Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Bygdarmaðurin kemur á føtur aftur Danjal av Rana S øgan handan standmyndirnar er av heilt persónliga slagnum, sigur hann, men greiðir kortini frá, at hon hevur sín uppruna í eini ógvus­ligari sjúkralegu. – Eg lovaði mær sjálvum, at kom eg livandi frá hesum, so skuldi eg gera okkurt sum tøkk, greiðir Marnar á Skúr frá. Hann varð vorðin sjúkur umborð á norskum skipi og hevði fingið ógvus­ liga livrasótt. Tað var meðan hann lá á Ríkissjúkrahúsinum, at hann ein dagin fór í kirkju. – Har situr ein ung genta og spælir urgu, meðan eg seti meg at biðja. Brád­liga síggi eg ein mann fyri mær og í hesi løtu visti eg, at eg var grøddur. Eg reisist brátt og unga gentan spyr meg, hvat bagdi. Einki bagir, svaraði eg, men eg haldi, at eg júst varð grødd­ur, sigur Marnar á Skúr. Og so varð. Komin aftur á Ríkissjúkrahúsið peik­aðu heilsutølini beint upp eftir, og eftir stuttari tíð var hann á fótum aftur. – Eg valdi síðani at fara undir at gera hesar standmyndirnar av betong, og eg havi hildið á við tí síðani, sigur Marnar á Skúr. Marnar á Skúr hevur enn eina sterka Gudstrúgv og setur enn sítt álit á bøn, tá sjúkan bankar á dyrnar. – Nøkur ár seinni gjørdist konan sjúk og skuldi niður til kanningar. Tá gav eg henni greið boð, um at vit skuldu vitja í kirkjuni hálvan tíma áðrenn hon skuldi inn. Har bóðu vit, og kanningarúrslitini vóru av teimum bestu, har vóru eingi tekin til nakað illg­runavert, sigur Marnar á Skúr. Standmyndirnar mynda ymiskt. Nakrar teirra eru endurgerðir av bíbliu­søgum, so sum søgan um Adam og Evu og um Samson. – Fólk trúgva ikki hesum søgunum longur og læra kanska heldur ikki nak­ að serligt um tær í skúlanum longur. Tí er gott at varðveita tær í listini, sigur hann. Tríggjar eru av monnum í fullari stødd, tveir standa, meðan tann triði er á knæ, men á veg á føtur. Hon ímyndar bygdarfólkið, sum kem­ur á føtur aftur. Sjálvur er hann eis­ini bygdar­maður um ein háls, men ásann­ ar, at bæði bygdalívið og Nóls­oyar bygd eru nógv broytt í hansara lívs­tíð. Um tað er til tað betra ella verra, veit hann tó ikki. – Eg haldi, tað veldst um, hvat sam­an­borið verður við, tí allar broyt­ ingarnar eru heilt víst ikki til tað verra. Sum dømi kann eg nevna tey ungu. Fyrr var púra vanligt, at ungir menn fóru til skips og vóru burtur í longri tíð. Nú fara tey øll í skúla, og hóast onkur teirra flyta av oynni, so vitja tey javnan heimbygdina, so tey mynda bygdarlívið á heilt øðrvísi hátt, sigur hann. Marnar á Skúr trívist væl úti í Nólsoy og kundi ikki funnið upp á, at búsett seg hinumegin fjørðin. – Eg kann vera í Havn eina nátt, men eg pínist í sálini, um eg liggi tvær nætur. Stressið í Havnini er øgi­ligt, sigur Marnar á Skúr og vísir til kann­ ingina hjá Starvsmannafelagnum, at fýra av fimm av teirra limum hava kent seg stressaðar. Sjálvum dámar hon­um betur bygdalívið. – Her fáa vit fugl, haru, fisk og kjøt uttan stórvegis hóvasták. Livi­kost­ naðurin her á bygd er ikki størri enn bilútreiðslurnar av at búgva í Havn, sigur hann. – Hatta lívið, sum tit hava í Havn, har stjórar, sum ikki kunnu brúkast, fáa milliónir av krónum tveittar eftir sær, tá teir vera sagdir úr starvi, kunnu tit sleppa at eiga. Tað eru tó vit, sum mugu gjalda kostnaðin. Nógv­ir av hasum monnunum vita ikki, hvat peng­ar eru, tí teir hava ongantíð gjørt nakað, fyri at fáa teir, teir hava ongan­ tíð arbeitt, sigur bersøgni nólsoy­ing­ urin. – Í Havnini mugu tit út at renna fyri at halda tykkum í form, tí tit sita still og arbeiða og so koyra til og frá. Her halda vit okkum í form við at arbeiða. Tá vit bygdafólk so vera gomul, mugu knøini skiftast. Í Havn slíta og skifta tit bara bildekk, sigur fyrrverandi bygdar­ráðsformaðurin. Í einum garði úti í Nólsoy standa fleiri standmyndir, summar av monnum í fullari stødd, aðrar minni. Garðin, og standmyndirnar, eigur Marnar á Skúr, fyrrverandi bygdaráðsformaður í Nólsoy Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen