Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturkommuna Vilmund Jacobsen T að gongur væl í Eysturkommunu. Skattainntøkurnar í januar í ár vóru eitt vet hægri enn í sama mánaði í fjør, og tað er altíð hugaligt, tá inn­tøkuvøkstur er. – Jú eg haldi, at hýrurin í komm­ un­uni er góður, og tað er ikki minni hugaligt, at nógv ynskja at seta búgv í kommununi, bæði í Syðrugøtu, har hampiliga stór útstykking er í gongd og Leirvík, har arbeitt verður við nýggj­ari útstykking. Tað sigur borgarstjórin í Eystur­ kommunu, Jóhan Christiansen, sum vísir á, at stórur byggiáhugi er í Syðru­ gøtu, eins og áhugi eisini er at seta búgv í Leirvík. – Vit hava kanska eini 50-60 fólk á bíðilista til grundøki í Syðrugøtu og kanska eini 20 til grundstykki í Leirvík. Eitt er ein bíðilisti. Annað er, hvussu mong, sum standa á listanum, vildu bygt, um teimum stóð eitt grundøki í boði. Jóhan Christiansen vísir á, at onkur einstøk grundstykki eru eftir, bæði í Syðru­gøtu og Leirvík, men hesi nøkta ikki tann tørv ið er. Haraftrat kemur, at tað er ikki altíð, at fólk eru nøgd við teir møguleikar, ið eru, tí ofta er tað tey minni høgligu grundstykkini, ið liggja eftir sum tey seinastu. – Tí vilja vit nú syrgja fyri, at út­ boðið av grundstykkjum í komm­ununi verður størri, og vit ivast onga løtu í, at hetta fer at birta undir áhugan at byggja. Í staðin fyri at taka av teimum fáu møguleikum, ið eftir eru, velja summi heldur at seta seg á bíðilista, til okk­urt - eftir teirra tykki – betri stend­ur teimum í boði. Syðrugøta og Leirvík Borgarstjórin í Eysturkommunu vísir á, at 25 nýggj grundstykki verða tøk í Syðrugøtu í ár, harav tey fyrstu 17 ætl­andi verða tøk longu til várs. – Eg vænti ikki, at øll hesi 25 grund­stykkini verða bygd tað fyrsta árið, men eg trúgvi, at øll hesi verða bygd innan tey næstu fimm árini. Jóhan Christiansen sigur, at grund­ stykkini, sum Eysturkommuna út­ stykkjar í Syðrugøtu, verða seld fyri 150 krónur fyri fermeturin, og gund­ stykkini liggja um stívliga 500 fer­ metrar hvørt. – Vegur og allar íbindingar eru tá við í prísinum, men grundstykkini verða ikki seld byggibúgvin. Í Leirvík er Eysturkommuna í holt við at forhandla jørð, sum Jóhan Christiansen rópar tað, og her verður miðjað eftir í fyrsta lagi at útstykkja eini 10-15 grunstykki. – Tað tekur sína tíð at forhandla jørð, men vit eru ávegis við hesum, og eg vóni, at vit kunnu bjóða hesi grundstykki út seinni í ár. Hetta er kanska eitt sindur optimistiskt, men eg haldi ikki, at tað er ósannlíkt, legg­ ur borgarstjórin aftrat. Undir Gøtueiði, sum eisini er partur av Eysturkommunu, eru eisini nøkur atkomilig grundstykki, men tað hevur ikki verið serliga stórur áhugi hjá fólki í Eysturkommunu at byggja her. – Hesi grundstykki venda móti Skála­fjørðinum, og vit eru avgjørt opin fyri, at fólk, sum búgva við Skála­ fjørðin og aðrastaðni, kunnu seta búgv her, sigur borgarstjórin. Býráðshúsini Arbeiðið at byggja býráðshúsini í Norðra­gøtu gongur sína gongd. Tað er kendi arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað býráðshúsini, og tað er eisini hann, ið líka sum hevur eftirlitið og tekur sær av umsitingini av sjálvari byggingini fyri kommununa. Arbeiðstakari á byggiøkinum er byggivirkið KBH, og aftrat KBH-fyri­ tøkuni verða undirveitarar til ymiskar upp­gávur. – Tað er Ósbjørn Jacobsen, sum eigur hugskotið at byggja býráðs­hús­ ini um ánna niðri við ósan í Norðra­ gøtu og soleiðis byggja brúgv um ánna. Vit hava ein fylgibólk, sum eyg­ leiðir byggingina, og her eru eitt nú kommunustjórin, tekniski leiðari og borgarstjórin partur av bólkinum. Jóhan Christiansen sigur, at sam­bært byggiætlanini standa nýggju bý­ráðs­ húsini liðug í oktober/ november í ár. – KBH sigur, at verkætlanin gongur eftir ætlan, men at teir í løtuni eru umleið 14 dagar afturút. Hesa lítlu sein­k­ing vænta teir tó at vinna inn­ aftur, tá tað líður út á várið. Borgarstjórin ásannar, at øll í komm­ununi eru ikki eins fegin um hesa íløgu. – Tað eru nøkur, sum halda, at verk­ ætlanin er fantastisk. Onnur halda, at hon er út vón og viti, men eg vænti, at tá verkætlanin stendur liðug, verða 95% av fólkinum í Eysturkommunu fegin um verkætlanina, sum fer at kosta umleið 20 miljónir krónur, sigur hann. Nógv vilja byggja í Eysturkommunu – Øll í kommununi eru ikki eins fegin um íløguna í nýggju býráðshúsini. Tað eru nøkur, sum halda, at verkætlanin er fantastisk. Onnur halda, at hon er út vón og viti, men eg vænti, at tá verkætlanin stendur liðug, verða 95% av fólkinum í Eysturkommunu fegin um verkætlanina, sum fer at kosta umleið 20 miljónir krónur, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen – Eg haldi, at hýrurin í kommununi er góður, og tað er ikki minni hugaligt, at nógv ynskja at seta búgv her hjá okkum, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen VOLVO XC60 D5 AWD GEARTRONIC OCEAN RACE Prísur 575.000,- VW GOLF VII TSI COMFORTEDITION PDC V+H/ ALARMANLA Prísur 224.000,- VOLVO XC60 D3 GEARTRONIC MOMENTUM Prísur 499.000,- PEUGEOT 508 1,6 HDI Prísur 279.000,- GEYTAGØTA 10 512 NORÐRAGØTA TELEFON: 00298595253 NETBILAR@OUTLOOK.COM NÝGGJAR BILAR EFTIR TYKKARA YNSKI »vit eru bíligari« WWW.NETBILAR.FO