Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. februar 2016 · Nr. 20 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Vit takka øllum tykkum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Hans Ívar Thomsen Kollafjørður f. 15. september 1932 d. 11. september 2015 andaðist og varð jarðaður. Ein serlig tøkk til prest og kirkjutænarar og til tykkum á B1, ið vóru um hann ta seinastu tíðina. Familjunnar vegna Edil, Eivind, Terji, Heri og Makonny Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á so mangan hátt vóru um okkum, troystaðu og hjálptu til, tá ið pápi, sonur og beiggi okkara John Johansen f. 11. juli 1958 d. 14. oktober 2015 so brádliga andaðist. Takk til øll tykkum, ið tóku ímóti honum í Vágunum, sum fylgdu honum úr kapellinum og síðani úr kirkjuni, til hansara seinasta hvíldarstað. Takk til Bergur prest fyri troystarrík orð, bæði í kapellinum, heima og í kirkjuni. Takk fyri blómur, kransar, gávur og vitjanir. Takk fyri alla hjálpina í samband við ervið. Og ikki minst takk øll tit, ið á so mangan hátt lættu um hjá honum hansara síðstu tíð. Vegna tey avvarðandi Børn, mamma og syskin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæra kona, mamma, omma og langomma Tórgerð A. Jacobsen Vágur f. 4. januar 1946 d. 15. november 2015 doyði og varð jarðað. Tøkk til tykkum øll, ið sendu blómur, kransar og heilsanir. Takk fyri gávur til Zarepta. Tøkk til tykkum øll í Bethel. Eisini øllum tykkum, sum komu til jarðarferðina, takka vit hjartaliga. Vegna familjuna Petur og børnini Undurfult, dýrt er at vita, har verður sálin glað. Her sorgarfull mangan vit sita og tráa upp til hin stað. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu tá góði maður, pápi, verðfaðir og abbi okkara Hilmar Vang Jacobsen f. 09.03.1937 d. 17.12.2015 andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum øll, sum fylgdu Honum á hansara seinasta hvíldarstað. Sigrun, Símin, Andrias, Stinimia við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, umsorgan og hjálpsemi tá kæra mamma, vermamma og omma okkara Judith Kass f.25.12.1932 - 07.11.2015 andaðist og varð jarðað. Tøkk til ommusonin Jóhann og Símun prest fyri troystarík orð í kapellinum og í Sjóvar kirkju. Tøkk til kirkjutænara, gravara, organist og sangarar. Takk til tykkum øll, sum á ein ellan annan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til starvsfólkini á B7 og á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík fyri umsorgan og kærleika. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur. Familjunnar vegna Bergun, Bjarni, Sverri og Sjúrður Tøkk Eg og míni foreldur vilja takka øllum, ið á ein ella annan hátt vóru við til at gera mín konfirmasjónsdag so góðan. Eitt minni fyri lívið! Somuleiðis vilja vit ynskja øllum eitt gott nýggjár. Blíðar heilsanir Elisabeth Karlsen Noreg