mánadagur 15. februar 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Eysturkommuna
Vilmund Jacobsen
Í
sínum útboði selur Skósølan við
Gøtugjógv serliga merkini Skechers,
sum er eitt av heimsins leiðandi
skógvamerkjum, Viking og Helly Han
sen.
Tað eru Skechers-skógvarnir, sum
eru teir løttu gangi-, renni-og fitnes-
skógvarnir, meðan Viking og Helly
Hansen eru skógvar og hálvstivlar,
sum eru teir vatntøttu.
– Eg haldi, at vit við okkara útboði
hava eitt ógvuliga gott og viðkomandi
konsept og eitt frálíka gott úrval av
dygdarskóm.
Tað sigur Terje Hansen, sum eigur
og rekur Skósøluna við Gøtugjógv.
Ótrúligur komfortur
Viking og Helly Hansen eru kend,
gomul merki, men Skechers er eitt
lutfalsliga nýggjari merki, sum hevur
vunnið ótrúligt fram kring um heimin
seinnu árini.
– Tað er óhugsandi, at tú finnur
slíkan komfort í nøkrum øðrum skóm,
sum tú finnur í Skechers.
Terje Hansen vísir á, at nýggjastu
Skechers-skógvarnir í hansara útboði
eru fitness-skógvar.
– Nógv kend ítróttarfólk kring
um heimin og fólk, sum bara hava
hug at fara út at ganga ella renna,
hava fingið eyguni upp fyri hesum
Skechers-skógvamerkinum, sum eftir
lutfalsliga fáum árum er farið um
allan knøttin.
Nýtt alla tíðina
Terje Hansen sigur, at Skechers hevur
eitt velduga stórt úrval av skóm í
høgari góðsku, komforti, flottum
sniðum og litum.
– Skechers verða í dag seldir í fleiri
enn 150 londum, og skógvarnir eru
bæði til kvinnur, menn og børn, sigur
hann.
Skósølan við Gøtugjógv hevur nógv
nýtt á goymslu, og alla tíðina koma
nýggjar sendingar, bæði av Skechers,
Viking og Helly Hansen skógvum,
sum alt eru væl umtóktir skógvar og
hálvstivlar.
Ring og spyr
Terje Hansen sigur, at øll, sum ganga
og hugsa um einar nýggjar skógvar,
eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið,
eins og fólk eru vælkomin at spyrja
seg fyri á tlf. 441018.
Skechers er bara
tað besta
– Nógv kend ítróttarfólk kring um heimin og fólk, sum bara hava hug at fara út at ganga
ella renna, hava fingið eyguni upp fyri Skechers-merkinum, sum eftir lutfalsliga fáum
árum er farið um tað mesta av knøttinum, sigur Terje Hansen við Gøtugjógv
Hann er ein av legendunum frá Lands
krona, hevur 22 landsdystir og 185
dystir í bestu føroysku mansdeildini og
steypakappingini. Ein fótbóltsyrkisleið
varir tó ikki í ævir, og Abraham Løkin
hevur nú leitað aftur á gamlar gøtur.
Fyri stuttum stovnaði hann eina
nýggja fyritøku, Vælum, sum er ein
hvítvørutænasta, ið veitir tilseting og
umvæling av hvítvørum.
Abraham Løkin er útbúgvin elek
trikari, men hevur seinastu nærum trý
árini arbeitt innan hvítvørutænastur.
Eisini hevur hann eitt styttri tíðarskeið
arbeitt sum elektrikari í Noregi.
– Eg eri sera spentur upp á hetta
nýggja ævintýrið. Eg gleði meg til at
veita fólki eina topp professionella
tænastu innan umvæling av hvítvør
um, sigur Abraham Løkin.
Abraham Løkin hevur longu gjørt
samstarvsavtalu við Borg, um at taka
sær av teirra hvítvørutænastu. Á
hendan hátt hevur hann tryggja sær,
at hann hevur nakað at gera, men er
til reiðar at átaka sær aðrar uppgávur
eisini.
– Eg havi góðar vónir, og vænti,
at eg fái nokk at gera. Tað gerast jú
alsamt fleiri og fleiri hvítvørur í heim
um okkara, so tørvur er heilt víst á eini
hvítvørutænastu, sigur fyrrverandi
fótbóltsspælarin.
Dugir annað enn
at sparka bólt
etta er nýggjasti fitness-skógvurin í Skechers-
útboðnum hjá Skósøluni við Gøtugjógv
Abraham Løkin