Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Bara einaferð áður hevur Sam­ bands­flok­k­urin verið minni enn nú. Tað var eftir løgtingsvalið í 1998, tá Ed­mund Joensen hevði sit­ið sum løg­mað­ur í fýra ár. Tá fór Sam­ bands­flokk­urin úr 23,4 pro­sent­um nið­ur í 18,1 prosent. Tað var ein aft­ ur­gongd upp á 5,3 prosentstig. Á seinasta løgtingsvalið fekk Sam­bands­flokkurin 18,7 prosent. Tá fór hann úr 24,7 prosentum niður í 18,7 pro­s­ent. Ein afturgongd upp á 6 pro­s­entstig. Stór misnøgd var við leiðsluna í Sambandsflokkinum. Ikki tí at flokk­ ur­in ikki var nóg »sambandsligur«, men heldur tí, at flokkurin ikki var nóg sos­ialur. Serliga vóru tað fyrr­ ver­andi for­mað­urin og for­kvinann í flokk­i­num, Edmund Joensen og Lis­ beth L. Petersen, sum talaðu at, men eis­ini onnur fólk vóru misnøgd og ó­rógvað um gongdina. Flokkurin hevur nú fingið nýggj­ an for­mann. Báðrur Nielsen var eitt stjørnu­skot, tá hann sum 30 ára gam­al varð valdur á ting í 2002. Hann fekk eisini álitisstarv sum fíggj­ar­mál­a­ráð­harri hjá Jóannes Eid­es­gaard í 2004 – men valdi pol­ i­tikk­in frá, tá hann fekk bjóðað stjór­a­starv­ið í Stóru­tjørn. Tá tað æv­inýrið miseydnaðist, vendi hann aft­ur til politikkin. Nú situr Bárður Nielsen við stýr­ is­vøl Sambandsfloksins. Og hann hev­ur sett sær sum mál at vinna Sam­bands­flokk­in fram­aft­ur. og tað skal gerast við góða gamla yvir hundr­að ára langa tápuliga elju­stríð­ num um loysing ella samband. Í tíðindaskrivi gjáramorgunin sendir flokkurin myndir, har leiðsla floksins er avmyndað saman við donskum vinstraráðharrum – sum Sambandsflokkurin »tekur lógvatak saman við«. Halló Bárður Nielsen! Tað eru ikki Lars Løkke Rasmussen og hansara menn, sum skulu siga, hvar skápið skal standa í Føroyum. Tað er heldur ikki Lars Løkke Rasmussen, sum hevur einkarrætt upp á at definera ríkisfelagsskapin, grundlógina ella hvussu føroyingar vilja skipa seg við egnari sjórnarskipan. Tað er eitt arbeiði, sum skal gerast í føroyum av føroyingum sjálvandi. Og at royna at ræða fólk við við loysingini er óbúgving politikkur. Hatta bar til fyri 70-100 árum síðani. Føroyingar eru ikki so bláoygdir longur, at teir lata sær slíkt lynda. Vit eru komin forbí Sambandi og Tjóðveldi – veruleikin er meira fjøltáttaður enn barnsliga stríðið um samband ella loysing. Øll eiga at vera samd um, at tað eru føroyingar, sum skulu gera av framtíðar støðu Føroya á øllum økjum. Eisini í ríkinum. Tað eru ikki danir, sum eiga hesa avgerðina. Tí tann tíðin er farin. Um Sambandsflokkurin so fegin vil aftur í gamla eljustríð, so vísir tað einans politiska ómegd heldur enn politiskan dugnaskap. Bárður & Co vilja hava Løkke at stavnsbinda føroyingar Valdið er í Føroyum bárður! Bú­ stað­ir til fólk við serligum tørvi Eyðfunn Samuelsen tíðargrein síða 8 Stræv­ ið stríð móti ovurfiti HeilsuSíða 16 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! – Ikki kann sigast‚ at vit ting­ fólk verða ovbyrðað hesa tíð­ ina. Heili tveir dagar hava vit ver­ið til arbeiðis í løg­tinginum síð­ani 1. januar. Nú má lands­ stýr­ið koma til arbeiðis! Tað sigur Annika Ol­sen, løg­tings­kvinna fyri Fólka­ flokk­in. Hon er sum vera man spent upp á nýggju av­bjóð­ ing­ina sum fólka­floks­fólk, so vit skilja væl, at hon vil sleppa til ar­beið­is. Tí tá hon var tingkvinna fyri Fram­sókn – ella »ting­ kvinna fyri framsókn in ab­ sent­ia«, tá tímdi hon ikki soo væl til arbeiðis. Av teimum 12 ting­fundu­ num, sum hava verið síðani 22. des­ember í fjør, hevur Ann­ika Olsen bara møtt á tveim­um. Tað vil siga, at hon ikki hevur møtt á 10 av 12 ting­fundum seinastu sjey vik­urnar. Men hon er umskylt, tí tað var sjálvandi ikki hennara skyld. Tað er tað ongantíð. Tað var onkur annar, sum hevði skipað so fyri, at ting­ fundur var, meðan hon var í jólafrí – og tá kundi tað ikki fallið henni inn at lova ein­ um fólka­floks­manni at tikið sæt­ið hjá henni. So skuldi sess­ur­in heldur standa tóm­ ur. Men skjótt broytist. Fyri­ mynd­in hjá Anniku Olsen frá sep­tem­ber til januar í ár, Poul Michelsen, er følnaður í henna verð. Stóra fyrimyndin hjá Ann­iku Olsen er nú aftur sum áð­ur maðurin við ó­sigr­ andi máttinum, Jørgen Nicl­ a­sen. Gera einki til nyttu – Kringvarpið hevur bundið seg til at gera sendingar við ja­lig­um fyrimyndum. Tað skrivar Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kring­varp­i­ num, eftir at fólk undraðust um Deg og Viku sendingina mán­a­kvøld­ið, sum byrjaði við ein­um 12 minuttum long­ um innslagið um nakað so hug­kveikj­andi sum kvinnu­ lig­ar trummusláarar. Tað var Ingolf S. Ol­sen, løg­tings­maður og journ­al­ ist­ur, sum setti eld í viða t skriva soleiðis: »Nú havi eg hugt eftir TV2 News, DR2, BBC News, CNN Int­er­nat­i­onal, Al­jaze­era, og Sky News, men ikki eitt orð um mangl­andi kvinn­ul­igar trumm­u­sláarar. Sam­bært Bloom­berg eru al­tjóða val­ uta-og parta­bræva­kurs­ir­nir eis­ini púrasta óávirkaðir. Hvat bag­ir altjóða pressuni í kvøld?« Til hetta svarar tíðinda­ leið­ar­in soleiðis: – Góði Ingolf. Tað er ikki ein serføroysk søga, at kvinn­ur ikki eru sjónligar í rytm­isk­a tónleikinum. Ein størri kanning var gjørd um júst hetta í Danmark í 2012. Hon vísir, at tað eru mark­ ant færri kvinnur innan rytmiskan tónleik enn menn. Menn­i­nir fáa eisini 90% av koda­peng­unum, sum verða út­lutaðir. Somuleiðis eru tón­leik­a­fest­ivalar kring heimin krit­i­seraðir fyri ikki at hava kvinnuligar art­ist­ ar á skránni. Hetta er akt­ u­elt í Føroyum beint nú, tí Norð­ur­landa­hús­ið skipar fyri einum rokkskúla fyri før­oyskar kvinnur í summ­ ar. Somu­leið­is hevur Bubbi Mort­hens júst spælt í Norð­ ur­landa­húsi­num. Hann hevði bert kvinnur við í bólk­ i­num, tí hann há­tíð­ar­held­ur, at íslendskar kvinn­ur hava havt valrætt í 100 ár. Annars hevur hes­in kyns­pro­ble­ma­ tikk­ur verið meira frammi í al­tjóða miðlum enn makrel­ fisk­i­skap­ur­in und­ir Før­ oy­um. Um tú ómakaði tær at googla "gender equality in the music industry", so hevði tú vitað tað. Eg haldi absolutt, at tað er við­kom­ andi, at fáar kvinnur eru inn­ an rytmiskan tónleik. – Hetta er ein symptom upp á ein størri trupulleika, sum er, at kvinnur sum heild ikki eru líka sjónligir sum menn í samfelagnum. Men nei, kvinnur hava hvørki stert ella murt, sum vit jú vita er fremsta tíð­ind­a­krit­ er­i­um í Føroyum. Og tíðindaleiðiarin legg­ ur afturat kjakinum, at sam­ bært heildarætlanini um fólka­flyt­ing og fólkavøkstur, so eru 2155 færri kvinnur enn menn í Føroyum. Kvinnur støð­ast altso ikki í Føroyum. Í somu heildarætlan hevur Kring­varpið bundið seg til at "gera sendingar við jaligum fyri­mynd­um, sum yngra ættar­liðið, kanska serliga kvinn­ur­nar, kunnu kenna seg aftur í og síggja upp til". Hava avtalað ávís tíðindi í Kvf – Jørgen við tí sigrandi máttinum er og verður tann besti