Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 8 – Eg merkti ikki, at munur varð gjørdur á kynunum, tá eg arbeiddi á Dimmalætting, men eftir at eg byrjaði í Kringvarpinum, so fóru við­merkingarnar eisini at snúgva seg um mína útsjónd, bæði positivt og negativt, heldur enn tað fakliga innihaldi. – Sjálv skilji eg ikki, hví mítt hár fær fleiri viðmerkingar, enn tað eg sigi. Eingin sigur nakað um, hvørji klæðir Finnur Koba er í, tá hann er í Dag & Viku, men eg kann fáa við­merkingar um mítt neglalakk. Tað er ikki bara egnar roynd­ ir, ið Liljan Weihe kann vísa á, tá prátið fellur inn á, at mun­ur verður gjørdur millum kvinn­ ur og menn. Sum ein av leiðar­ unum í Kringvarpinum, so upp­ livir Liljan Weihe javnan, hvussu almenningurin dømir journalist­ ar­nar ymiskt eftir kyni og aldri. – Lat okkum taka dømið, tá ein av okkara journalistum gjørdi eina samrøðu við Mortan Johannesen, reið­ara. Talan var um eina unga kvinnu, og kritikkurin var hareftir. Fokus var á hennara aldur og kyn, heldur enn á góðskuna á inn­slag­ num. Um talan var um ein mann­ ligan journalist, so hevði eingin tosað um aldur og kyn, sigur Liljan Weihe avgjørd. Hótt við neyðtøku 27. apríl 2015 fóru viðmerkingar tó langt um mark, tá nakrir mans, harímillum ein skúlaleiðari í Tórshavnar kommunu, skrivaðu á einum tráði á Facebook, at teir vóru klárir at hópneyðtaka Liljuna Weihe, aftan á at teir vóru ósamd­ir við samrøðuháttinum, ið tíðinda­ leiðarin brúkti í Dag & Viku. – Tað var ekstremt óbehagiligt, tí man er fullkomiliga verjuleys móti sexistiskum viðmerkingum. Eg kann fyrihalda meg til fakligan kritikk, við antin at taka hann til eftir­tektar ella at svara aftur, men har er eingin verja móti sexist­ iskum viðmerkingum. Eg kann ikki lúgva meg frá, at eg eri ein kvinna. Hetta er tað ógvusliga dømi, men eg kenni ikki til, at nakar mannligur journalistur hevur upplivað nakað líknandi, sigur Liljan Weihe. Fjølmiðlarnir og sosialir miðlar hava verið á tremur við søgum og viðmerkingum um eina hending í Køln á nýggjárinum, har ført hev­ur verið fram, at menn av ikki evro­pe­ iskum uppruna, gjørdi seg kynsliga inn á fleiri kvinnur. Millum annað hevur verið sagt, at menninir koma frá mentanum, har kvinnan ikki verður vird, og slíkt tí er vanligt. Hóttanin móti Liljuni Weihe gevur tó ábendingar um, at slík mál heldur ikki verða tikin í álvara í Føroyum. Hendingin fekk nevn­ iliga ongar avleiðingar fyri menn­ inar handan hóttanina. – Tað, sum eg haldi vera óbehag­ iligt, er at slíkur atburður verður góð­tikin. Sosialurin tók málið upp, men Kringvarpið, sum er mítt arbeiðspláss, gjørdi einki við tað, og tað fylti ikki nógv í tíðinda­ flutninginum. Tað var onkurs­ vegna í lagi at koma við slíkum við­ merkingum, og tað spurdist heldur aldrin nakað politimál burturúr tí. Einasta avleiðingin, ið tað fekk, var tá eg kunnaði Mentamálaráðið um leiklutin hjá skúlaleiðaranum. Tá fekk viðkomandi eina ávaring, men tað var alt, sigur Liljan Weihe. Tíðindaleiðarin vísir á, at sjón­ eyka hevur seinastu vikurnar verið sett á fleiri lagnur, har kvinnur hava fortalt teirra søgu um, hvussu tær hava verið fyri kynsligum ágangi ella eru neyðtiknar. Í fleiri av teimum søgunum hevur tað verið gjøgnumgangandi, at tað ikki fekk nakrar avleiðingar fyri gern­ ings­mannin. – Slíkt er ein stórur trupulleiki. Tað eru ov nógv slík mál, ið ikki enda við nakrari revsing. Vit hava eingi hagtøl fyri slíkt í Føroyum, men norðurlendskar kanningar vísa, at slík mál ikki verða raðfest serliga høgt og føra sjáldan til nakra revsing, sigur Liljan Weihe og leggur afturat. – Harumframt verður skuldin mang­an løgd á kvinnuna. Tað verður sagt, at tær skulu lata vera við at ganga einsamallar heim úr býnum og ikki lata seg í ov eggjandi klæðir. Tá verður ábyrgdin, og har­ við eisini skommin, fyri kynsligan ágang flutt av brots­mann­inum og yvir á kvinn­una. Tað líkist ongum, slær tíðinda­leiðarin fast. Slepst ikki undan kritikki Atfinningar móti Kringvarpinum er ikki nakað nýtt. Stovnurin hev­ ur altíð verið umstríddur, men við nýggjari tøkni sum sosialir miðlar, ið hava givið manninum á gøtuni eitt skjótari og effektivari forum at siga sína hugsan, kann tað til tíðir tykjast, at tað bæði er vorðið lætt og populistiskt at finnast at Kring­ varpinum. Sjálvt politikarar, ið vanliga stuðla hugtakinum um ein Public Service stovn, kunnu finna uppá at skriva okkurt negativt um eina send­ing ella tíðindafólk. Liljan Weihe metir tó, at tað er gott, at fólk tora at kjakast. – Sjálvandi fegnist eg um, at tað, ið vit gera, elvir til kjak. Tað er sunt, at vit kjakast um journalistikk og tað fakliga. Í Kringvarpinum mugu vit eisini minnast til, at vit eru bein­leiðis fíggjað av skatta­borg­ ar­anum. Tí hava øll eisini rætt at hava meining um okkum. – Tað er munurin millum privat­ ar miðlar og Kringvarp Føroya. Privatir miðlar kunnu veljast frá, um fólk eru ónøgd, tað kann Kring­varpið ikki. Tí eru vit eisini automat­iskt meira útsett fyri kritikki enn onnur. Vit royna at liva upp til støðið, ið fólk krevja av okk­um. Tað eydnast ikki altíð, men vit royna, sigur tíðindaleiðarin. Liljan Weihe vísir eisini á, at tá man fæst við kritiskan journa­ listikk, so skal man sjálvur tola kritikk. – Tað er ikki so, at vit kunnu kritisera Jørgen Niclasen ella stýr­ ingini av fiskivinnuni, uttan at vænta eitt mótspæl. Tað er náttúr­ an í kritiskum journalistikki, sum skal ganga valdshavarunum nær. Tá slepst ikki undan kritikki. Tann dagin ongin reaktión er til tað, ið vit gera, er tann dagurin, tá vit gera ov lítið, sigur tíðindaleiðarin av­gjørd. Mangla kvinnuligar fyrimyndir Tá Liljan Weihe arbeiddi á Dimma­ lætting var Brynhild Thomsen ein av hennara leiðarum, og hevur Liljan Weihe fyrr víst á, at Brynhild Thomsen var ein fyrimynd fyri seg, tá hon byrjaði sína yrkisleið sum journalistur. Men í dag metir tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, at tað er ein mangul upp á kvinnu­ ligar fyrimyndir í fleiri økjum í Føroyum. – Seinastu hagtølini frá Hagstovu Føroya um lønar­gjald­ ingarnar í Føroyum staðfesta, at menn forvinna meira pening enn kvinnur. Tað eru eisini næstan bara menn, ið arbeiða í fiskivinnuni har mesti peningur er. Hvar eru kvinn­urnar í fiskivinnuni. Hvar eru kvinnurnar, ið sigla fast við Finni Fríða og hála milliónir inn, spyr Liljan Weihe og heldur fram. – Kvinnur gera um seg í kreativu vinnugreinunum sum tónleiki og sniðgeving. Og eg havi størstu virðing fyri tí, ið Eivør ger, men hvørja veruliga makt hevur hon? Tað eru bara nakrar heilt fáar kvinnur í Føroyum, ið hava makt­ full størv, so sum Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Restin eru antin í kreativu vinn­ unum ella í almennari fyrisiting. Vit hava t. d. ongan kvinnuligan reið­ara. Har er ein mangul á kvinnu­ligar fyrimyndir. Sjálv gongur Liljan Weihe við einum dreymi um, at Føroyar skjótt fáa ein kvinnuligan fiski­ mála­ráð­harra. Men tað krevur eina hug­burðsbroyting. – Um hugt verður 2-3 tingsetur aftur, so vóru tað ekstremt fáar kvinnur í løgtinginum. Tá tær vóru so fáar, var tað torført hjá øðrum kvinnum, ið kundi hugsa sær at verið politikarar, at ímynda sær at tað bar til. Men tað er broytt nú. Kvinnur bjóða seg fram, tí tær síggja, at tað er møguligt. – Vit mugu tó tora at halda okk­ um framat. Hygg bara eftir lands­ stýrisfólkunum. Kvinnur­nar sita vanliga á teimum bleytu økjunum. Einasta landsstýriskvinna í sein­ astu setu umsat almannamál, og hóast vit hava fleiri kvinnur í nýggja stýrinum, so umsita tær heilsu­mál, almannamál og menta­ mál. – Vit mugu tora at bjóða okkum framat og taka við teimum tungu sessunum. Tað er gott, at vit hava ein kvinnuligan fíggjarmálaráðharra, men hví hava vit aldrin havt ein kvinnuligan fiskimálaráðharra. Alt gott um Høgna Hoydal og teir sum hava sitið undan honum, men eg ynski mær ein kvinnuligan fiski­ málaráðharra í framtíðini, sigur Liljan Weihe. Ov fáar kvinnur í almenna rúminum Sum tíðindaleiðari í landsins størsta fjølmiðli er Liljan Weihe helst maktfullasti persónur í føroyska fjølmiðlaheiminum. Hóast sína sterku støðu, so hugsar hon ikki um seg sjálva sum eina fyri­mynd í sínum dagliga yrki. – Eg gangi ikki runt og hugsi um, at eg eri ein fyrimynd dag og dagliga, tí eins og onnur, so geri eg sjálvt býtt ting. Eg skeldi míni børn við­hvørt, arbeiði ov nógv, eri ikki altíð heima til døgurða o.s.fr. So eg gangi slett ikki runt og hugsi, at nú skal eg vera fyrimyndarlig fyri aðrar kvinnur, sigur Liljan Weihe, ið tó kann vísa á eina jaliga gongd í sín­um starvi sum tíðindaleiðari. – Síðani eg kom til sum tíðinda­ leiðari, so er kynsbýtið vorðið nógv javnari í Kringvarpinum. Sjálvt um tað ikki hevur verið eitt ítøk­iligt mál, so er tað nakað, ið eg fegnist um. Orsøkin er helst tann, at eg síggi kvinnurnar betri enn undan­ farnu tíðindaleiðarar. Liljan Weihe vónar eisini, at hon í sínum starvi kann vera við til at eggja aðrar kvinnur at stíga fram í almenna rúminum. – Í mínum starvi upplivi eg mang­an, at tað er torført at fáa kvinnur at stíga fram. Tað er ein trupul­leiki, tí tað eru ov fáar kvinn­ur í almenna rúminum. So eg vóni, at eg kann vera við til, at eggja kvinn­um at siga sína hugsan og traðka al­ment fram, sigur Liljan Weihe. Orsøkirnar til, at kvinnur halda seg aftur kunnu vera nógvar, men sjálv vísir Liljan Weihe á, at kyns­ normarnir kunnu verða ein forðan. – Tað vanliga er, at dreingir spæla fótbólt og gentur lækka paradís, men tað eru normar, ið vit muga burtur frá. Sjálv havi eg ongantíð dyrkað kvinnuligu egin­ leikarnar. Eg havi ikki verið leingi á barsil, ikki givið bróst o.s.fr. Tað hevði bara verið so deiligt, um tað bar til at kalla eginleikar fyri egin­ leikar, og ikki knýta teir til eitt kyn. At man sær eginleikar fyri tað, ið teir eru. Nakað sum er isolerað frá aldri og kyni, sigur Liljan Weihe at enda. HALLUR@SOSIALURIN.FO ■ Navn: Liljan Weihe ■ Starv: Síðani 2012 tíðindaleiðari í Kringvarpinum ■ Útbúgving: Cand.scient. soc og journalist frá Roskilde Universitets Center PERSÓNSSØGA »Eg merkti ikki, at munur varð gjørdur á kynunum, tá eg arbeiddi á Dimmalætting, men eftir at eg byrjaði í Kringvarpinum, so fóru viðmerkingarnar eisini at snúgva seg um mína útsjónd, bæði positivt og negativt« MYND: ÁLVUR HARALDSEN – Síðani eg kom til sum tíðindaleiðari, so er kynsbýtið vorðið nógv javnari í Kringvarpinum, sigur Liljan Weihe