týsdagur 16. februar 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjóvinnuhúsið til
sølu ella leigu
Um hóskandi tilboð kemur upp á Sjóvinnuhúsið, matr. nr. 970e
á Vestaru bryggju í Tórshavn, verður bygningurin seldur ella
leigaður í einum.
Samlaða gólvvíddin er 7.000 fermetrar í 5 hæddum.
Bygningurin verður liðugt umvældur summarið 2016.
Umframt skrivstovur umfatar sølan/leigumálið siloina í eystara enda.
Søla av bygninginum:
Bygningurin, íroknað grundøkið, verður seldur sum hann stendur, tá
umvælingin er liðug komandi summar.
Serstakt leigugjald verður ásett fyri nýtslu av uttanumøki til
parkering o.l., sambært galdandi takstum.
Leiga av bygninginum:
Bygningurin verður útleigaður í upp til 30 ár.
Leigarin skal standa fyri øllum viðlíkahaldi innan og uttan, rakstri
og trygging av bygninginum.
Tá 30 ár eru farin, kann eigarin uppsiga leigumálið, og yvirtaka
møguligar íløgur, sum leigarin hevur gjørt, fyri ½ av metingar-
virðinum. Ynskir eigarin ikki at uppsiga leigumálið, kann hetta
verða longt við 10 árum hvørja ferð eftir nærri ásettum treytum.
Felags ásetingar:
Í eystara enda á ognini er tann runda siloin, sum við sínum serliga
skapi og plasering, skal brúkast til útvent virksemi so sum matstovu,
ráðstevnur, framsýningar ella annað virksemi har almenningurin
hevur atgongd. Siloin er uppdeild við 1½ dekki, og fyrireikingar eru
gjørdar til at seta eitt dekk í afturat.
Bygingurin skal brúkast til maritima vinnu, ferðavinnu ella annað
virksemi, ið gevur býnum nýtt innihald t.d. innan gransking, menning
ella altjóða samstarv.
Støðutakan til besta tilboðið:
Tá støða skal takast til, hvat er besta tilboðið, verður mett út frá
eini heildarmeting av innkomnu ætlanunum/prospektunum við støði
í prísi, sannlíkindum fyri at ætlanin kann fremjast, hvussu ætlaða
virksemið í bygninginum hóskar á havnarlagnum og váttan um
fígging av íløgu og rakstri.
Við tilboðnum skal ein lýsing vera av ætlanini og váttan um fígging.
Tilboðini skulu vera Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn í
hendi í seinasta lagi 7. mars 2016 kl. 12.00.
Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til at velja millum ella vraka
øll innkomin tilboð.
Tórshavnar havn
torshavn.fo
Ruskinnsavningin
í undangóðkenning
Við hesum verður lýst eftir áhugaðum arbeiðstakarum
at verða undangóðkendir til at geva tilboð upp á
ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu.
Tórshavnar kommuna vil tryggja sær, at teir arbeiðstakarar,
sum seinni geva tilboð, megna at átaka sær arbeiðið.
Ruskinnsavningin fevnir í høvuðsheitum um, at
• savna inn húsarhaldsburturkast í plastruskposum frá húskjum,
vinnu og stovnum
• bera út húsarhaldsposar í rullum og posa til vandamikið
burturkast 2 ferðir um árið til øll húski í kommununi
• savna inn húsarhaldslíknandi burturkast í bingjum frá
virkjum og stovnum
• savna inn pappír / papp í plastíløtum ella posum frá húskjum,
vinnu og stovnum
• savna inn posar við serliga dálkandi / vandamiklum burturkasti
frá húskjum, stovnum og virkjum í allari kommununi
• samskifta við borgaran um øll viðurskifti, sum hava við
arbeiðstøkuna at gera, undir hesum fráboðanir, fyrispurningar,
klagur o.t.
Arbeiðið fatar um tíðarskeiðið frá 1. apríl 2017 og til 31. mars
2024. Kommunan kann leingja sáttmálan við óbroyttum treytum
fram til 31. mars 2025.
Útbjóðingartilfar til undangóðkenning verður útflýggjað í telduposti
og kann verða bílagt frá Tórshavnar kommunu, løgdeildin, á
torshavn@torshavn.fo ella janus@torshavn.fo.
Umsóknir um undangóðkenning skulu vera Tórshavnar kommunu í
hendi í seinasta lagi mánadagin 14. mars 2016 kl 12.00 og skulu
latast ella sendast til:
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Ráðhúsið • Vaglið 1
FO-100 Tórshavn
torshavn.fo