hósdagur 11. februar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
– Veitslan steðgar, um vit bara lata
standa til!
– Vit skuldu upp á sama máta, sum vit kenna
tað frá eitt nú Danmark, gjørt eina tjóðsrsemju
millum allar flokkar um, at landsins útreiðslur
ella
landsins fíggjarkarmar ikki vaksa
meir enn eitt vist, hetta er
neyðugt.
Tað skrivar Kaj Leo Holm
Johannesen, fyrrverandi
løgmaur á Facebook.
– Lata vit almennu
útreiðslurnar vaksa við
umleið 4 prosentum fyri
friðs skyld, sum
vit síggja nú,
so gongur
ikki leingi,
so steðgar
veitslan.
12. januar 2016
Í óðum verkum klaskaði hann sjón
varpið og útvarpið saman
Ein maður hevur ábyrgdina av, at Kring
varpið hevur eina redaktión heldur enn
tvær. Jógvan á Lakjuni. Tí tað var hann, sum
í óðum verkum klaskaði Sjónvarp Føroya og
Kringvarp Føroya saman í ein stovn.
So kann hann spyrja so galið hann vil
Rigmor Dam og onnur, sum nú ráða, hví
Kringvarpið bara hevur eina redaktión
heldur enn tvær, so sum politiska ætlanin
var. Og har eru vit aftur við sama ábyrgdar
mannin. Jógvan á Lakjuni eigur ábyrgdina,
tí hann lat stovnin sleppa at leggja báðar
redaktiónirnar saman í eina – eftir umstøð
unum stóra og sterka redaktión. Jógvan á
Lakjuni var mentamálaráðharri í landsstýr
inum frá 2004-2008. Tað var í 2004, at hann
avhøvdaði SvF sum stovn og legði hann
undir ÚF.
Men Jógvan á Lakjuni hevði ikki bara
ábyrgdina av stovninum, tá teir vóru lagdir
saman. Hann hevði eisini ábrygdina frá
2005-08, tá redaktiónirnar vuksu saman.
Jógvan á Lakjuni hevði eisini ábrygdina
av Kringvarpinum, tá politiska avgerðin
varð tikin í 2007 um, at Kringvarpið ikki
longur skuldi hava lýsingar. Hann hevði
ábyrgdina, tá stovnurin yvir eitt fimm ára
skeið skuldi niðurlaða lýsingarpartin, so
privatar útvarpsstøðir kundu taka yvir
hendan partin og aðrir privatir miðlar við.
Men hvat hend? Einki. Ella enn verri: Tað
øvugta hendi. Undir Jógvan á Lakjuni herdi
Kringvarpið kappingina um lýsingarnar
soleiðis, at privatar útvarpsrásir ongan kjans
fingu at fáa fótin fyri seg.
Árið eftir settu til dømis vit í Miðlahúsi
num nógvar pengar í eina privata útvarps
rás – júst tí at lýsingarparturin hjá Kring
vaepinum skuldi niðurlaðast.
Jógvan á Lakjuni skuldi heldur skamm
ast. Hann skuldi biðið fólkið um umbering
fyri, at hann bar seg so ábyrgdarleyst
at sum mentamálaráðharri. Og hann
skuldi latið vera við at øst fólk upp um
Kringvarpið nú – tí hann eigur sjálvur
ábyrgdina og skommina av støðuni, sum
ikki kann rættast uppaftur, tí skaðin er so
umfatandi.
Og Kringvarpið hevur eina redaktión,
sjálvt um tey sjálvi siga seg hava fýra. Har er
ein leiðsla og redaktionella ábyrgdin liggur
á einum stað. »Heiðurin« eigur
Jógvan á Lakjuni einsa
mallur.
Málið hjá ung
dóminum er
nógv meira
ávirkað úr ensk
um enn donskum
– Fyrr var vanligt
at hefta seg mest
við danismur í
føroyskum máli. Í
dag tykist sum um
angulsaksisk ávirkan
hevur tikið henda
leiklut.
Soleiðis skrivar Snar.fo, nú móðurmálsdag
urin nærkast, og Málráðið ætlar, at haldið í sam
bandi við móðurmálsdagin í ár fyrst og fremst
skal venda sær til ungdómin.
Móðurmálsdagur er 25. mars, tá V. U. Hamm
ershaimb varð føddur hendan dagin í 1819. Men
í ár fellir dagurin á langafríggjadag, og tí verður
haldið flutt til annan dag. Snar.fo skrivar víðari:
– Í miðlunum er alt vanligari at hoyra ensk
orð og vendingar, serliga tá ið ung hava orðið.
Í stuttfilminum Sigarett (2010) hjá Heiðriki á
Heygum sigur hann: “Eg eri úti av sigarettum”,
sum stavar úr enskum: “I am out of cigarettes”.
Í práti um fitness varð í ungdómssendingini
Røddin brúkt orðið legitt, um tað, sum er lógligt,
framborðið sum á enskum [lə’ʤit]. Skilligt er, at
tað er úr enskum: legit, sum er slang av orðinum
legitimate, lógligt. Á Ungdómstinginum í 2016
segði ein, at "vit skulu enkorreggja tey, ella
hvussu tað nú eitur á føroyskum".
Tá vit skriva á teldu í skúlanum seyva vit,
og tá vit fara í biograf síggja vit ein treylara.
Í løgtinginum kunnu politikarar klira, meðan
tollarar klarera.
Ávirkan úr enskum er ikki nýggj í føroysk
um máli. Í 1997 skrivaði Tórður Jóansson dokt
araritgerðina English loanwords in Faroese. Í
hesum sambandi kunnu vit nevna søgulig orð
og hugtøk, sum at sigla klos í land við trolara,
har bæði close og trawler eru úr enskum, eins og
skeilett, sum er vindeygað í dekkinum, ið letur
skylight sleppur niður undir.
Í dag eru telduspøl á enskum og mest sum
alt, ið vit raka við á telduni og á netinum, er á
enskum.
At tosa um í flokkinum: Hvussu ávirkar
teldan móðurmálið? Hvussu ávirka miðlarnir
móðurmálið? Hvussu fer at verða í framtíðini?
Kann tað hugsast, at føroyskt fer at koma
í staðin fyri ensku heitini í telduspølum og
miðlum?!
Jógvan á Lakjuni eigur sjálvur bukkin
Tjóðarsemju
um útreiðslur
fráfarin løgmaður
Les eisini blaðið
á telefonini
Hundar ræðast
muslimar
umafturafturu m
Síða 40
Tey ungu tevja
politikkin
Tema síða 12
Visti tú?
At kvinnur í Føroyum
hava havt valrætt í
100 ár?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Móðurmálsdagur
Ensk-ismur hótta danismur
Móðurmálsdagur er 25. mars – á føðing
ardegnum hjá V. U. Hammershaimb