Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tannteknikarin er ein spesialiserað tannklinikk, ið veitir tænastur innan tannprotesur, bæði á klinikkini og heima hjá tær sjálvum, um hetta ynskist. Er óhappið úti? Hjá Tannteknikaranum fært tú um­ vælt protesuna sama dag! Tær nýtist ikki at ganga uttan tenn. Òkeypis eftirlit av tannprotesum – støkk inn á gólvið ella ring og fá eina tíð T a nn te kn ik ari n TANNTEKNIKARIN TORMÓÐUR DJURHUUS AUT. KLINISKUR TANNTEKNIKARI BØGØTA 14 100 TÓRSHAVN TELEFON 252028 Framleiðsluformaður hjá Jeka Fish í Lemvig Vilt tú vera starvsfelagi hjá okkum í Jeka Fish A/S? Fyritøka okkara Jeka Fish A/S leitar eftir einum dugnaligum formanni. Jeka Fish er við at menna seg til eina fyritøku, ið verður rikin í mun til avrik. Í hesum sambandi mangla vit ein dugnaligan formann, sum skal vera avloysari og høgra hond hjá fram­ leiðslu stjóranum. Talan er um eitt nýtt starv í fyritøkuni. Uppgávur: Sum formaður fært tú ábyrgd av fýra sjálvstøðugum linjum, sum tú skalt optimera og tryggja, at tær koyra. Sum formaður fært tú ein lyklaleiklut í framleiðsluni, og tú ert varamaður hjá framleiðslustjóranum. Tú kemur at hava millum 10 og 20 starvsfólk, sum beinleiðis vísa til tín, og í sambandi við leiklut tín sum vara­ maður hjá framleiðslustjóranum fara hini 70 starvsfólkini eisini at vísa til tín. Tú skalt geva títt íkast til strukturin á virkinum, og ein partur av tínum starvi verður at víðarimenna framleiðsluna í tøttum samstarvi við framleiðslustjóran, sum eisini kemur at vera tín leiðari. Persónsprofilur: Tú ert ein GÓÐUR LEIÐARI, og tú gevur títt íkast til fram­ leiðsluna við yvirblikki og skipaðari leiðslu. Tú hevur royndir við linju leiðslu frá eini matvøruframleiðandi fyritøku. Hevur tú royndir úr fiski­ vinnuni, er tað ein fyrimunur. Ert tú til dømis fiskivinnutøkningur ella líknandi av útbúgving, síggja vit tað sum ein fyrimun, men hetta er ikki eitt krav. Vit eru ein altjóða fyritøka við nógv­ um ymiskum tjóðskapum í starvi. Tí skalt tú kunna samskifta væl á bæði donskum og enskum. Góður KT­førleiki er ein fyrimunur. Vit hava tørv á einum aktivum lifelaga, sum er glaður fyri ein hektiskan gerandisdag, har tað er rúm fyri einum smíli og góðum lag. Fyritøkan bjóðar: Eitt spennandi starv í eini altjóða fyritøku. Vit bjóða eina løn, sum svarar til tínar førleikar. Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudmundur Gudmundsson, fram­ leiðslu stjóra, á telefon +45 24280440 ella Halldór Arnarson á telefon +45 24280442. Umsóknir vera at senda til job@jekafish.dk. Umsónarfreistin er 28. Februar. Starv­ ið verður sett skjótast gjørligt. Vinar­ liga viðmerk umsóknina í evnisfeltinum við FORMAND JEKA FISH. Jeka Group fevnir um fyritøkurnar Jeka Fish A/S, Cimbric A/S og Oyster Boat ApS. Vit eru serfrøðing ar innan framleiðslu av fiskavørum av høgari góðsku. Jeka Group hevur umleið 100 fólk í starvi, og umsetningurin er um 280 milliónir krónur. Vørurnar verða seldar kring alt Evropa. Les meira um okkum á http://www.jekafish.com og http//www.havets.dk Dámar tær væl at arbeiða fyri eldri fólk, og fyri at skapa teimum góðan og virknan gerandisdag, so er tað tær vit leita eftir. Talan er um eitt starv fulla ella ¾ tíð at arbeiða í skiftandi vaktum. Starvið verður at byrja 1. apríl 2016. Krøv til førleika • Útbúgving sum heilsurøktari • Góð samstarvsevnir. • Góð evni at samskifta í skrift og talu. • Áhugað í at arbeiða við eldri borgarum. • Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing. • Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum og í samstarvi við borgaran. • Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum. Vit kunnu bjóða tær • Eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar. • Gott samstarv við onnur fakfólk. Áhugaði, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, Deildarleiðari tlf. 73 02 32. Umsóknarfreist Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn 25. februar á middegi. Um ongin heilsurøktari søkir, kann starvið verða sett av heilsuhjálpara. Umsókn við avriti av prógvi og viðmælum skal sendast til nand@eystur.fo ella til Nánd, Eysturkommunu, kulibakki 8, 520 Leirvík. Áðrenn 1.mars 2016. Søkt verður eftir heilsu­ røktara til eldrasambýlið Vesturstova