Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Eysturkommuna Vilmund Jacobsen L eirvíkingurin, Hoyrikur Joensen, sum eisini rekur lastbilafyritøku, hevur keypt seg inn í betong­ blandi­støðina, J+H BETONG í Leirvík, sum Anbjørn Hansen og Eiler Jacobsen hava átt og rikið í fleiri ár. Teir eru soleiðis tríggir, sum í dag eiga hetta virksemi, og nýggjur stjóri í felagnum er Hoyrikur Joensen. J+H BETONG er veitari av betongi til øll endamál, og nýggi stjórin er onga løtu í iva um, at teir hava besta be­tongið í Føroyum. – Vit eru veitarar av betongi til øll endamál – heilt úr styrkini 15-45, sum vit rópa tað. Vit hava ein betong­ blandara, sum er royndur í leikum og sum neyvan verður tikin á sínum øki. Trygd fyri brotstyrki Hoyrikur Joensen sigur, at hjá betong­ blandistøðini fær keyparin eftir ynski eina váttan um brotstyrkina í betong­inum – alt eftir, hvat endamál betongið skal brúkast til. – Tá styrkin í betonginum skal test­ast, verður betong koyrt í ein syllind­ara, har tað stendur og tornar í einar 28 dagar. Styrkin í massiva klump­inum verður síðan testað í einari pressu. Stjórin vísir á, at ein slík váttan ikki minst hevur týdning fyri byggiarbeiðir, ið krevja eina serliga styrki, og ein slík váttan er týdningarmikil fyri eitt nú fak­fólk, ið standa aftan fyri slíkar byggi­verkætlanir. – Vit kunnu soleiðis levera betong til øll byggiarbeiði, bæði om­an á lendi og undir vatni. Í okkara eygum er eingin bílegging ov lítil, tí privatkundar hava stóran týdning fyri okk­ara virksemi, og hinvegin er heldur eingin levering ov stór. Vit eru soleiðis bæði til tað smáa – og til tær stóru byggi­ verkætlaninar. Hoyrikur Joensen sigur, at tað er ikki minst í nærumhvørvinum í Eystur­kommunu, kring um í Eysturoy, Norðoyggjum og longri úti um landið, at J+H BETONG hevur sínar veitingar. – Vit hava nógv afturvendandi við­ skiftafólk, og vit levera bæði til tað smáa og tað stóra - alt í sama anda, leggur hann aftrat. Sjálvvirkandi blandistøð Blandistøðin, sum heldur til stutt inni á gamla Leirvíkarvegnum ávegis úr Leirvík, er so sjálvvirkandi, at blandi­ meistarin, sum er royndur í leikum, einsa­mallur og neyvt syrgir fyri bland­ ing­unum. – Alt er sjálvvirkandi, og blandað verður við at trýsta á nakrar knøttar á talvuni. Hoyrikur Joensen sigur, at betong­ blandistøðin hevur ein níggju rúm­ metrar stóran pumpubil, sum røkkur út á 28 metrar. Síðan er ein leysur vognur við trumlu á 12 rúmmetrar og ein vognur aftrat við trumlu á aðrar níggju rúmmetrar. – Vit hava eitt betongblandianlegg, sum er tíðarhóskandi og sum líkur øll krøv, og vit eru altíð til reiðar at geva óbindandi tilboð, sigur stjórin í J+H BETONG í Leirvík. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri, kunnu ringja á tlf. 222015. J+H BETONG hevur betong til øll endamál – Eingin bílegging er ov lítil, og eingin er ov stór. Vit eru bæði til tað smáa - og til tær stóru byggiverkætlaninar, og eftir ynski veita vit trygd fyri brotstyrkini, sigur stjórin í J+H BETONG, Hoyrikur Joensen Stjórin í J+H BETONG, Hoyrikur Joensen og starvsfelagi hansara, Jákup Jóhannus Dalsá Mynd: Vilmund Jacobsen