Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilt tú ráðgeva fakfelags rørsluni? Føroyska samfelagið hevur framúr møguleikar og samstundis stórar avbjóðingar, sum føroyski arbeiðstakarin er týdningarmikil partur av. Seks fakfeløg styrkja nú samstarvið og vilja við hesum, sum umboð fyri arbeiðstakarar, gera enn meira fyri at menna Føroyar og føroyska samfelagið í mun til rættvísi, rættindi, møguleikar og trivna. Samstarvið umfatar Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið. Í hesum sambandi verður søkt eftir einum ráðgeva. Yvirskipaða endamálið er at arbeiða fyri at fremja útvald, felags áhugamál hjá limunum í feløgunum. Ráðgevin skal, í samstarvi við forkvinnunum/- monnunum í feløgunum, velja og nágreina, hvørjum felags áhugamálum arbeiðast skal við og hvussu. Uppgávurnar umfata m.a.: • At greina samfelagsviðurskifti av fakfelagspolitiskum áhuga • At greina samfelagsviðurskifti av týdningi fyri einstaka arbeiðstakaran • At skapa álítandi dátagrundarlag í mun til fakfelagspolitiskar spurningar • Leiklut sum sparringspartnari í mun til at menna fakfelagspolitiskar strategispurningar • At menna og útinna kunningarætlanir • At samskipa arbeiði hjá Fakfelagssamstarvinum Førleikar Umsøkjarin má vera sterkur í at arbeiða sjálvstøðugt, hava gott samfelagsinnlit og politiskt tev. Krav er, at umsøkjarin dugir at finna fram upplýsingar og gera greiningar, harumframt at samskipa vitan frá ymsum pørtum, at framleiða skrivligt tilfar, herundir hoyringsskriv. Starvið er ein týdningarmikil liður í at styrkja, menna og sameina føroysku arbeiðstakararnar. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Lønar- og setanartreytir sambært avvarðandi sáttmála. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við skrivaran hjá fakfelagssamstarvinum, Annu Johannesen, mailto:anna@starvsmannafelag.fo, fartelefon 28 48 68. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. mars, 2016 kl. 12.00. Starvið verður sett skjótast tilber. Umsókn við CV, prógvum v.m. skal sendast við telduposti til: anna@starvsmannafelag.fo. Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Tannprotesan loysnað? Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum Lægsta rentan á billánum lækkar við 0,5 %-stigum og verður frá 3,45 %. Samstundis lækka ávísar innlánsrentur við upp til 0,5 %-stigum. Lækkingin stendst av broytingum á føroyska og danska fíggjar marknaðinum og fær gildi frá hósdegnum 17. mars 2016. Rentuyvirlit verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans www.ns.fo. RENTULÆKKING Í NORÐOYA SPARIKASSA Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Vísindaligt hjálparfólk til verkætlanararbeiði Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt starv sum vísindaligt hjálparfólk í sambandi við fakøkið almenn fyriskipan og burðardygg leiðsla leyst at søkja. Sí nærri lýsing á www.setur.fo. Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR So fyrst og fremst