mánadagur 15. februar 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Marjun Persson
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Viljasterk (til tíðir treisk), lívlig og lyndisløtt
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Havi ikki bil
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
iPhone
HVØR ER TÍN BESTA
SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?
Eg havi fleiri góðar summarupplivingar,
serliga á G! Festivali við vinfólki, og frá
túrum í føroysku fjøllunum við pápa mínum.
Ein ferð til Sicilia við eini vinkonu í 2014
var eisini sera feitt, har vit m.a. gingu á
Etna gosfjallinum, vitjaðu í fjallabýnum,
Taormina, og annars bara notu lekran
italienskan mat úr frískum lokalum rávørum
– har kundi eg saktans farið aftur.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
»Super«, ella »Nice«
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Eygu og smíl.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Hugni við familju og/ella vinfólki, góðum
mati og vino. Tónleikur, ein dansur ella
tveir, og ikki at gloyma venjing í Tvørmegi.
HVAT STRESSAR TEG?
Neilig fólk, og tá eg ikki nái
alt, ið eg seti mær fyri.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Av tí føroyska dámar mær væl ræst kjøt
og súpan, og eisini stokt riv. Annars
dámar mær eisini sera væl tann italienska
køkin, og kryddaðar wok rættir.
HVAT GLEÐIR TEG?
Tá eg ið eg røkki einum máli, sum
eg seti mær fyri, tað kann vera reint
fakliga ella í sambandi við venjing.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Persónligt met í squat
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Visit Tórshavn og Tvørmegi
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Mær dámar væl fjølbroytta arbeiðslagið
innan ferðavinnu, har mann hevur við
fleiri ymsar aktørar at gera, bæði innan
tað privata og almenna. At arbeiða í hesu
vinnu minnir meg eisini dagliga á hvussu
fantastiskar Føroyar eru at uppliva.
Tá tað viðvíkur Tvørmegi, so havi eg
altíð verið sera aktiv, serliga innan
fimleik og CrossFit. Tískil lá tað til
høgrabeinið at undirvísa í júst tí, sum eg
sjálv elski at brúka mína frítíð uppá. Og
so er tað bara ein góður felagsskapur,
sum eg ikki kann vera fyriuttan.
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN
Í STARVINUM?
Í ferðavinnuhøpi er stuttligt at skipa
fyri tiltøkum, og at fara á altjóða messu
uttanlands at marknaðarføra Føroyar
sum ferðamál. Í Tvørmegi er stuttligast at
uppliva, tá ið limir flyta síni egnu mørk. Tann
árliga summarkappingin og jólaveitslan í
Tvørmegi eru heldur ikki at »kimsa at«.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Eg lurti eftir øllum frá soul og RnB til
pop, country og rock .. tað er alt eftir
hvørjum hýri eg eri í. Tó eri eg nokk ein
serlig »pop-tøs« burturav, so Britney
Spears sleppur avgjørt uppí part ;)
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Flogfarið, uttan iva. Tað er fantastiskt
at sleppa skjótt víðari út í heim.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN,
TÚ HEVUR GJØRT?
Besta íløgan er tá eg stovnaði Tvørmegi
í 2013 saman við tveimum øðrum.
Umframt at hava við sær spennandi
arbeiðsuppgávur og venjing, so eru fleiri
nýggj vinarbond eisini staðin burturúr.
HVAT ER TÍT BESTA
HEIMARÁÐ?
Drekk eitt glas av vatni við pressaðari
sitrón í hvønn morgun: ein beinleiðis
kelda til c-vitmamin, sum eittnú er
gott fyri immunverju og húð.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei, ikki longur tíverri ... havi
haft kettu í 15 ár.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Gjørt íløgu í nýggjan búðstað
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Gjørt íløgu í nýggjan bústað, givið nærmastu
familju burturav, ferðast t.d. road trip
í USA, og annars sett rest á konto.
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Náttúran, sum er »in your face« og
sjarmerandi óansæð veðurlag. Og so er
tað her mín familja og míni vinfólk eru.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Tað má tíðin vísa ... ;)
Stuttligt at marknaðarføra
Føroyar sum ferðamál
Hugni við familju
og vinfólki,
góðum mati og
vino, gera meg
í góðum lag