Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 4 Kunnu vit siga, at “Denne krig gælder ikke for Færøerne”, tá vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, sum hevur verið í kríggi seinastu 20 árini? Ella tá ein føroyingur kann fara á eina danska kasernu og gerast soldátur í danska herinum?   Og hvussu upplivist tað sum menniskja at vera í kríggi og koma heim til eitt land, sum ongantíð hevur verið í kríggi? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vera reistir í sjónleikinum Jørðin er eitrað, sum í næstum verður á Tjóðpallinum.  Leikurin lýsir kríggj gjøgnum føroyskar krígssupplivingar í Afganistan - innanifrá gjøgnum samrøður við veteranar, teirra avvarandi, journalistiskt og vísindaligt tilfar. Upprunaliga íblásturin til leikin kemur frá eini ritgerð, sum Georg L. Petersen hevur skrivað um evnið. Spurningurin um rættindini hjá føroyskum krígsveteranum hevur verið nógv umrøddur í fjølmiðlunum seinastu vikurnar og er reistur bæði á Fólkatingi og í Løgtinginum. Leikurin varpar sostatt ljósá eitt sera aktuelt evni og ein ósjónligan bólk av føroyskum krígsveteranum og teirra avvarandi. Marita S. Dalsgaard og Turpin N. Djurhuus hava listaligu leiðsluna, meðan Beinta Clothier og Hjálmar Dam eru sjónleikarar. Tónleikinum standa navnframu Joachim Holbek og Teitur Lassen fyri. Leikurin hevur frumsýning á Tjóðpallinum 15. mars Fyrsti millumbygdavegur í Føroyum varð gjørdur millum Skopun og Sand. Hesin vegur varð liðugur í 1916. Hetta var nøkur ár, áðrenn fyrsti bilur kom til landið tann 6. mai 1922. Ein Ford TT lastbilur sum Júst Sivertsen og Johannes Olsen í Havn áttu.  Um aldarmótið kyknaði áhugin fyri at útbyggja landið. Í 1905 komu umsóknir til landsins myndugleikar um studning til veg millum Skopun og Sand og millum Tórshavn og Kirkjubø. Arbeiðið við at byggja vegin millum Skopun og Sand byrjaði í 1914 og varð liðugt í 1916. Áðrenn tað var vegur komin úr Havn og niðan í Hoydalar í 1907, tá Sanatoriið varð bygt. Neyvan hevur verið hugsað um bilferðslu tey komandi árini eftir hesum vegum. Í tíðindabløðunum verður bert hestavognskoyring nevnd, tá skrivað verður um vegagerð.  Fyrsti bilur í Sandoy var ein Ford TT lastbilur frá 1923, sum Forstanderskabet for Sandø Kommune átti FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 10-13 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s 13-18 m/s 10-15 m/s Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn av vestri. Seinnapartin snarar hann vindin í ein útsynning og vestan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt æli, møguliga heglingur, vátaslettingur ella vátakavi. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, seinni av vestri og útnyrðingi. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur og vátakavi. Hitin millum 1 og 4 stig. Um náttina strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s, vátaslettings- og kavaæl, og hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Mánadagin Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi og norðri, 13 til 18 m/s, um náttina makar hann spakuliga vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og kavaæl og hitin um dagin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum 2 kuldastig og 1 hitastig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, út á dagin strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís heglingur, vátaslettingur ella vátakavi og hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 1 og 3 stig. 8-13 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Fyrr segði útvarpið altíð hvussu veðrið var »í Støðum«. Nú siga tey frá veðrinum »sum eg dagføri beint nú« Sæð á Facebook: Her eru ein millión og hundraðtúsund góðar orsøkir at fara av facebook eina løtu og heldur at hyggja eftir sjónvarpi, hoyra tøl verða lisin upp og lurta eftir kinkutum bakgrundstónleiki Um orðið »sjussur« sigur Sprotin: sjussur flt: -ar k11 rúsdrekka tynt við (soda)vatni Í vikuni boðaði boðaði Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways frá, at ókeypis flúgvarasjussurin nú fer í søguna. Síðani hevur dúgliga verið kjakast um, hvørt hetta er eitt gott hugskot ella ikki. Summi halda, at kostnaðurin av flogferðaseðlunum hevur størstan týdning, meðan onnur halda ókeypis tænastan skal halda fram, hóast tað merkir dýrari ferðaseðlar. Atlantic Airways kunngjørdi í vikuni, at nú skal rindast fyri sjussarnar og matin, meðan sodavatn, kaffi og annað framvegis verður ókeypis. Samstundis er greitt, at ferðaseðlaprísirnir lækka eitt vet, og komandi vetur verður flogið til Gran Canaria í desember og januar. 28 fólk doyð og 61 vórðu særd í einum bumbuálopið í turkiska høvuðs­ staðnum Ankara mikukvøldið í tí, sum myndugleikarnir kalla eitt yvirgangsálop. Jørn Astrup Hansen fór úr nevndini í Eik Banka, tí hann metti bankin av órøttum tømir landskassan fyri 90 mió krónur. - Mín sannføring er, at tað er einki grundarlag fyri tí, sigur Jørn Astrup Hansen. »Flúgvarasjussur« Føroyskir soldátar á Tjóðpallinum 100 ár síðan fyrsta millumbygdavegin MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt fólkapenjónistar vóru á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum í fjør 1132 MANGT OG HVAT Spenningur í luftini! Leygardagin 20. februar er stóri flogbóltsdagurin, tá steypafinalurnar verða spældar í Høllini á Hálsi. Góða eydnu, og flúgvandi flogbóltsvikuskifti! Visti tú? 18 fólk vóru tilnevnd til ársins fyrstahjálpara