini
takka vit øllum, sum við blómum, kransum,
telefonsamrøðum og við gávum til Mikladals
kirkju, vildu minnast hana.
Mathilda, Eyðun og Magnus