Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. juli 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 129 - 8. juli 2000 Nr. 129 - 8. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Søkt verður eftir pedagogi, m/k til næm- ingaheim skúlans í Sernámsdeplinum. Starvið er avloysarastarv frá 1. september 2000 til 1. mai 2001. Løn og arbeiðstíð sambært sáttmála ímillum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið. Nærri um starvið fæst at vita frá Sigrid Winther, leiðara, tlf. 315934 ella í Sernáms- deplinum, tlf. 314522. Umsóknir við prógvi v.m. skulu vera Ser- námsdeplinum í hendi í seinasta lagi mána- dagin 24. juli 2000. Sernámsdepilin á Frælsinum 32 100 Tórshavn Pedagogur Toll- og Skattstova Føroya Streymoyar øki Summarfrí Vegna summarfrí frá og við 17. juli til og við 4. august 2000 verður avgreiðslan Smyrils- vegur 7 bert opin frá kl. 11.00 til kl. 13.00 nevnda tíðarskeið. Tollbúðin/avgreiðslan og posttollurin hava opið sum vanligt, eins og telefonin til teirra svarar. Toll- og Skattstova Føroya Streymoyar Øki Søkt verður eftir løgfrøðingi til áhugavert og fjølbroytt starv í Fiskimálastýrinum. Starvið Høvuðsuppgávan hjá løgfrøðinginum verður at veita løgfrøðiliga ráðgeving og at hava løgfrøðiliga málsviðgerð innan fiskivinnu- og sjóvinnumál, herundir bjarging og tilbúgving. Starvið er skipað sum stápur á Aðalskriv- stovuni. Førleikakrøv Kravt verður, at umsøkjarin hevur: • løgfrøðiliga útbúgving • góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni. Fyrimunur er, um viðkomandi hevur starvs- royndir innan økið. Treytir Setanartreytir og løn verður sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og avvarð- andi yrkisfelag. Setanarøki er Fiskimálastýr- ið og stovnar undir tí, umframt onnur aðal- stýrir og løgmansskrivstovan. Umsókn Umsóknir, við avriti av prógvum og møgu- ligum viðmælum, skulu vera Fiskimálastýr- inum í hendi í seinasta lagi týsdagin 1. august 2000. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið Postboks 347 FO-110 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast frá Kaj P. Mortensen, aðalstjóra á tlf. 353030. Endurlýsing Løgfrøðingur til Fiskimálastýrið Lærarastørv Runavíkar Kommunuskúli Til skúlaárið 2000/2001 verður søkt eftir 1 lærara. Starvið, sum er tíðaravmarkað, er lønt samb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1. til 27.4. 1. Í tímatalvuni eru m.a. lærugreinirnar enskt í framhaldsdeildini, gentuítróttur og stuðul. Umsóknirnar skulu vera skúlanevndini í hendi í seinasta lagi 15/7-2000. Nærri fæst at vita hjá skúlastjóranum tlf. 447331 ella tlf. 447956. Runavíkar Skúlanevnd v/ Jákup Hansen Sýnarvegur FO 625 Glyvrar Bilur við skaða til sølu Merki: Peugeot 106 1.5 XND Diesel Árg.: 1995 KM: 87.000 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú og kann síggjast hjá P/f Meinhardt Arge. Fróði Müller tlf. 345600 · lokal 728 Fartlf. 283892 at hitta millum kl. 13 og 15 Skrivstovufólk Undirvísingar- og Mentamálastýrið Vinnu- og Miðnámsskúladeildin Starvið Í sambandi við at eitt av starvsfólkum okkara er farið úr starvi, er eitt áhugavert og fjølbroytt skriv- stovustarv leyst at søkja í Vinnu- og Miðnáms- skúladeildini við starvsstaði í Yrkisdeplinum. Høvuðsuppgávurnar verða m.a. at: • Fyrireika ymiskar arbeiðsuppgávur í Yrkisdepl- inum (í sambandi við lærusáttmálar, lærupláss- góðkenningar, tilmelding til skúlar v.m.) • Journalisering • Avgreiða samsýningar viðv. próvdøming/meting- ardómarum • Skriva yrkisprógv • Telefon- og kundatænasta Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a. at umsøkjari hevur: • Útbúgving og møguligar royndir í skrivstovu- yrkinum ella øðrum, ið kann javnmetast við hetta • Góðan kunnleika í nýtslu av edv (windows, word, excel) • Góðan kunnleika til føroyskt • Góð samstarvsevni • Førleika at arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða Starvið er spennandi við nógvum samskifti inn- og úteftir. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Í aðalstýrinum eru stápsfunktiónir innan m.a. løgfrøði, búskap, kunningartøkni og fyrisiting. Fyriskipanin er býtt í 3 deildir –Ufólkaskúladeild, vinnu-/miðnámsskúladeild og mentamáladeild –Usum stápsfunktiónirnar veita ráðgeving til, umframt til aðalstjóran og landsstýrismannin. Yrkisdepilin er ein sjálvstøðug fyrisitingareind í Vinnu- og Miðnámsskúladeildini undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, og fyrisitur í høvuðsheitum arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmál. Fyrisitingarliga er Yrkisdepilin skipaður í eina yrkisnevndafyrisiting og eina ráðsfyrisiting, sum eisini fyrisitur mál hjá stýrinum. Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði per- sónligari og fakligari menning. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og Starvsmannafelagið. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðalstýrið og allar deildir/stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til: Undirvísingar- og Mentamálastýrið Att: Yrkisdepilin Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. juli 2000 kl. 15.00. Starvið verður at seta skjótast til ber. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur Oluf Hansen, fyrisitingarleiðara, tlf. 355050 Tórshavnar kommuna Kunngerð Í sambandi við søluloyvi á ólavsøku 2000: Loyvt er ikki at selja serpentin sprayblikk, vørur í ílati av blikki ella glasi, cowboyhattar úr plastikk- ella pappírstilfari og heldur ikki seyðarhøvd. Fyri tær vørur, ið loyvt er at selja, verður víst til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar, lýst í kunngerðarblaði nr. 14, 4. juli 1991. Fyri aðrar sølubúðir, ið ikki eru umfataðar av afturlatingarlógini, verður víst til tey loyvi, ið Føroya landfúti hevur útskrivað til hesar búðir. Mint verður á, at loyvini mugu ikki latast øðrum. Tórshavnar kommuna áleggur øllum, ið hava kiosk ella aðra sølubúð, at hava nóg mikið av rusk- íløtum og støðugt at halda økið uttan um búðirnar ruddiligt. Vísandi til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar § 4, stk. 3, skal við hesum verða boðað frá, at handlar í Tórshavnar kommunu í sambandi við ólavsøkuna kunnu hava opið 27. juli til kl. 21.00, 28. juli til kl. 02.00 og 29. juli frá kl. 14.00 til kl. 02.00. UPP- OG AFTURLATINGARTÍÐIR ÁÓLAVSØKU 2000 Við Landavegin • Tórshavn Tel. 31 60 66 499,- BERT Storm- shield 1. floks betongmáling 10 ltr. 299,- Reyð rustverjandi takmáling 5 ltr. 399,- Johnstone's træverja timbershield 5 ltr. SUMMAR TILBOÐ BERT BERT DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 REYNI SERVICE Bilurin er skrásettur 04/06-1998, hevur koyrt 42.000 km. og kann síggjast hjá P/f Reyni Service í Hoyvík. Um hóskandi boð fæst selja vit ein Toyota Hilux 4x4 Pick-up Extra-cab við skaða Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 Sosialurin - 311820 Frá Hotel Norð Leygardagin er stongt vegna veitslu. Opið verður aftur við døgurða kl. 12.00 sunnudagin. Døgurðin er fersk suppa, oksasteik og heimagjørd dessert. Sosialurin - 311820 KN tag Det bedste over hovedet... KN agdækning T A S www.kn-tag.dk - E-mail: post@kn-tag.dk Bredalsvigvej 1 • Humlum • 7600 Struer Tlf. 0045 97 86 17 33 • Fax 0045 97 86 12 05 Kimsvej 1 • 7500 Holstebro Tlf. 0045 97 40 19 33 Industrivej 15 • 7700 Thisted Tlf. 0045 97 92 61 33 Ring og få et godt tilbud. • Tagpapdækning • Efterisolering med Rockwool • Tagrenoveringer • Tagreparationer • Renovering af skiffertage Op til 15 års garanti Medlem af DTBs Garantifond - også på Færøerne Kontakt vore medarbejdere på taget hos Ide Møbler,Tórshavn, i juni og juli SUMMARFRÍ Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðs- skrivstovan vegna summarfrí verður stongd fyri allari avgreiðslu frá mánadegi 10. juli til og við fríggjadegi 28. juli 2000. Fuglafjørður tann 28. juni 2000 Fuglafjarðar býráð