mánadagur 15. februar 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Vilmund Jacobsen
Øll kenna navnið Norðfra, og flestu -
fyri ikki at siga øll – eru samd um, at
Norðfra hevur eitt frálíka gott útboð
av øllum føroyskum fiska-, krabba-og
skeljavørum.
Stjóri er Kaj Otto Frederiksberg,
og virkisleiðari á virkinum í Leirvík er
Jógvan Martin Hansen.
Tá Vikublaðið vitjaði í Leirvík í
síðstu viku, heilsaðu vit upp á stjóran
og skiftu orð við virkisleiðaran.
Eitt matvøruvirki
– Vit eru ikki eitt flakavirki, men eitt
matvøruvirki.
Tað staðfestir virkisleiðarin, sum
hóast í bestu árum starvaðist hjá
Kjartani Joensen í Leirvík árini 2006
til 2011.
Jógvan Martin Hansen hevur sína
útbúgving á Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna, og tað var eisini hann,
sum startaði portiónsframleiðsluna
hjá Bakkafrosti upp í Fuglafirði.
Hann er royndur í leikum og veit,
hvat tað er, vit snakka um - ikki minst,
tá ræður um góðskaðar fiskavørur.
– Tá talan er um lidnar og virkaðar
fiskavørur, brúka vit sølunavnið Norð
fra, og tá talan er um heilan fisk, sum
verður útfluttur, tosa vit um Fofish.
Bestu fiskavørur
Jógvan Martin Hansen er onga løtu í
iva um, at Norðfra, sum er ein dyggur
veitari av góðskaðum føroyskum, ar
beiðir við besta fisk og bestu vørum í
kongaríkinum.
– Hetta sigi eg ikki av mínum
eintingum, men hetta eru afturmeld
ingar, sum vit fáa frá okkara við
skiftafólkum og sølufólkum, bæði
her heima í Føroyum og í Danmark,
har okkara virkaðu fiskavørur eisini
kunnu røkkast.
Flak og frikadellur
Jógvan Martin Hansen sigur, at burtur
úr øllum úrvalinum, sum Norðfra hev
ur í sínum útboði, er tað serliga rasp
að hýsuflak, frikadellur og knettir,
sum matvøruvirkið er kent fyri.
– Okkara frikadellur eru glute-fríar,
og tær eru enntá pannus-stoktar.
Norðfra kann veita viðskiftafólki
allar hugsandi fiska-, krabba-og
skeljavørur úr føroyskum havøki.
– Til stuttleikar kann eg nevna, at
tað serliga eru norðoyingar, ið vilja
hava raspað hýsuflak, meðan eitt nú
havnarfólk eru meiri fyri toski.
Jógvan Martin Hansen sigur, at
Norðfra er ein dyggur veitari til før
oysku matvøruhandlarnar og mat
stovurnar, og afturmeldingarar eru
framúr.
– Vit eru ógvuliga fegin um, at
okkara fiskavørur eru so væl um
tóktar, og vit vilja gera alt fyri at
liva upp til hetta álit, sum dyggasti
útbjóðari á føroyska marknaðinum,
sigur virkisleiðarin á Norðfra í Leirvík.
Norðfra hevur
bestu fiskavørur
Jógvan Martin Hansen, virkisleiðari hjá Norðfra, er onga løtu í iva um, at matvøruvirkið
í Leirvík er veitari av bestu fiskavørum í øllum kongaríkinum
Vilmund Jacobsen
Sp/f Nýgerð er í løtuni í holt við eitt
serstakt laðingararbeiði í Leirvík, har
laðað verður niðan eftir norðaru síðu
av Mataránni, sum rennur oman mill
um gomlu neystini í bygdini og út á
sjógv.
Mataráin kemur oman, har sandur
eisini er vippaður oman í fjøruna til
gleði og gagns fyri bæði stór og smá
í bygdini.
Beint norðan fyri Mataránna og
líka sum ímillum gomlu neystini er
fyri fáum árum síðan eisini bygdur ein
krokk-vøllur, sum eisini hevur verið til
mikla gleði fyri mong.
Tað sermerkta í hesum umhvørvi
í Leirvík er, at tað serliga eru privat
persónar, sum eru primusmotorar og
standa aftan fyri hesi økir og hesar
verkætlanir, sum pynta og fjálga so
væl um bygdaumhvørvið.
Persónar, sum ganga aftur í hesum
sambandi sum privatir íleggjarar, eru
eitt nú Jógvan Elias Joensen og Os
mund Justinussen.
Laðingararbeiðið, sum nú verður
gjørt við Mataránna og planerings
arbeiði, sum er partur av sama ar
beiði, verður í stóran mun fíggjað av
privatum - og í hesum førinum serliga
av Jógvan Eliasi.
40 metrar
Adrian Stauss, sum eigur og rekur
felagið Sp/f Nýgerð, ið burtur av fast
við grótlaðing, sigur, at tað eru tveir
arbeiðstakarar sum samstarva um
arbeiði, ið nú verður gjørt við Matar
ánna.
– Fyritøkan hjá Poul Joensen í
Fuglafirði ger gravi- og planerings
arbeiði, og so er tað mín fyritøka,
ið tekur sær av laðingini. Aftrat
mær havi eg unga fuglfirðingin,
Bjartur Larsen, sum er útbúgvin
anlegsgartnari.
Adrias Stauss sigur, at sjálvt
laðingararbeiði í hesum umfari fevnir
um einar 40 metrar niðan gjøgnum
Mataránna, og síðan syrgir Poul
Joensen fyri, at økið norðan fyri áar
bakkan verður planerað og snøggað.
– Ein tekning er gjørd av økinum,
sum verður enn ein vakur blettur í
Leirvík.
Grótlaðarin vísir á, at síðan privatir
fóru í holt við at hugna um økið niðri
við gomlu neystini í Leirvík, eru fólk,
sum eiga hesi neyst, eisini farin at
hampa um hjá sær.
– Tað eru eisini tey, sum hava
bygt sær neystini um til summarhús,
og hetta sær alt bara heilt ógvuliga
hugnaligt út, sigur hann.
Báðar síður
Spurdur, um ætlanin er at laða á báð
um síðum niðan eftir Mataránni, sigur
Adrias Stauss, at tað veit hann einki
um at siga sum er.
– Áarbakkin á syðru síðuni er í
ringum standi og rapar í støðum. Tí
hevði tað eftir mínum tykki verið eitt
gott hugskot, at Eysturkommuna tók
um endan her, soleiðis at grótlaðing
var á báðum síðum niðaneftir.
Adrian Stauss sigur annars, at
hann er nógv umbiðin til ymisk lað
ingararbeiði ymsastaðni, men privat
fólk, feløg, kommunur ella stovnar,
ið ynskja laðingaruppgávur, eru altíð
vælkomin at spyrja seg fyri á tlf.
286262 - og fáa óbindandi tilboð.
Adrian laðar við Mataránna
Grótlaðarin í Leirvík, Adrian Stauss, sum
eigur og rekur Sp/f Nýgerð, verður meira og
meira eftirspurdur og umbiðin sum laðari
Laðað verður niðan gjøgnum Mataránna í Leirvík, eins og økið
norðan fyri ánna verður planerað sum snotuligt fríøki
Adrian Stauss, grótlaðari og
Jógvan Elias Joensen, sum hevur
stóran alsk til Leirvíkar bygd
- Vit eru ógvuliga fegin um, at okkara fiskavørur eru so
væl umtóktar, og vit vilja gera alt fyri at liva upp til hetta
álit, sigur virkisleiðarin, Jógvan Martin Hansen