mánadagur 15. februar 2016síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 7 • 15. FEBRUAR 2016
21
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Nýggjur handil til tær
ungu og kulu damurnar
Hósdagin letur nýggjur handil upp í SMS. Talan er um handilin Rákið, sum annars júst er latin aftur. Handilin
letur upp við sama navni og í somu hølum, men við nýggjum eigara og heilt nýggjum vøruúrvali
S
íðani handilin Mega í SMS
stongdi fyri einum lítlum ári
síðani hevur tað líkasum mangl
að ein handil við klæðum til tey eitt
sindur størri børnini. Men nú fáa í
hvussu er tað ungu og kulu damurnar
aftur eitt nýtt stað at finna sær smart
klæðir.
Komandi hósdag letur Halla Gull-
foss, sum frammanundan eigur og
rekur mótahandilin Events í SMS,
upp handil í hølunum hjá fyrst Mega
og nú seinast Rákið hava hildið til.
Halla hevur valt at halda fast í navn
inum Rákið, tí hon heldur, at tað er
eitt ógvuliga gott navn til ein slíkan
handil.
Málbólkurin er tey
heilt ungu
– Hetta verður ein handil við klæðum
til tær ungu og kulu damurnar. Og tað
er bara til gentur. Málbólkurin eru tær
heilt ungu damurnar. Eg keypi millum
annað klæðir úr Onglandi, og tí kemur
hesin handilin eins og Events at bróta
eitt sindur frá hinum handlunum,
greiðir Halla Gullfoss frá.
Hon sigur, at tá ið hon keypir inn,
so keypir hon ikki so nógv av hvørjum,
og hon plagar at brúka eitt slogan,
sum er »get it or regret it«. Altso at
man skal vera skjótur at ogna sær
klæðini, tí nøgdirnar ikki eru so stórar.
– Tað skal heldur ikki vera so, at
tað gongur annaðhvørt barn í somu
klæðum. Hetta eru góð og smart
klæðir, sum øll skulu hava ráð at
keypa, sigur hon.
Tørvurin er har
Halla Gullfoss sigur, at hon er ikki í iva
um, at tørvur er á einum slíkum handli
í Havn.
– Nú havi eg frammanundan
Events, og har uppliva vit javnan, at
ungar gentur ganga inn til okkum at
spyrja eftir slíkum klæðum, sum vit
fara at selja í Rákinum, og tí ivist eg
ikki, at kundarnir eru har, sigur hon.
Hon sigur, at talan fer at vera um
ein ordiliga »diddiligan« handil við
nógvum góðum klæðum, sum fáast
fyri ein rímiligan penga.
– Men nú skulu vit bara hava alt
klárt til hósmorgunin, og tá vit lata
upp fara vit at hava nógv góð tilboð,
sigur Halla Gullfoss at enda.
Halla Gullfoss
Nýggjur handil letur upp
í SMS hósdagin 18. februar