Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. FEBRUAR 2016 SOSIALURIN 21 40 N økur gerast ongantíð gomul. Ikki tí tey doyggja ung, men tí tey eru ung alt lívið, sama hvussu langt tað er. Nøkur eru fødd gomul og gerast bara eldri og eldri sum frá líður og eru elligomul, tá tey doyggja, sama nær tey doyggja. Sjálvur helt eg, at eg var vorðin gamal, tá eg fekk bræv frá eftirlønarfelagnum um, at tey hava nakrar pengar hjá mær, sum eg kann fáa nú, tí nú er tann dagurin komin sambært aldargomlum sáttmála millum mín og felagið. Ókey, er tað longu nú, at eg havi rætt til bæði løn og eftirløn. Tað hevði eg ikki hugsað um, yvirhøvur ikki. Men, sjálvandi, dagarnir ganga skjótt og næturnar skjótari. Og ikki ber til at renna undan tíðini, sum rennur fimm- seks maraton um samdøgrið. Men, sum áður sagt og skrivað, lívið er einki at filosofera um. Tað er ikki tað vert. Heldur ikki fikkuheimspeki. Sum ein enskur poppari, sáli, segði: lívið skolar aftur við borðinum, m e ð a n tú hugsar um og fyrireikar alt annað, tú ætlar at gera (í lívinum). Hatta var leysliga týtt, men munandi bøtt. Lívið gerst ikki aktuelt, fyrr enn tú liggur fyri deyðanum. Latið okkum heldur taka okkurt aktuelt her og nú. Flóttafólk til dømis. Flóttafólk vita, hvussu ringt og trupult, vit hava tað her í Føroyum. Tí koma tey ikki hendanvegin. Tey vita líka væl sum føroyingar, at í Danmark er alt betri. Í Føroyum noyðast barnakonur til arbeiðis aftur longu eitt ár eftir, at tær hava átt. Eitt ár er eingin tíð, bara 31536000 sekund, ella 31 milliónir og 536.000 sekund. Hvat er tað saman við einum nýføddum? Men skjótt kemur kravið um tvey ára barsilsfarloyvi, og nakað eftir tað kemur lógin um tvey ár. Hendan trupulleikan, stutta barsils­ farloyvið, hava flóttakonurnar ikki. Tær hava fyri tað fyrra einki arbeiði at fara aftur í. Og fyri tað seinna einki barn at vera heima hjá. Heima hvar? Og sum um tann byrðan ikki er nóg tung at bera eftir barnsburð hjá okkara barnakonum, at noyðast til arbeiðis aftur so skjótt, so koma pengarnir fyri at vera heima ikki ov skjótt. Teir koma ov seint, og húsagangurin stendur í húsadurunum. Øll mótmælini og øll krøvini í Føroyum styggja flóttafólkini. Her kann ikki vera betri enn triðbest. Og so aftur til okkum gomlu. At blíva gamal er eingin gamansleikur í Føroyum. Tað var annars ikki gamalt, at tað at gerast gomul ella gamal var tann beri vesaldómur, næstan verri enn dómurin dómadag. Sjálvur eri eg ikki komin í ta neyðina enn. Eg eigi eisini nøkur ár eftir, áðrenn eg gerist samhaldsfastur klientur í fátækraváða. Tá fari eg kanska á feysbukkuna at frata um vánaligar sømdir og verri politikarar og verða endurgivin í feysvarpinum. Ábyrgd av egnum lívi, hvat er tað í einum vælferðarfólkaræði, ókey heimastýrdum, men kortini? Og meðan eg siti á bukkuni lesi eg, at nú eri eg deyður. Hent at vita. Men eg siti ikki á bukkuni. Yvir og farin. Skalt tú rósa einari kvinnu, so skunda tær, áðrenn tað verður brot á revsilógina. Ikki tí, at eg eri progamal, men eg rósi ikki konsertini hjá Bubba Morthens og hansara kvinnum í Norðurlandahúsinum. Hon var bæði keðilig og vánalig. Tíbetur blivu tey - føroyingar eru fólkaligir – lógvabrest inn aftur, ikki háðað út, tí eykaløgini vóru tey bestu. Hví? Tí tey eru gomul. Nei, gevið mær Lemmy, hann var eldri. Men hann spældi rock and fucking roll til hann var hálvfjerðs, uttan lummapolitiskt møsn uttan um løgini. Kvinnur drekka ikki Jack Daniels. Tí eru tær ikki í rokkinum. Baileys og tannkremsskot eru diddupoppur. Progamal epilogur Terji Nielsen Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Samskipari Bústaður: Hoyvík Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? Eg ætlaði mær faktisk at blíva advokatur heilt frá ungum árum av. Eg veit ikki, um tað hevur verið onkur sjónvarpsrøð, sum hevur givið íblástur til tað. Men tað bleiv so ongantíð til nakað. Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár? Tað eru nokk so nógv ting heima við hús, sum eg kundi tonkt mær vóru gjørd um eitt ár. So eg vóni, at eg kann seta flugubein út fyri tey um eitt ár. Enda setningin: Allir føroyingar kunnu verða samdir um.... Allir føroyingar kunnu vera samdir um, at tað er gott í Føroyum, men at við tí føroyska veðurlagnum í huga, so hevði tað verið eitt hugskot, at landið gav hvørjum einstøkum føroyingi ein ferðaseðil av landinum árliga. Hvør er tín fyrimynd og hví? Uha, hatta er ein trupul spurningur. Sjálvandi hava míni foreldur altíð verið ein fyrimynd, men eg havi eisini tveir eldri beiggjar, sum á ymsan hátt hava verið fyrimyndir fyri meg. Og so má eg nevna konuna hjá mær, sum eg síggi nógv upp til, tí tað er fantastikt, hvat hon kann fáa av skafti. Hvat er eitt eydnuríkt lív? Fyri mítt viðkomandi er tað eitt lív, har man dagliga er saman við fólki, sum man er góður. Eg føli meg eisini eydnusaman, tá ið eg síggi, at mínar døtur hava tað, og at fólkini, sum eg eri góður við, hava tað gott. At man eisini hevur ein gerandisdag við innihaldi, ger man eydnusaman. Hvat er seinasta gávan tú gav konuni? Hon fær alt ov sjáldan gávur frá mær, men faktisk keypti eg henni einar buksur mikudagin, sum hon ynskti sær. Hvat er seinasta góða ráðið, ið tú fekk? Lurta eftir tær sjálvum og ikki bara eftir hvat onnur halda. Um tú kundi sungið ein sang í X-factor, hvønn hevði tú valt? Eg haldi, at tað hevði verið ”Tears in Heaven” hjá Eric Clapton. Hann havi eg faktisk sungið hann solo á Læraraskúlanum fyri mongum árum síðani. Mær dámar ógvuliga væl Eric Clapton, men mær dámar eisini væl eitt nú Dire Straits og Queen. Ein annar sangur, sum eg kundi havt valt er ”Mustang Sally” hjá Commitments. Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg.... At eg havi ov lítla tíð saman við børnunum, at eg vitja familjuna ov lítið, serliga mín gomlu ommu, sum verður 95 ár í komandi mánað. Og so at fáa gjørt fleiri ting heima við hús, sum liggja á láni. Hvør er seinasta stuttliga uppliving hjá tær? Tað er eitt sindur trupult at siga. Men fyri nøkrum vikum síðani var eg saman við konuni og teimum báðum yngstu døtrunum til sjónleikin ”Fólk og Dólgar”. Tað var ein ógvuliga stuttlig og góð løta saman við teimum, og leikurin var fínur. BAKSÍÐAN