týsdagur 16. februar 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐARGREIN
Sambandsflokkurin tekur lógvatak saman við Vinstra-ráðharrum
Sambandsflokkurin er mótvekt til loysingarrákið,
og nú verða tøk tikin fyri at styrkja Ríkis
felagsskapin og samstarvið við Vinstra
Tíðindaskriv
Eingin má taka feil av, at
Ríkisfelagsskapurin
er
í
vanda, nú 14. september-
landsstýrið, við Javnaðar
flokkinum á odda, ætlar at
lirka føroyingar inn undir
eina føroyska loysingar
grundlóg. Dulda dagsskráin
er at avtaka ríkisgrundlóg
ina og ríkisborgararættindi
føroyinga og sum frá líður
sjálvan Ríkisfelagsskapin.
Sambandsflokkurin
er
mótvekt til tann politikkin,
og nú skulu tøk takast fyri
at verja borg, sigur Bárður
Nielsen,
formaður
Sam
bandsfloksins.
Formansskapur
floks
ins hevur júst hitt fram
standandi limir í Vinstra.
Teirra millum er forsætis
ráðharrin,
Lars
Løkke
Rasmussen, aðrir ráðharrar
og Søren Gade, tingbólka
formaður.
Vit í Sambandsflokk
inum notera okkum, at
stjórnin er positiv í mun til
Ríkisfelagsskapin, og at hon
talar fyri einari felags ríkis
grundlóg fyri alt ríkið, og
tað er positivt, sigur Bárður
Nielsen.
Í samrøðum við Vinstra-
ráðharrar er avrátt at taka
ítøkilig samstarvsstig.
Samrøður flokkana mill
um hava umframt politiskt
sikti eisini organisatoriskt
endamál. Sambandsflokk
urin styrkir seg innan
hýsis í hesum døgum, og
politikkurin verður eftir
hugdur og nýskipaður.
Tað
er
natúrligt
at
hyggja at, hvussu Vinstri –
nútímans stjórnarflokkurin
í Danmark – skipar seg og
arbeiðir innanhýsis. Fleiri
góð hugskot eru fingin
til vega í samrøðum við
politikarar og floksskriv
aran
hjá
Vinstra,
sigur
Magni Laksáfoss, næstfor
maður í Sambandsflokk
inum.
Hann stendur, saman við
floksskrivaranum, Reidari
Nónfjall, á odda fyri breiðu
innanhýsis
broytingartil
gongdini í flokkinum.
Grønt
samstarv
er
týðandi partur av fram
tíðini.
Á
vitjan
síni
í
Keypmannahavn hitti for
mansskapur
Sambands
floksins m.a. Lars Christian
Lilleholt, orku-, veitingar-,
og klimaráðharra. Føroyar
og Danmark kunnu fáa
nógv burturúr at samstarva
um nýggjar orkuloysnir.
Á myndini eru, f.v.: Magni
Laksáfoss, næstformaður,
Lars
Christian
Lilleholt,
ráðharri, Bárður Nielsen,
floksformaður, og Thomas
Danielsen, fólkatingsmaður
fyri Vinstra og formaður í
orku, veitingar-, og klima
nevnd Fólkatingsins.
Hava sett 60 miljónir krónur
av til at útvega bústaðir
til fólk við serligum tørvi
Fleiri enn 20 bústaðir í Havn til fólk við serligum tørvi eru beinleiðis óhóskandi vísir kanning. Samgongan hevur
tí sett 60 mió. krónur av til bæði at byggja nýggjar og at umvæla verandi bústaðir tey komandi trý árini
Eyðgunn Samuelsen,
landsstýriskvinna í
almannamálum
Tað kom sum ein bumba, tá
Almannaverkið fyri knøpp
um ári síðani kundi staðfesta,
at ein stórur partur av
bústaðartilboðunum
til
fólk við serligum tørvi vóru
óhóskandi til endamálið.
Serliga er støðan álvarsom
í Suðurstreymi. Fleiri bústað
ir eru umbygd sethús, ótíðar
hóskandi, og stava frá einari
farnari tíð. Vantandi viðlíka
hald og manglandi neyð
ugar dagføringar av hesum
bústøðum hava havt við sær,
at 22 av 45 bústøðum í Havn
ikki kunnu metast at vera
hóskandi til endamálið í dag.
Stóri syndarin er politiska
skipanin, tí tað tykist vera
ómetaliga trupult at fáa
Løgtingið at játta nóg mikið
av peningi til viðlíkahald
av almennum bygningum.
Ikki bara bygningum. Sama
søga ger seg galdandi, tá ið
tað viðvíkur landsvegum
og tunlum. Vit politikarar
vilja helst klippa snórar og
seta spakar í, meðan myndir
verða
tiknar.
Tað
selur.
Fjølmiðlar varpa ikki á sama
hátt ljós á viðlíkahaldskont
una hjá Landsverki. Í øllum
førum ikki fyrr enn ov seint
er.
Vánaligu bústaðarviður
skiftini eru ein álvarslig
støða og ein støða, sum vit
í samgonguni taka í álvara.
Tað kann snøgt sagt ikki
góðtakast, at vit sum eitt
ríkt vælferðarsamfelag ikki
kunnu veita teimum, ið eitt
nú stríðast við sálarsjúku
ella hava menningartarn,
virðiligar og góðar bústaðir.
Beinanvegin eg tók við
sum landsstýriskvinna í al
mannamálum reisti eg tí
málið um vánaligu bústaðar
viðurskiftini í landsstýrinum
og í samgonguni. Úrslitið av
hesum er, at út við 60 mió.
krónur eru settar av tey
komandi trý árini at fáa til
vega góðar og virðiligar bú
staðir til fólk við serligum
tørvi.
Í ár eru 19 mió. krónur
tøkar til endamálið, í 2017 eru
23 mió. og í 2018 eru 15 mió.
krónur
avsettar.
Stendur
tað til mín, so verður hildið
áfram í 2019 og til komið er
á mál.
70 nútímans bústaðir
Hendan átrokandi íløgan í
nýggjar bústaður í Suður
streymi fer at bøta munandi
um støðuna. Aftrat hesum
hevur BÚSTAÐIR avgjørt,
at fimta hvør íbúð, sum teir
lata gera, er ætlað fólkum við
serligum tørvi. Somuleiðis
hevur BÚSTAÐIR avgjørt
at byggja 12 íbúðir til fólk
við menningartarni og 12
íbúðir til fólk við sálarsjúku
í Tórshavn. Hetta verður
gjørt í tøttum samstarvi við
Almannaverkið.
Tilsamans fer hetta at
veita eini 70 borgarum nú
tímans
og
tíðarhóskandi
bústaðir
tey
komandi
árini.
Tað hevur alla tíð ligið
í kortunum, at ein partur
av játtanini skal brúkast
til at nútímansgera reyðu
bygningarnar á Eirargarði.
Herfyri kom fram, at soppur
er staðfestur á Eirargarði og
tí er neyðugt við umfatandi
kanning av bústøðunum,
áðrenn farið verður víðari
við hesum ætlanum.
Í heila tikið hevur tað
stóran týdning ikki at fara
fram eftir fummum í hesum
máli. Peningurin er settur av
og í løtuni verður síðsta hond
løgd á eina greiða ætlan fyri
hvussu bústaðarviðurskift
ini kunnu bøtast fyri so
mong sum gjørligt. Talan
er sum sagt ikki bert um at
byggja nýtt, men um at um
væla og dagføra verandi bú
staðir, har fólk hava sítt heim
í dag. Tí má arbeiðið leggjast
til væl til rættis við atliti til
borgararnar.