týsdagur 16. februar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Tað heldur altjóða viðurkendi
fitiserfrøðingurin og yvir
læknin, Jens-Christian Holm.
Hann vísir á, at hormon
skipanin er tín størsti fígg
indi og mótstøðumaður, tá
tú fyrst ert vorðin fongd/-ur
við yvirvekt.
– Talan er tá um ómetaliga
stórar biologiskar kreftir
í kroppinum. Men, henda
sannroynd verður ikki tikin
við í tær stríðsætlanir, sum
Heilsustýrið
og
okkara
politkarar leggja fyri dagin,
tá fiti og yvirvekt skulu fyri
byrgjast. Tí noyðast heilsu
myndugleikarnir at viður
kenna, at teirra átak móti fiti
ikki riggar.
Jens-Christian
Holm
heldur, at tað er upp á tíðina,
at fiti verður viðurkend sum
ein kronisk sjúka og tí skal
viðgerast á ein heilt annan
hátt, enn gjørt verður í dag.
– Vit skulu viðurkenna, at
fiti er ein reguler sjúka, sum
førir við sær fleiri enn 20
ymiskar hjásjúkur og fleiri
sløg av krabbameini. Alt eru
sjúkur, ið oyðileggja lívið hjá
einum menniskja, leggur fiti
serfrøðingurin dent á.
Hann vísir á, at nú
tíðarfyribyrging móti fiti í
høvuðsheitum snýr seg um
orkujavnvág. Tað merkir, at
tann, sum er rakt/-ur av fiti,
skal eta minni, enn viðkom
andi forbrennur. Men, tað er
sambært fitiserfrøðinginum
púrasta skeivt.
– Flestu fólk og tíverri eis
ini flestu serfrøðingar siga, at
fitisavnan og orkujavnvág er
ein passiv gongd, har nógv
taka upp á í vekt, um tey eta
fleiri kaloriur, enn tey for
brenna. Men, soleiðis hong
ur tað ikki saman, og tað er
ógvuliga avgerandi, at vit
skilja tað.
Leptin-skipanin
– Orkujavnvágin er nevniliga
stýrd av sonevndu leptin-
skipanini.
Henda
skipan
hevur eitt ósamsvar sum
ger, at hon vil gera alt fyri at
tryggja, at mongdin av feitti,
sum likamið hevur bygt upp,
ikki minkar, men heldur
verður enn størri.
Jens-Christian
Holm
sigur, at leptin-skipanin er
ein biologisk skipan, sum
regulerar feittmongdina hjá
menniskjum og dýrum.
Hann vísir á, at serfrøð
ingar á økinum skilja ikki,
hvussu
framúrskarandi
kroppurin í veruleikanum
er, tí kroppurin er nevniliga
førur fyri at verja, varðveita
og viðlíkahalda sítt yvirskot
av feitti.
– Hetta er ein kampur,
sum fólk við stórari yvirvekt
hvørki kunnu vinna við
røslu ella við at eta minni.
Tað er ein katastrofa, at fólk,
sum líða av yvirvekt, eru
koyrd út á hetta síðuspor.
Tað er ógvuliga tyngjandi
fyri tann einstaka at líða av
stórari yvirvekt. Tað kost
ar eisini nógvan pening fyri
samfelagið, tá hesi skulu
hava framskundaða fólka
pensjón og annars skulu við
gerast í fleiri ár fyri ymiskar
fylgisjúkur.
Kronisk diagnosa
Jens-Christian Holm er tó
samdur í, at tað eisini eru
bólkar av fólki, sum viga ov
nógv, men sum kortini eru
frísk og hava góða heilsu og
arbeiðsførleika.
– Í staðin fyri at brúka
orkuna upp á hesi, áttu vit
heldur at gjørt meira burtur
úr teimum, sum veruliga
hava trupulleikar av stórari
yvirvekt. Hesi áttu heldur at
fingið staðfest eina kroniska
diagnosu og verið í lívslang
ari medisinskari viðgerð og
eftirliti, sigur fitiserfrøðing
urin, sum er mótstøðumaður
av ymiskum kurum, sum les
ast kann um í eitt nú kvinnu
bløðum.
Jens-Christian Holm sig
ur, at vegurin fram er skift
andi heilsugóður kostur við
nógvum grovum grønmeti.
– Tað ræður um at skilja
grundleggjandi mótstøðuna
í kroppinum ímóti at tapa
seg. Tí er tað so umráðandi at
halda sína rættvekt alt lívið,
sigur fitiserfrøðingurin, sum
vísir á, at menniskju biolog
isk sæð ikki eru bygd til at
sita still og samstundis hava
lætta atgongd til mat í stór
um nøgdum.
Kelda: www.helse.dk
Eitt strævið stríð móti yvirvekt
Ítøkilig mál – ella dreymar
– Ert tú vorðin ov prúð/-ur, ger tín hormonskipan tað nærmast ómøguligt at tapa teg. Hesi sannroynd
lurta heilsumyndugleikarnir ikki eftir. Tí verður ein stórur partur av fólkinum villleiddur
Vilmund Jacobsen
Hvat hevur tú, sum tú kanst
vera errin av? Ikki hugsa um
alt, tú ikki dugir og ikki eig
ur. Hugsa heldur um alt tað,
tú dugir, alt tað, tú eigur
og alt tað, tú kanst. At vera
errin er avgerandi, um tú
livur í javnvág við teg sjálv
an og títt umhvørvi.
Hvør
er
tú
um
10
ár? Brúka nakrar fáar min
uttir at hugsa um, hvussu tú
ynskir at liva um 10 ár. Hvar
býr tú? Hvørju menniskju
eru rundan um teg? Hvørji
mál hevur tú nátt? Hvat
hugsar tú um framtíðina –
hugsar tú um dreymar ella
ítøkilig mál? At ímynda
sær, hvussu tingini fara at
verða, ger tað nógv lættari
fyri teg at gera ein dreym til
veruleika.
vilmund@sosialurin.fo
Kelda: www.fegin.fo
– Vegurin fram er skiftandi heilsugóður kostur við nógvum
grovum grønmeti. Tað ræður um at skilja grundleggjandi
mótstøðuna í kroppinum ímóti at tapa seg, sigur fiti
serfrøðingurin og yvirlæknin, Jens-Christian Holm