Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 18 40 O kkara lyndi er at ræðast alt tað, vit ikki kenna. Nógv ræðast hundar, tí tey hava frætt um onkran hund, sum bítur. Tí halda tey, hugsa tey, nei, tey ivast ikki í, at allir hundar bíta, ikki bara lorthundarnir ella svín­ hundarnir innaní, innansvínið. Tey fáu, sum eru bitin, ræðast sjálvandi hundar, allar hundar. Eisini teir, sum ikki bíta, men bara goyggja til teir gerast hásir. Fólk ræðast muslimar, tí tey halda, at allir muslimar eru tráðbeitnir fundamentalistar, sum halda seg hava sjálvsagdan rætt at drepa ella happa onnur. Tað eru tey sjálvandi ikki, líka lítið sum allir hundar bíta. Og vit eiga eisini at fegn­ast um, at mus­ limar ræðast yvir­ høvur ikki okkum. Tvørturímóti. Tí vit tora ikki at gera teimum nakað. Tað er ein góð meginregla ikki at ræðast annað enn tað, sum vit av egnum royndum vita, at vit eiga at ræðast. Av egnum royndum. Men tað er lættari skrivað enn gjørt. Hundar ræð­ ast muslimar, hundar eru rasistar. Nógvir hundar ræðast øll fólk, summir hundar ræðast alt og øll, eisini kettur. Nakrir hundar ræðast meg, hóast mær dámar hundar betur enn nakað annað. Lætt er tað ikki, men ræðandi torført tað heila. Sigst, at hundar kenna á sær, at hasum fólkinum ella hasum eiga teir ikki at koma ov nær, eiga teir at ansa eftir. Teir síggja tað, sum nøkur fólk eisini siga seg síggja, teir síggja aura, ljóman uttan um fólk. Hesin ljómi kann so vera antin góður, positivur, ella ringur, negativur, ella øvugt. Hundar duga nógv, sum vit ikki duga. Teir vita við fullari vissu, hvønn, teir av røttum, eiga at ræðast. Teir ræðast ikki fólk, tí aðrir hundar siga teimum, at hasi fólkini eiga teir at ræðast. Teir avgera sjálvir, hvønn teir ræðast, og leggja einki í, um aðrir hundar kalla teir rasistar. Nóg mikið um hatta. Alarar og serliga onnur ræðast lýs, laksalýs. Men hvønn skaða ger ein hálv lús? Ongan. Tí siga tey í Noregi, at í mesta lagi hálv lús sleppur at vera á hvørj­um laksi. Í Føroyum eru vit lagaligari, bara lúsin útlendsk er. Tvær lús per laks er í lagi, ella hálv triðja, tí tann hálva ger einki. Siga vit so fýra hálvar í staðin fyri tvær, skuldi verið sloppið. Áttanda plágan bast. Hatta við hálvum ella komma okkurt er ringt hjá fólki at skilja, sum hugsa logiskt. Í fótbólti ber til at vedda, um 3,5 mál ella fleiri koma í einum dysti. Hvat er eitt hálvt mál? Eitt sjálvmál kanska. Ella eitt mál skotið úr rangstøðu. Javnstøðunevndin ella onkur onnur, sum stríðist fyri kvinnur, átti at stovnað eina heiðursløn at lata kvinnum, sum tosa um seg sjálvar í kvennkyni. Ber ikki til at finna eina um árið, kann heiðurslønin latast annað hvørt ella hálvatriðja hvørt ár. Ársins kvinna í kvennkyni. Eva Evudóttir fær í ár heiðurslønina Ársins kvinna í kvennkyni, tí hon í Degi og viku tann 8.mars 2016 segði: mær dámar væl heima hjá mær sjálvari. Tungur er tigandi róður, søgdu teir gomlu. Tí fingu teir sær maskinbátar. Men tá hoyrdist ikki mannamál fyri motorinum, so bátsferðin varð framvegis tigandi. Tað einasta góða við kava er, haldi eg, at eg fari ikki út til postkassan til fánýtis. Eg hyggi bara út fyrst fyri at vita, um sporini hjá postmanninum eru har, ella tey ikki eru komin enn. Jú, har eru tey, so eru reklamurnar eisini komnar. Gott og hugnaligt arbeiði at bera fólki góð tilboð. Og fer føroyska kenningin í luftini at kosta tað sama sum hjá øðrum flogfeløgum, skal ferðaseðilin hjá okkum, sum drekka, nakrar hundrað krónur niður, ikki bara 30 krónur. Hundar ræðast muslimar Mirjam Pætursdóttir Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Lærlingur Bústaður: Hoyvík Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? Eg ætlaði mær altíð at gerast lærari. Tað var tað fyrsta, sum eg ynskti at verða og vildi tað so gott sum altíð. Sjálvandi hava onnur ting eisini verði uppi og vent, men lærarin var altíð har. Tað bleiv tað so ikki. Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár? Ikki nakað bestemt sum so. Eg havi tó fingið eitt lærupláss, sum eg eri sera glað fyri og verið eg liðug í oktober 2017. Tað ætli eg mær so í øllum førum at gjøgnumføra ☺ Enda setningin: Allir føroyingar kunnu verða samdir um.... Allir føroyingar kunnu verða samdir um, at vit grenja alt ov illa! Og ofta er tað um ymiskt, sum vit onki fáa gjørt við. Veðrið er eitt gott dømi. Og so nógv afturat! Hvør er tín fyrimynd og hví? Mamma og babba eru í øllum førum mínar fyrimyndir og tað eri eg serliga farin at hugsa um, síðan eg sjálv eri blivin mamma. Ein onnur kvinna, sum eg eisini síggi upp til, er mín góða omma, Lena. Hon verður 88 ár í mars og er so frísk, røsk og hjartagóð. Haldi hon kann verða ein fyrimynd fyri øll við sínum lætta lyndi. Eg vóni, at eg verði sum hon, tá eg einaferð komi hartil. Hvat er eitt eydnuríkt lív? Eitt eydnuríkt lív fyri meg er at hava tað gott og hava eina góða heilsu. Her tosi eg bæði um meg sjálva, men so sanniliga eisini fólkini rundan um meg. At familjan hevur tað gott og trívist, má verða eitt tað mest týdningarmikla sum er. Og so sjálvandi at man hevur eitt gott starv, sum jú er ein stórur partur av lívinum hjá teimum flestu og góðar vinir. Annars at man kann, dugir og gevur sær tíð at njóta lívið og verða nógv saman við teimum man er góður við. Hvat er seinasta gávan tú gav sjeikinum? Eg gav honum ein jakka og einar skógvar í jólagávu. Haldi at hann var glaður fyri tað. Hvat er seinasta góða ráðið, ið tú fekk? Ger tað tú hevur hug til og ikki brúka ov nógv tíð uppá at hugsa hvat hini halda. Um tú kundi sungið ein sang í X-factor, hvønn hevði tú valt? Eg hevði valt onkran góðan, fangandi sang, sum ikki var alt ov ringur at syngja. Sjálvandi hevði eg eisini funnið ein, sum passaði til mín. Mær dámar so væl filmstónleik, so tað hevði nokk verði ein sangur úr onkrum filmi. Kanska »Come what may« úr Moulin Rouge. Um tað skuldi verði ein heilt annar, so onkran hjá The Beatles, t.d. »All my loving«. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg.... Føli, at eg ikki havi nokk tíð saman við børnunum. Ofta hugsar man at fara her og har, men ofta verður tað ikki til nakað, tí man velur heldur at verða heima. Eg arbeiði jú 40 tímar um vikuna, og undirvísi sum fitnessintruktør nøkur kvøld um vikuna, og so er altso ikki tíð til nógv annað. Hvør er seinasta stuttliga uppliving hjá tær? Hevði tú spurt fyri einari viku síðani, hevði eg nokk sagt okkurt annað, men nú var bólkurin Five her síðsta vikuskiftið. Eg var ein av teimum, sum átti fløgurnar og dugdi næstan allar seriurnar, tá eg var 14-15 ár. Vit vóru nakrar vinkonir, sum elskaðu boybands. Og nakrar av hesum vinkonunum vóru komnar til Havnar at lurta eftir Five. Tað helt eg verða nokkso stuttligt. Bæði at síggja og hoyra Five og eisini at tað var saman við teimum. BAKSÍÐAN