Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Tað er eitt eymt og stórt mál. Men vit eiga at hava greið­ar reglur á økinum. Sirið Stenberg, lands­ stýris­kvinna í heilsumálum, ætlar at taka spurningin um eftir­gjørdan gitnað til føroy­ ingar, til viðgerar. Hon sigur, at hóast hetta er eitt stórt og eymt mál, hava vit í Føroyum ongar greið­ar reglur á økinum og nú fer hon at vita um tað ikki ber til at fáa undirtøka er fyri at fáa skipað viðurskiftið á hes­um øki. Nakað síðani spurdi Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hana, um sam­kynd hjún fara at hava somu møguleikar at fáa eftir­gjørdan gitnað, sum hjún hava nú, og um tað skal vera ókeypis fyri tey. Hann spyr eisini um børn, sum foreldur hava fingið við eftirgjørdum gitnaði, fara at fáa rætt til at vita, hvør pápin er. Ongin treyt Sirið Stenberg staðfestir, at tað ein grundregla í føroyska heilsuverkinum, at rætturin til viðger er ikki tengdur at, um fólk eru gift ella ikki. Sjúkrahúslógin hevur onga treyt um, at fólk skulu liva saman í hjúnalagi fyri at fáa viðgerð. Heldur ikki í lógini um Heilsutrygd, ella í nakrari aðrari lóg í heilsu­ verk­inum, eru veitingarnar tengdar at, um fólk eru gift, ella ikki. – Og akkurát sum allar aðrar viðgerðir í heilsu­verk­ inum, er rætturin til at fáa eftirgjørdan gitnað, heldur ikki tengdur at, um kvinnan er í hjúnarlagi ella ikki, sigur Sirið Stenberg. Men hon leggur afturat, at í Føroyum hava vit hava onga lóg um eftirgjørdan gitn­að. Av tí, at ongin lóg er á øki­ num, hevur Heilsu­mála­ráðið givið sjúkrahúsunum eina vegleiðing um, hvussu farast skal fram á hesum øki. – Hendan leiðbeiningin er tað einasta, sjúkrahúsini hava at halda seg til. Og eftir henni fíggjar landið í mesta lagi tvey børn til eitt barn­leyst par, har kvinna og maður liva saman í hjúna­ bandi, ella líknandi parlagi, sigur Sirið Stenberg. Mótstríðandi Sirið Stenberg heldur, at hóast hetta er eitt stórt og eymt mál, er tað avgjørt ein spurn­ingur, vit eiga at taka upp í Føroyum. Hon heldur sostatt, at vit eiga at fáa rættartrygdina hjá teimum, vilja hava eftir­ gjørdan gitnað, í eina trygga legu. – Tað er heldur ikki rætt og rímiligt at lata so stórar og grundleggjandi spurn­ing­ ar upp í hendurnar á starvs­ fólkinum á sjúkra­húsverk­ inum at tulka og taka støðu til í hvørjum einstøkum føri, leggur hon afturat. Tí heldur hon, at vit at fáa eina føroyska lóg á økinum. Hon sigur eisini, at starvs­ fólk á sjúkrahúsinum hava eis­ini sóknast eftir at fáa greiðar reglur á økinum. – Sum støðan er í dag, verða fólk send av landinum, mest til Danmarkar og til Íslands til at fáa eftirgjørdan gitnað, men tá eru tey fevnd av lógunum, sum eru gald­ andi har. Sirið Stenberg sigur, at verður lógin um at loyva sam­kyndum hjúnalagi, sam­ tykt, er tað enn meiri átrok­ andi at fáa eina greiða lóg á økinum. – Verður lógin samtykt, er veg­leiðingin frá Heilsu­ mála­ráðnum um, at landið fíggjar eftirgjørdan gitnað til barnleyst par, har kvinna og maður liva saman í hjúna­ bandi, ella líknandi parlagi, helst ólóglig. Hon heldur, at í roynd og veru stríðir hetta eis­ini ímóti grundregluni í Heilsu­verk­ inum um, at rætturin til hjálp og viðger, er ikki tengdur at, um fólk eru gift ella ikki. – Kærir onkur, sum fær av­slag um eftirgjørdan gitn­ að, er spurningurin um tey ikki høvdu fingið við­hald, tí tað er í stríð við grund­ regl­una um, at øll hava rætt til tænastur frá heilsu­verk­ inum, sama hvussu hjúna­ bands­støðan er, heldur hon. – Sjúkrahúslógin ger ikki mun á fólki, men tað ger vegleiðingin frá Heilsu­mála­ ráð­num um eftirgjørdan gitn­að, sigur landsstýris­ kvinn­an. Eiga at taka ábyrgd Sirið Stenberg heldur, at hetta er ein spurningur, sum vit eiga sjálvi at taka ábyrgd á, og tí eiga vit at fáa eina ser­ liga lóg á økinum. – Í eini slíkari lóg verður enda­málið sostatt at gera greitt, hvør skal hava rætt til at fáa eftirgjørdan gitnað. Skulu tað vera hjún ímíllum mann og kvinnu sum kunnu fáa eftirgjørdan gitnað, skulu tað eisini vera samkynd hjún, sum fáa hendan rættin, og skulu eisini støk, sum rætt til tað? Og skulu børn, sum eru gitin á henda hátt, hava rætt til at vita, hvør kynpápin er, ella ikki? – Í Føroyum kunnu vit halda, hvat vit vilja um hesar spurningar, men tá ið pør fara uttanlands at fáa eftir­ gjørdan gitnað, eru tey fevnd av lógunum har, sama, hvat vit halda, leggur hon afturat. Sirið Stenberg sigur ikki, hvat hon sjálv heldur um hesi viðurskifti. Men landsstýriskvinnan sigur, at tað nettupp hetta kjak­ið, vit mangla í Føroyum og alt hetta eru spurningar, vit eiga at taka støðu til, og tí fer hon nú at reisa málið. aki@sosialurin.fo GREIÐARI REGLUR FYRI TEY SUM VILJA HAVA BØRN Skulu tað bara vera hjún, sum fáa rætt til eftirgjørdan gitnað í Føroyum, og skulu samkynd hjún hava sama rætt? Landsstýriskvinnan í heilsumálum heldur, at vit eiga at fáa greiðar reglur á økinum RÆTTARTRYGD MANGLA KJAK – Spurningurin um eftirgjørdan gitnað er bæði eymur og víttfevnandi, men í Føroyum mangla vit alt hetta kjakið, og eg haldi, at vit eiga at taka støðu til málið, og at fáa eina føroyska lóg á økinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum Mynd: Álvur Haraldsen Vegleiðingin frá Heilsumálaráðnum ger mun á fólki