Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 37 SamSkipari til ByggiharraSamtak Føroya starv á Landsverki Arbeiðsuppgávur • Samskipa uppgávur í sambandi við limafundir og aðrar fundir hjá felagnum • Lýsa mál og gera frágreiðingar • Viðgera lógir og kunngerðir • Luttaka í arbeiðsbólkum o.ø. • Skipa fyri skeiðum og tiltøkum • Gera strategiskar ætlanir fyri virksemið • Røkja skrivarauppgávuna í samtakinum Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við leikarar í føroysku vinnuni og við myndugleikar. Byggiharrasamtak Føroya er eitt samstarv millum almennar byggiharrar í Føroyum. Í løtuni eru seks limir, sum telja Landsverk, SEV, Bústaðir og Tórshavnar-, Klaksvíkar- og Runavíkar kommunur. Formaður er Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki. vit væntA At tú • Hevur viðkomandi hægri útbúgving • Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir • Hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst • Hevur góð samstarvsevnir • Dugir væl at samskifta munnliga og skrivliga, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum setAnArviðurskifti Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Landsverki www.landsverk.fo ella við posti til Landsverk, Boks 78, 110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. februar 2016. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ewald Kjølbro, formann, tel. 290 801, ella ewkj@lv.fo. vilt tú vera við til at menna byggivinnuna í føroyum? megnar tú at arbeiða breitt, hava fleiri bóltar í luftini í senn, men eisini fara í dýpdina? So er eitt spennandi starv at søkja á Landsverki. Landsverk, sum hevur fastan formansskap í Byggiharrasamtaki Føroya, sóknast nú eftir samskipara til samtakið. Samskiparin skal serliga ráðgeva limunum um byggimál, og samskipa áhugamálini hjá limum felagsins innan skeiðvirksemi, útboð av verkætlanum og karmar fyri bygging annars. BSF Byggiharrasamtak Føroya PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Claru Agathu Simonsen, Lágarvegur 22, 490 Strendur, fødd tann 14. september 1916, deyð tann 14. oktober 2015, og fyrr deyða hjúnarfelaga Poul Julius Martin Bernhard Simonsen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríðu Patursson, Frúutrøð 4, postboks 6, 110 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 334/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 28. januar 2016. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Magnus Eyvindur Brahe Jørgensen, Niðaragøta 28, 188 Hoyvík, føddur tann 1. september 1953, deyður tann 21. november 2015, og eftirsitandi hjúnarfelaga Sólfríð Hansen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Paturson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 372/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 4. februar 2016. Røntgendeildin Radiografur Søkt verður eftir avloysara fyri radiograf at arbeiða fulla tíð frá 01.04.16 til 30.09.16. Førleikakrøv: • Prógv og góðkenning sum radiografur • Góð samstarvsevnir • Royndir er ein fyrimunur Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Joan Sivertsen, deildarleiðara tlf. 45 45 45 ella teldupost: joan@ks.fo Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-frøðingar. Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum skulu sendast til: ks@ ks.fo Umsóknarfreiðst 26.02.16 Frá Arbeiðarafelagnum »Hæddin« Ársaðalfundur verður leygardagin 27. februar. kl. 15.00 í felagshølinum. Skrá sambært lógini. Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur hálvan tíma seinni. Nevndin Biluri til sølu Biluri til sølu Toyota Yaris 1,3 Árg: 2001 Í góðum standi Áhuga ring 284444