Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ber tað til at flyta almenn ar­beiðs­ pláss úr høvuðsstaðnum og út á bygd? Sjálvandi ber tað til. Men spurn­ ing­ur­in er, um tað kortini loysir seg sam­fel­ags­liga. Í Danmark hevur borgarliga stjórn­in sett sær fyri at flyta 4.000 al­menn arbeiðspláss úr høv­uðs­ stað­ar­øk­i­num og út í útjaðaran. Í fíggj­ar­lóg­ar­upp­skot­inum ­hev­ ur stjórn­in sett av 400 milliónir krón­ur til endamálið, men nú vísir tað seg, at hetta langt frá er nóg mik­ið. Claus Hjort Frederiksen, fíggj­ ar­mál­a­ráð­harri, segði í gjár, at fer at kosta eina milliard krónur – sum ein ein­gangs­út­reiðsla – at fremja hesa flyt­ing. Tað vil siga, at tað kost­ar 250.000 krón­ur fyri hvørt ar­beiðs­plássið. Tá vit soleiðis samanbera okk­ um við Dan­mark, plaga vit at býta við 100. Gera vit tað, so svarar tað til, at tað kost­ar 10 milliónir krónur at flyta 40 ar­beiðs­pláss úr Havnini og út á bygd. Spurningurin er áhugaverdur. Men sam­stund­is, so eiga vit at spyrja okk­um, um hetta loysir seg. Tí hvat er ein útjaðari? Er Klaks­vík ein út­jaðari? Er Vágar ein út­jað­ari? Skuldu vit gjørt eina slíka mið­vísa flyt­ing av almennum ar­beiðs­pláss­ um, skuldi tað so til døm­is verið til øki, um liggja meira enn ein tíma úr Havn­ini? Ella er tað betri fyri eitt nú Klaksvík, at á­vís ar­ beiðspláss verða flutt úr Havn­ini til Klaksvíkar, enn at somu klaks­vík­ ing­ar koyra úr Klaksvík til Havnar at ar­beiða? Tað kundi verið ein á­hug­a­verd­ur spurningur at greitt. Men her eru heilt víst ymsar mein­ingar um hetta mál. Í Grøn­ landi, hevur málið eisini verið uppi í politisku skipanini, og har eru tey sum vera man heldur ikki á ein­um máli um, hvat rættast er at gera. Har hava nakrir borgarstjórar skot­ ið upp at flyta 600 arbeiðspláss úr Nuuk til aðr­ar býir og bygdir. Og har er als ikki semja um, at hetta er ein góð loysn. Hóast Grønland og Føroyar kunnu sam­an­berast í fólka­tali, so ber als ikki til at sam­anbera land­a­frøðiliga. Avbjóðingarnar í Grøn­landi eru so nógvar ferðir størri, enn hjá okkum. Men fyri tað er spurn­ing­urin áhugaverdur. Tí liggja al­mennu ar­beiðs­plássini best, um øll eru savnað ein um stað í Havn – ella ber til at spjaða tey í á­vís­an mun kring landið. Gunvá við Keldu, fyrrverandi borg­stjóri í Klaksvík viðmerkti so­ leið­is á in.fo hendan dagin: – Danmark ger tað, í Grøn­landi eru tey í ferð við at gera tað. Nú verður spennandi at síggja, hvør stiðril er í okkara lands­pol­it­ik­arum. Vit í Klaksvík eru til reiðar! Kanska vit fáa hetta kjakið í lag í Føroyum eisini? Er tað skilagott at flyta almenn arbeiðspláss út á bygd? Um at flyta almenn størv Av­ gerð­in er tykkara Súni Selfoss kjak síða 18 Taka hond um ung í Kollafirði Bergur Dam Jensen kjak Síða 18 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Matiné verður í Havnar kirkju leygardagin klokkan 11.30 við Stanley Samuelsen og Jón Festirstein. 26. februar eru 135 ár liðin síðan J. H. O. Djurhuus varð fødd­ur. Í hesum sambandi skipar Nora Musik fyri hátíðarhaldi sum umfatar konsertir, fyri­ lest­ur og listaframsýning í Tórs­havn 24.-27. februar. Leygardag klokkan 11:30 er matiné í Havnar Kirkju við Stanley Samuelsen (guitar & sang) og Jón Festirstein (violin). – Við heitu og inn­i­ligu rødd­ini og tí liv­andi og hug­ tak­andi gittar­fylgi­spæli­num hev­ur hann givið tekst­um hjá okkara mætastu lýrik­ar­um nýtt lív. Klassiskur før­oysk­ ur skaldskapur og nýggj tón­list ganga upp í eina hægri eind í fløgunum hjá Stan­ley. Soleiðis endurgeva fyri­reik­a­r­arnir Suna Merk­i­stein, út­varps­ mann, fyri at siga. Í 1985 f ó r Stanley at seta løg til yrk­ing­ar hjá kendum før­oysk­um skøld­ um, fyrst og fremst Jan­usi Djurhuus (1881-1948). Stanley hevur higartil smíð­að ikki færri enn 57 løg til sang­ir, sum eru givnir út á fløgu. Fyrsta fløgan, »Um eg kundi kvøðið«, kom út í 1999 og síðani komu »Sól og regn« (2005), »Tíðin rennur« (2008), »Alle hjertets sange« (2011) og »Stanley live« (2011). Á fløguni »Oktobir« (2013) ar­beiðir Stanley burturav við Jan­usi Djurhuus og hevur til hetta høvi gjørt tónleik til 20 av hansara klassisku yrk­ing­ um. Farna heyst gav forlagið Nora Musik út sangbók við løg­u­num hjá Stanley, tekst­ um, nótum og besifringum. Síðani 1990 hevur Stanley ferð­ast nógv sum tónleikari í Norð­ur­londum, Evropa og Am­erika og hevur skapt nýggj sambond og dyrkað nýggj­an tónleik. – Vælkomin til forvitn­is­liga matiné leygardagin, siga fyri­ reik­ar­ar­nir. Minnast Janus í Havnar kirkju Tað er kent aðrastaðni, at stór­ir menn – tað vil siga menn, sum halda seg sjálv­ar vera stórar – vilja hava sín egna fjølmiðil. Ella sítt egna fót­bólts­fel­ag. Soleiðis hevur nýggi borg­ ar­stjórin í Runavík nú fing­ið sín egna miðil, sum komm­ unu­kassin kanska rindar fyri. Sjávlur segði Tórbjørn Jac­ ob­sen soleiðis á Facebook: – Runavíkar kommuna royndi seg við útvarpi á R7 støð­ini í dag. Fram til summ­ ar­frí­tíðina fara vit at royna hend­an háttin at kunna borg­ ar­ar og onnur um tað sum fyri­ferst í økinum, við serligum atliti til kommununa. Sølvi, Bárð­ur, Svend og sjálvur hava tik­ið okkum saman at stjórna reda­k­ti­ónini kollektivt, meðan roynd­in gongur. Sent verður hvønn mánadag seinrapart kl. 15:00. Ivaleyst fer fyrsta send­ ing­in, sum fór í luftina í dag, at koma út á www.R7.fo, tá heima­síðan hjá støðini verður dag­førd. Tað ljóðar ikki sørt tot­al­ i­tert, at ein politiskur leið­ari sjálvur skal hava red­ak­ti­ón­ ellu leiðsl­una – saman við sín­um sam­an­svornu und­ir­ sát­tum. Men tað er vist so, at borg­ ar­stjór­in sigur so. Hvussu nógvar pengar Runa­vík­ar komm­una rind­ar priv­atu út­ varps­rás­ini fyri ó­mak­in, verð­ ur einki sagt um. Men har verða valla teir stóru krit­isku spurn­ing­ar og ongar ó­be­hagi­ lig­heit­ir, tí politiski leiaðrin á Glyvr­um stjórnar sjálvur show­i­num. Ikki er greitt, hvussu nógv leið­reglarnar um góðan fjøl­ miðl­a­sið fylla í Runavíkar bý­ráð. Men í leiðreglunum verð­ur int­e­gri­tet­urin greitt skil­mark­aður soleiðis, at lurt­ ar­in ikki skal kunna kenna seg lump­að­an av einum hægri pol­itisk­um endamáli – enn tað at gera fjølmiðlatilfar. »Fjølmi!lafólk eiga ikki at á­taka sær uppgávur, arbeiði, bú­skaparligar ella aðrar bind­ ing­ar, ið kunnu skapa iva um, hvat endamálið er við kunn­ ingaruppgávuni. Tey eiga ikki at koma sær í støð­ur, har ivi kann sáast um teirra trúvirði, og tey eiga at gáa um viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið hjá tí einstaka fjølmiðlafólkinum.« Men hetta er nokk bara fjant og fjas og hevur ongan týdn­ing í Tobbasa Pravda, so vit yppa bara øksl og lata trú­ virð­ið hjá føroyskum fjøl­miðl­ um søkka eitt sindur longur nið­ur... Tobbasa Pravda farið í luftina