Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. februar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. februar 2016 · Nr. 22 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Hilmar Jan Hansen Hóast bæði liðini byrjaðu nokk so nervøst, sást rætt­ iliga skjótt, at Fleyr hevði sett sær fyri, at her skuldi einki latast fyri einki. Havnar­ kvinnurnar, sum í vetur tvær ferðir høvdu vunn­ið fimm­settarar á SÍ, vóru ídnar og arbeiðssamar, og onkurs­ vegna tóktust tær meira til reiðar enn tær úr Sørvági. Í fyrsta setti fór Fleyr av álvara avstað, tá Magnhild Jacobsen hevði eina góða røð av servum, sum legði sjógv ímillum liðini. Og tá av­torn­ aði, bleiv tað til av­smurn­ing í fyrsta setti, sum Fleyr vann 25-14. – Í flogbólti er tað eingin ólukka at verða smurdur av eitt sett, tí tá tú so kemur til næsta settið, er alt null­ still­að aftur og tú byrjar av nýggjum, segði Rannvá Ólavs­dóttir, viðmerkjari hjá Rás 2, og tað sá eisini næstan út til, at tær í SÍ høvdu hoyrt hana, tí kvinnurnar úr Sør­ vági fingu eina fína byrjan og vóru leingi á odda í øðrum setti. Men so kom Fleyr fyri seg, javnaði til 17-17 og fekk hálað settið í land í síðstu løtu. Liðini fylgdust tað nógva í triðja setti, men Fleyr fór frá ímóti endanum og hevði fyrsta sett- og matsjbóltin við 24-19, tá servan fór aftur um baklinjuna og SÍ sá út til at kunna fáa ein seinasta kjans. Men í avgerandi løtuni vóru tær í Fleyr púra kaldar og Ester Rasmussen fekk frammi við netið returnerað servuna so mikið væl, at SÍ ikki fekk bóltin uppaftur – og so var 25-20 og 3-0 sigurin í steypa­finaluni ein veruleiki. – Hetta var heilt ótrúligt, tí Fleyr megnaði at halda høvdið kalt, tá harðast leikti á, og hóast drúgvari royndir­ nar hjá SÍ kundu verið ein fyrimunur, áðrenn dysturin byrjaði, sóu vit ikki nógv til tað. Og tí vunnu Fleyr-kvinn­ urnar fult uppiborið sína fyrstu steypafinalu nakran­ tíð, staðfesti Rannvá Ólavs­ dóttir, tá dysturin var lokin og frøin á Fleyr-kvinnunum fylti vøllin og høllina. Meira tendraðar Hetta var triðju ferð, at Fleyr-kvinnurnar vóru í steypa­finaluni síðani 2009, um­framt at tær tríggjar ferð­ir hava spælt FM-finalur síð­ani 2010, men ikki fyrr enn nú eydnaðist at vinna eina finalu. – Hetta er fantastiskt! Tað er heilt ótrúligt, staðfesti 23 ára gamli liðskiparin, Anja Sonnadóttir Danielsen, sum varð kosin besti spælari hjá Fleyr eftir steypafinaluna og hóast sín unga aldur er tann mest roynda á liðnum og hev­ur verið við til at spælt allar tær nevndu finalurnar, men ikki fyrr enn nú slapp at vinna. – Vit trúðu alla tíðina upp á tað, at nú skuldi tað vera. Vit virkaðu meira sterk­ar og tendraðar enn SÍ-kvinn­ur­ nar, og eg haldi, at vit vóru betur fyrireikaðar upp á støð­una. Tí vunnu vit. Eisini Ester Rasmussen, sum við sínum 27 árum var elsti spælari á liðnum hjá steypavinnarunum, hevði hug at geva góðum fyri­reik­ ingum heiðurin fyri, at tað endiliga eydnaðist: – Vit hava vant nógv, og tað gevur úrslit. Eg haldi ikki, at vit vóru so nervøsar – burtur­sæð frá í fyrstuni, men tað fingu vit rist av okk­um. Eg væntaði ein øgiliga spennandi og tættan dyst, men hevði kanska ikki væntað, at vit skuldu vinna 3-0, so tað er ein heilt fan­ tast­isk kensla at standa sum steypa­vinnari, segði hon. Ein av fleiri royndum spæl­arum hinu megin netið, 27 ára gamla Helga Guttesen, mátti eftir taptu finaluna bara staðfesta, at hetta ikki var dagurin hjá SÍ: – Nei, hjá okkum riggaði tað bara ikki, meðan Fleyr spældi heilt ótrúliga væl og var omaná alla tíðina. Nú er hetta fyrstu ferð, at Fleyr vinn­ur eina finalu, og eg haldi, at tær eisini skulu sleppa at royna tað, men nú er so FM eftir. Har vænti eg, at tað verða vit og Fleyr, sjálvt um tann besta finalan vildi verið vit og Dráttur, segði Helga Guttesen. hilmarjan@sosialurin.fo Í síni triðju steypafinalu eydnaðist umsíður Fleyr at standa eftir sum vinnari, og tað mundu eisini mong unna havnarliðnum, ið so mangan hevur verið líka við og næstan, men ikki fyrr enn leygardagin fekk alt at ganga upp í eina hægri eind við steypasigri EINKI ER SUM KVINNUR FLOGBÓLTUR Fleyr - SÍ 3-0 (25-14, 25-22, 25-20) Steypavinnararnir hjá kvinnum 2016: Fleyr Fremst frá vinstru: Ester Rasmussen, Anna Sára Leifsdóttir Skaalum, Rúna Hentze, hjálparvenjari, Lýdia á Smið, Anna Gøthe Magnusdóttir, Anna Falkenberg, Magnhild Jacobsen, Kristina Østerø Knudsen, Judit Tummasardóttir. Miðja frá vinstru: Christian Nagata, liðleiðari, Eva Nagata, Hilda Bolstad Mortensen, Gunnvør Joensen. Aftast frá vinstru: Romica Øster, venjari, Trina Elttør Eysturoy, Anja Danielsen, Súsanna Ludvig. Myndir: Álvur Haraldsen