Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 34 H etta er 10. ferðin, at skipað verður fyri Torradøgum í Klaks­ vík, og sigast má, at fólk hava tikið Torradagarnar til sín sum viðkomandi og kær­ komnar í tomu vetrartíðini, eins og Norðoyastevnan, Summar­ festivalurin, Sjómannadagar, Kópakonudagar og hinar stevn­ urnar eru tað um á sumri. Torri Torri stavar frá tí gomlu tíðar­ rokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring. 

Mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa, einmánaði og so frameftir. Torri kann eisini verða sett í samband við tvørra, við merkingini “minka”. Her verður hugsað um, at mánin er í minking (hvørvandi sól) – at veturin er farin at halla ella minka. Torri hevur eisini verið sett í samband við turrur, her m.a. hugsað verður um veðrið ta tíðina á árinum. Gongur fram móti ljósari tíðum! 

Útróðrarmenninir tosa um torrafisk í hesum døgum – Tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. Hesa tíðina varð av góðum grund­ um etin annarleiðis tilgjørdur fiskur, sum t.d. kundi vera fyltur á serligan hátt m.a. við rogni og livur. Tom tíð Av tí at Klaksvík, fiskivinnu­høv­ uðsstaður Føroya, er nógv knýttur at fiskivinnuni – samstundis sum torratíðin á landi er friðarlig og tom eftir stóru jólahalguna, verður hildið skilagott at gera nakað serligt burturúr hesum tíðarskeiði. Tí fekk hetta tiltakið eisini navnið Torradagar. 

Í ár verður byrjað mánadagin 15. februar við konsert í Ósáskúlanum. 16. februar hugleiðir Líggjas í Bø um “Klaksvíksstríðið”. 17. februar verður Fiskivinnutingið. 18. februar hugleiðir Osmund Justinussen um veðurfyribrigdi, sum ávirka fiskiskapin við Før­ oyar. Eygleiðingar av veðri og fiskaríi – hvussu fiskurin hev­ ur ferðast, eisini í mun til veð­ ur. Øll kvøldini eru tiltøkini kl. 19.30.
Í Smæruni verður skip­ að fyri fleiri hugnaløtum, har sjómenn siga frá, og eisini verður ein 
myndaframsýning. Jógvan Ing­vard Olsen mikudagin og Hanus Lassen hósdagin kl. 15.00.

Hósmorgunin kl. 10.00 verður Café Betesda – har Poul Færø greiðir frá trolaralívinum umborð á Sjúrðarberg, tá ið teir seint í 1950´unum eisini plagdu at syngja umvegis sendara til flotan. Tónleikur, sangur og kaffi er eisini á skrá. Torramatiné við tiltikna Morgunkórinum úr Tórshavn v/ Sigrid Sivertsen verður í Christ­ ianskirkjuni leygardagin 20. febr­ uar kl 11.30. Heilsucaféin Eftir Torra-renningina kl. 14.00, sum er beint niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús, letur Heilsucaféin upp kl. 14.30 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við ymiskum leskiligum í kantin­ uni.

Andras Sólstein, søgu­frøð­ing­ ur, heldur fyrilestur um søguna hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD mýlislívfrøðingur og verk­ætlanar­ leiðari á FarGen, heldur fyrilestur við heitinum “Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?” Fiskivinnutingið Tað spennandi og viðkomandi fiskivinnutingið, sum altíð er sera væl vitjað, verður mikukvøldið kl. 19.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð. Kjakið verður sent beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpinum, og verða tað Jón Brian Hvidtfeldt og Óluva Zachariasen, sum eru vertir. Tú sleppur eisini at siga tína hugsan og hjartans meining mikukvøldið í Torravikuni. Allir floksformenn á ting kjakast um fiskivinnupolitikkin. Kanska er uppboðssølu-uppskotið komið aftur úr Vinnunevndini og væntandi eisini viðgjørt á løgtingi. Serfrøðinganevndin í samband við fiskivinnunýskipanina er mannað, og arbeiðssetningurin kendur. Tað átti at givið ábendingar um, hvat samgongan ætlar, samstundis sum retorikkurin frá andstøðuni kanska hvessist, og tí er nógv at samskifta um.
 Útferðir Til ber at vitja Kópakonuna við skjóttgangandi báti. Siglt verð­ur norður til Kópakonuna og møgu­ liga eisini norður á Kallin og í Kun­ oyarstovu. Báturin siglir frá báta­ havnini frammanfyri Dragan. Í Leikalund er ymiskt á skrá – sjónleikur og leygarkvøldið vitjar Hallur Joensen. Ein siðsøgulig gonguferð er á skrá mikumorgunin, aðrir fyrilestrar, listaframsýning við Frits Johannesen á Post­hús­in­ um, Martin Joensen í Gamla Segl­ húsinum, og ymisk onnur tiltøk eru á skrá, sum kunnað verður nærri um komandi dagarnar. Torramatur Leskiligu matstovurnar í býnum – hjá Jórun, Fríða, Jacqson og aðrar við – plaga at hava serligar torra- matseðlar við annarleiðis matskrá, har borðreitt verður við ymiskum úr fiski. 
Men tey, ið ynskja sær laga­ligt rull undir borðiskinum, kunnu fara umborð á Dragan at fáa sær stormsúpan og annars at verða kunnað um, hvat fyriferst umborð á Draganum. 

 Forkunnug veðurforsøgn Torradagar enda við eini serstakari, áhugaverdari og frameftirlítandi veðurforsøgn. 

Tað er kendi veður­ maðurin á DR, Jesper Theilgaard, sum eisini er kendur í altjóða høpi frá veðurlagsráðstevnum, ið fer at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 - 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.? – Hesin fyrilesturin, verður í Miðhøllin á Skúlatrøð (fyrr kallað Ósáskúlin) leygardagin 20. februar.
Bogi Hansen, hav­ frøðingur, heldur ein stuttan fyri­lestur: “Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina”.

Fyrilestrarnir hjá Jesper Theilgaard og Boga Hansen hava eisini vakt ans hjá m.ø. SEV, sum er “brúkari av veðrinum”. Teir hava lagt seg eftir at framleiða meira grøna orku, og komu teir í fjør heilt upp á 60 % framleiðslu av grønari orku - samstundis sum elframleiðslan var tann mesta nakrantíð. Framleiðslan úr olju minkaði góð 16 % annað árið á rað. Um­ boð vegna SEV fer tí eisini at hava eitt lítið íkast um teirra grønu orkuframleiðslu og hava við­merkingar og fyrispurningar í mun til tær metingar, Jesper Theilgaard kemur við. 

Tú, sum veður-áhugaður – hvør er ikki tað í Føroyum – sleppur eisini at seta veðurmanninum frá á DR, Jesper Theilgaard, Boga Hansen og SEV spurningar og viðmerkingar. 
Jú, vit kunnu biðja góðar Torradagar! Torradagar í Klaksvík í næstu viku So vóru teir aftur her, Torradagarnir 15. – 20. februar 2016. Hesir fólkakæru og hugnaligu dagar við nógvum ymiskum á skrá, har serliga sjógvurin, sjóvinnan, fiskur og fiskiskapur og tað, sum knýtir seg at hesum, er á skrá. FAKTA Jesper Theilgaard - 1955, Odense, útbúgvin veðurfrøðingur, hevur verið á veðurtænastuni hjá Keypmannahavnar Lufthavn í 12 ár. Verið á Danmarks Meteorologiske Institut, har hann eisini var við til at umskipa stovnin. 
Síðani 1990 hevur Jesper verið á TV- avísini hjá DR, har hann ger verðurforsagnir. Jesper er kendur í altjóða høpi, har hann ofta er at síggja á veðurlagsráðstevnum, sum ein virdur fyrilestrarhaldari úti í heimi. 
Jesper Theilgaard hevur skrivað fleiri bøkur um veðrið: • Svæveflyvningen og vejret, 1992 • Vejret omkring os, 1993 • Vejrkalender (kemur út hvørt ár) • Vejret for dig (4 barnabøkur om Regn, Sól, Vind og Kava sett saman í eina bók) • Vejrhåndbogen • Det danske vejr, 2006 • Verdens vilde vejr, 2008 • Vejret i kunsten, 2012 Jesper Theilgaard