mánadagur 22. februar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ítróttarklumma síða 23
Fót
bóltshøll
eitt krav
Tíðindi síða 11
Vánalig
veiða í
bestu
fiskitíð
Í gjár var altjóða móðurmálsdagur,
ein dagur, sum síðani aldarskiftið
hevur verið hildin við tí endamáli
at fremja málsligt og mentanarligt
fjølbroytni og fleirmæli.
21. februar varð ásettur sum al
tjóða móðurmálsdagur til minnis
um eina hending í 1952, tá nøkur
lesandi í núverandi Bangladesh
– sum tá var partur av Pakistan –
vórðu skotin til deyðis í sambandi
við eina mótmælisgongu, har tey
kravdu rættin at nýta sítt egna mál
»bangla«.
Í Føroyum verður móðurmáls
dagur hildin 25. mars, sum er føð
ingardagurin hjá V. U. Hammers
haimb – ið hevur fingið heiðurin
sum »faðir skriftmálsins«.
At málið er eitt strekt amboð,
eru so nógv dømi um. Tí skal
týdingurin av móðurmálinum als
ikki undirmetast.
Fríðrikur
Petersen,
próstur,
yrkti í 1878 um móðurmálið:
Hvat kann røra hjartastreingir?
Hvat kann reystar gera dreingir?
Tað er móðurmál.
Hvat kann teg í sorgum troysta?
Hvat kann tendra gleðineista?
Tað er móðurmál.
Og nógv onnur við honum hava
víst á, hvussu sterkt amboð málið
er til at varðveita og menna allan
mentanararv. Tað at virða og stuðla
undir vernd av móðurmálum kann
tí – umframt at økja um málsliga
fjølbroytni – leggja lunnar undir
størri ans fyri máli og mentan víða
um heim og skapa størri samhuga
og tolsemi millum fólkasløgini.
Tað er gjørt eitt megnar arbeiði
í Føroyum at hjúkla um og menna
málið. Tað síggja vit so væl í bløð
unum, sum nú eru talgild á inter
netinum, har vit sleppa aftur til
1852 í føroyskum bløðum. Ein tæn
asta, sum varð tikin í nýtslu á móð
urmálsdegnum í fjør.
Men tað er einki at ivast í, at
tað eru vit, sum brúka málið, ið
størstu ávirkanina á, hvussu málið
mennist. Og so sjálvsagt eisini vit,
sum fjølmiðla føroyskt mál. Tað
er tí ein serliga skylda hjá okkum
í miðlunum at fara væl um málið,
men sjálvsagt eisini hjá einum
hvørjum okkara, ið nýtir málið.
Tó at menningin hevur verið
stór og góð, so er hóttanin uttaneft
ir størri. Fyrr var tað serliga danskt
mál, sum ávirkaði føroyska málið.
Men nú er tað í nógv størri mun
enskt mál, sum trokar á, serliga hjá
teimum ungu.
Tað er tí kærkomið, at vit ein dag
um árið seta móðurmálið í hásæti
– fyri at gera okkum meira tilvitað
um menning málsins.
ein dagur fyri móðurmálið
BERIN fór í heyst undir nýtt
átak at skipa fyri Café kvøld
um fyri ung, ið hava mist
ein av sínum kæru. Eisini
er kvøldið ætlað ungum, ið
hava ein vin, ið hevur mist.
Tiltakið er fyri aldursbólkin
16-28 ár, og endamálið er, at
tey ungu fáa høvi til at hitt
ast og práta við onnur ung
í líknandi støðu. Kvøldið
verður fyriskipað av ungum,
sjálvbodnum, sum greiða frá
sínum royndum.
Tvey Café kvøld vóru í
heyst. Til fyrra Café kvøldið
greiddu Maria og Rannvá frá
sínum royndum við at missa
og at bera sorg, samstundis
við at megna avbjóðingarnar
í miðnám.
Seinna
Café
kvøldið
greiddu Døgg og Sára frá um
at missa sítt foreldur sum
barn og um, hvussu sorgin
broytist
gjøgnum
árini.
Kvøldini eydnaðust sera væl,
og uml. 40 ung ymsa staðni
frá úr Føroyum, luttóku.
Nøkur luttóku einsamøll,
onnur saman við einum vini.
Komandi Café kvøld verð
ur hóskvøldið 25. februar
klokkan 18:30-20:30 í Perluni.
Elisabet Maria og Elinborg
eru tættar systrar og hava
mist pápan fyri 5 árum síð
ani. Tær fara at siga frá, um
hvussu lívið broyttist.
Nøkur evnir sum tær fara
at koma inn á eru:
• Øll syrgja ymiskt
• At hjálpa hvør øðrum
• Ábyrgd
• og ótti
Elisabet Maria og Elin
borg eru uppvaksnar í einum
heimi, har tað hevur verið
ein sjálvsagdur partur at at
nýta síni skapandi evni inn
an tónleik, málningalist og at
yrkja. Í sorgini hava listarligu
gávurnar eisini havt ein týð
andi leiklut fyri tær. Til Café
kvøldið fer Elinborg at spæla
nakað av sínum tónleiki og
Elisabet Maria at framsýna
nøkur av sínum listaverkum.
Aftaná er tíð til hugnaprát
við kaffi/the og onkrum góð
um afturvið. Høvi er eisini
seta spurningar ella at deila
av egnum royndum.
Endamálið við tiltakinum
er, at ung fáa høvi at hittast
og práta við onnur ung í líkn
andi støðu. Tiltakið verður í
Perluni, Tórsgøta 3. Tað er
fyriskipað av ungum sjálv
bodnum og er ætlað aldurs
bólkinum 16- 28 ár.
Frá Beranum siga tey,
at kvøldið er ókeypis og
áhugaði eru vælkomin at
melda innan 23. februar.
Cafekvøld fyri ung, sum hava
mist ein av sínum kæru
Fyrr var tað danskt sum
ávirkaði málið, nú er tað enskt
Í sambandi við at tað eru
135 ár liðin síðani Janus
Djurhuus varð borðin í
heim, verður skipað fyri
ymsum tiltøkum.
Fyrsta tiltakið verður:
Mikudagin 24. februar
klokkan 20 í H. N. Jacobsens
Bókahandli:
Hanus Kamban heldur
fyrilestur um Janus Djur
huus.
Eisini fer Stanley Samu
elsen at spæla nakrar sang
ir við tekstum eftir Janus
Djurhuus.
Tiltakið er ókeypis
Men eisini næstu dagar
nar er ymiskt á skránni:
Hósdagin 25. februar
klokkan 20 verður konsert
í Reinsaríinum.
Kórið Tarira, Enekk og
Stanley Samuelsen hava
konsert við yrkingum hjá
Janusi Djurhuus og løgum
av ymiskum tónasmiðum
Fríggjadag 26. februar
klokkan 16 – 18 verður fern
isering í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin
verð
ur fram til 1. mars við
listabólkinum »Newyork
erne« við list við íblástri frá
Janus Djurhuus. Stanley
spælir nakrar sangir.
Listaverkini vera hongd
upp av Kára Svensson.
Ljóðinstallation
av
Stanley Samuelsen, Magni
Dalsgaard og Kgl. sjónleik
arunum Finn Storgaard og
Lotte Horne.
Leygardag 27. februar
klokkan verður 11:30 Mat
iné í Havnar Kirkju við
Stanley Samuelsen og Jón
Festirstein, violin. Løg til m.
a. yrkingar hjá Janusi.
Minnast Janus
á 135 ára degi
Fýra mentamenn: Janus Djurhuus, Jørgen-Frantz Jac
obsen, William Heinesen og Hans Andreas Djurhuus