mánadagur 15. februar 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Vilmund Jacobsen
F
yritøkan Estra í Syðrugøtu, sum
byrjaði at prenta í 1965, hevði í
fjør hálvthundrað ár á baki.
Í 2005 løgdu Estra og Vasti, sum
hevði heimstað í Klaksvík, saman, og í
2009 varð alt virksemi hjá Vasti flutt
til Syðrugøtu.
Stjórar í samanløgdu fyritøkuni eru
Sonja á Líðarenda, sum hevur sínar
røtur á Estra og Gunvá við Keldu, sum
stovnaði Vasti.
Í dag starvast átta fólk í saman
løgdu fyritøkuni í Syðrugøtu, sum setir
upp og prentar alt frá visitkortum og
gravarsálmum til krevjandi litprent,
roknskapir, kalendarar, tíðarrit og bøk
ur – fyri at nevna nøkur ting burtur úr
rúgvuni.
Frá byrjan til enda
Sum fyritøka við heili fimmti árum á
baki, hevur Estra ein breiðan skara av
viðskiftafólki, feløgum, fyritøkum og
stovnum.
– Vit seta altíð viðskiftafólkini í
miðdepilin, og vit leggja størsta dentin
á góðsku og veitingartryggleika, sigur
Sonja á Líðarenda.
Gunvá við Keldu vísir á, at Vasti,
sum varð stovnað í 2001 og sum í
2005 legði saman við Estra, hevði
til endamáls at veita viðskiftafólki
ymiskar grafiskar tænastur, ráðgev
ing um marknaðarføring, ráð um
sniðgeving og framleiðslu av eitt nú
heimasíðum, web-lýsingum, plakat
um, fløguhúsum og faldarum.
– Vit fylgja uppgávuni, antin hon er
stór ella lítil - heilt frá fyrsta útkasti
til endaliga úrslitið, siga stjórarnir á
Estra.
Eitt fjølbroytt útboð
Tá tú kemur til dyrnar í fjøltáttaðu
fyritøkuni í Syðrugøtu, sært tú bæði
Estra-navnið og Vasti-navnið í vind
eygunum, men Sonja á Líðarenda
og Gunvá við Keldu vísa á, at tá við
skiftafólk ringja á høvuðsnummarið
– 478500 – siga tey, at tað er Estra.
– Við samanleggingini bjóða vit
eitt breiðari úrval av vørum og tæn
astum, og fyri at gera tað greiðari fyri
viðskiftafólkini, brúka vit Estra sum
felags sølunavn.
Fyritøkan í Syðrugøtu fekk í 2012
sítt svanamerki frá Miljømærkning
Danmark, ið er góðkenningarmyndu
gleiki á økinum.
– At fyritøkan er svanamerkt,
merkir, at allir okkara prentlutir
kunnu merkjast við svanamerkinum,
sum tryggjar viðskiftafólki, at vøran
dálkar umhvørvið sum minst, at vøran
í minsta lagi hevur somu góðsku, sum
aðrar líknandi vørur – og at vøran tek
ur hædd fyri fólkaheilsuni.
Alt uttan ávísprent
Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu
siga, at árið í fjør var hendingaríkt við
nógvum ymiskum og spennandi upp
gávum og avbjóðingum, stórum sum
smáum.
– Vit eru farin undir nýggja árið við
góðum treysti, og vit gleða okkum til
nógvar spennandi og avbjóðandi upp
gávur.
Við tað, at tænasturnar eru vorð
nar fleiri, spjaðir virksemið hjá Estra
seg eisini um alt árið.
– Sjálvandi eru summar uppgávur
árstíðarbundnar, eitt nú roknskapir,
kalendarar, prenlutir til stevnur og
festivalar, men tað er ein sannroynd,
at virksemið í størri mun fevnir um
alt árið. Vit gjørdu nógv ymiskt tilfar
til bæði størri og smærri stevnu-og
festivaltiltøk í fjør, og vit vænta, at
soleiðis verður aftur í ár. Eisini gjørdu
vit nógvar uppgávur í sambandi við
fólkatings- og løgtingsvalið ið varð
hildið í fjør. Í ár verður so val til bý- og
bygdaráð, har vit eru tilreiðar, at taka
fjøltáttaðu uppgávurnar í sambandi
við valið á okkum.
Sonja á Líðarenda og Gunvá við
Keldu siga, at Estra kann loysa flestu
grafiskar-, uppsetingar-og prentupp
gávur, og fyritøkan megnar eisini at
prenta tey stóru formatini.
– Vit kunnu siga, at vit loysa allar
uppávur uttan blaðprent, leggja stjór
arnir á Estra aftrat.
Tey, ið kundu hugsað sær at spurt
seg fyri um møguleikar hjá fyritøkuni í
Syðrugøtu, kunnu leita á heimasíðuna
www.estra.fo,
og
fyrispurningar
kunnu eisini sendast í telduposti til
estra@estra.fo
Estra fylgir uppgávuni
heilt frá byrjan til enda
– Árið í fjør var hendingaríkt við nógvum ymiskum og spennandi
uppgávum og avbjóðingum, stórum sum smáum. Vit eru farin undir
nýggja árið við góðum treysti, og vit gleða okkum til avbjóðingarnar,
siga stjórarnir, Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu
Sosialurin 341800
Vælkomin í
HÓPIN AV NÝGGJUM KLÆÐUM
TIL ØLL VAKSIN OG BØRN