mánadagur 22. februar 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
MENN FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
– Hetta var góð reklama fyri
flogbóltin. Vit, sum skipa
fyri, ynskja okkum altíð
fimmsettarar, men henda
mansfinalan var nakað av tí
besta, eg havi sæð við trim
um settum. Tað var øgiliga
javnt og bæði liðini vóru við
í dystinum til tað allarsíðsta.
Her var eingin munur á í dag,
men fuglfirðingar høvdu tað
eyka bitið, ið skuldi til.
Soleiðis tók formaðurin
í
Flogbóltssambandinum,
Magnus Tausen, saman um
finaluna hjá monnum, har ÍF
vann 3-0 á SÍ í settum, men
í hvørjum einasta setti vann
akkurát við minsta møguliga
marginali.
Tað skuldi vísa seg, at
ÍF í mansfinaluni megnaði
akkurát tað, ið tey fægstu
høvdu væntað, hóast søgan
veit at siga, at ÍF so mangan
hevur drigið longsta stráið í
steypafinalunum og síðani
2000 eisini er mest vinnandi
felag hjá monnum við átta
steypasigrum ímóti teimum
seks hjá SÍ. Her var altso
talan um tann absolutta
klassikaran í mansflogbólti,
tí hetta var áttanda steypa
finalan millum ÍF og SÍ síð
ani 2000, umframt at tað
líka síðani 2007 hevur verið
galdandi, at føroyameistarin
í mansflogbólti annaðhvørt
hevur verið ÍF ella SÍ.
– Hetta er akkurát soleiðis,
sum ein finala eigur at vera.
Sjálvt um SÍ hevur smurt alt
av í landskappingini í vetur,
hevur ÍF nógvar royndir og
skal ongantíð avskrivast.
Tú kanst næstan ongantíð
ordiliga siga, at annað liðið
er favorittur, tá hesi bæði
liðini hittast, tí her kann
alt henda, segði Hans Fróði
Jensen, viðmerkjari hjá Rás
2, tá mansfinalan var komin
eitt petti út í fyrsta sett og
púrt eingin munur sá út til
at vera á liðunum.
Tað bleiv eisini so sera
javnt, og hóast tað ofta kann
koma kinkur í, tá annað liðið
er komið á odda 2-0 í settum,
skinklaðu
fuglfirðingarnir
ongantíð, men løgdu hart út í
triðja setti fyri at mótprógva
tesuna um, at triðja sett so
ofta hevur koppað einum
liði. Og hóast SÍ var væl við
og fylgdi við heilt upp á 24-24,
endaði tað allíkavæl við, at ÍF
hevði neyðuga yvirskotið til
at taka eisini triðja settið og
steypið.
Kenslan var góð
Frøin á fuglfirðingum var
øgilig, tá dysturin var av, og
fjøldin litaði høllin á Hálsi
reyða, nú mansliðið hevði
megnað
tað,
fáur
hevði
væntað.
– Vit hava havt trupul
leikar
í
landskappingini,
men í steypafinaluni fingu
vit allar spælararnar at sláa
til, so tað lukkaðist hjá okk
um. Skuldu vit klára tað, so
máttu vit royna at gera tað
við trimum settum, og tað
gekk. Hetta var ein av teim
um betru sigrunum, eg havi
verið við til at vunnið við ÍF,
staðfesti spælandi venjarin,
Boban Ilic.
Liðformaðurin hjá fugl
firðingum var eisini sera væl
nøgdur eftir dystin og stað
festi, at hetta var tað, teir í ÍF
fóru eftir, sjálvt um sørving
ar vóru favorittar.
– Vit fóru eftir tí og hetta
hevur verið málið hjá okkum.
Til dystin høvdu vit fingið
samlað nakrar av teimum
gomlu uppaftur, og saman
við teimum ungu riggaði tað
fínt. Eg haldi eisini, at áskoð
ararnir fingu nakað, sigur
Bartal Eliasen, ið vísti á, at
hóast ÍF eina viku undan
finaluni fekk ein avsmurning
frá Fleyr, høvdu teir havt
nakrar góðar venjingar og tí
eisini vóru farnir at trúgva
upp á tað.
– Kenslan var øgiliga góð
undan dystinum, segði lið
formaðurin.
Bárður munurin
Hóast vónbrotin, so mátti
Jón Joensen hjá SÍ staðfesta,
at tað – um ikki annað – var
gott, at settini blivu so jøvn,
tá teir nú skuldi tapa 3-0 fyri
fuglfirðingum:
– Vit høvdu ikki uppiborið
frægari í dag, tí ÍF var betra
liðið, og vit komu ongantíð
ordiliga í gongd. Sjálvt um
vit høvdu góðar móttøkur,
fekk blokkurin ikki fatur
í fuglfirðingum, og álopið
kom heldur ongantíð upp at
koyra í dag. Eg mábara siga,
at hetta var akkurát rætti
dagurin hjá ÍF at toppa, stað
festi hann og helt, at nú ráddi
bara um at fara eftir føroya
meistaraheitinum, har SÍ er
nógv fremst og í vetur bara
hevur tapt ein av 13 dystum.
Tá Hans Fróði Jensen
eftir
dystin
skuldi
taka
samanum, vísti hann á, at
hóast 3-0 ljóðar sum ein
greiður sigur, so var tað altso
øgiliga tætt allan vegin, men
at ÍF hevði eitt sindur meira
at koma við í hvørjum setti.
– Serliga man tað vera
øgiliga stuttligt hjá fugl
firðingum hesaferð, tí fáur
hevði væntað, at teir fóru at
gera ein vørr. Men hetta var
fult uppiborið og ÍF spældi
ótrúliga væl, segði Hans
Fróði Jensen, ið nevndi Bárð
Jacobsen – ið sjálvandi eisini
bleiv dagsins spælari hjá ÍF –
sum fremstu orsøk til sigurin
hjá ÍF.
Tað sama gjørdi formað
urin í Flogbóltssamband
inum, Magnus Tausen: – Ja,
Bárður spældi tað besta, eg
nakrantíð havi sæð hann
spælt, og hann var kanska
munurin á liðunum í dag,
segði flogbóltsbossurin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hóast tað bleiv til ein 3-0 sigur, var talan um ein sera
javnan og livandi dyst, ið var spennandi líka til tað
síðsta. Hvørt einasta sett varð avgjørt við minsta
marginali, men tá avtornaði, høvdu fuglfirðingar
meira ís í búkinum – og Bárð Jacobsen á sínum liði!
ÍF - SÍ 3-0 (25-23, 25-23, 26-24)
Steypavinnararnir hjá monnum 2016: ÍF
Fremst frá vinstru: Bartal Eliasen, Tróndur Høgnason Hansen, Áslakur
Holm. Miðja frá vinstru: Jan Áki Olsen, liðleiðari, Georg Jacobsen, Hjørtur
Eliasen, Martin Nón. Aftast frá vinstru: Brian Poulsen, Rúni Weihe, Hans
Toftegaard, hjálparvenjari, Sonnie Bjarnason, Ingálvur Eyðunsson Olsen,
Jógvan Eli Fagraklett, Bárður Jacobsen, Boban Ilic, spælandi venjari.
Myndir: Álvur Haraldsen
SPENNINGUR