Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MATUR LÆTTARI AT FÁA FATUR Á FØROYSKUM KJØTI Í HEYST Nú skulu handlar og matstovur eisini sleppa at selja føroyskt kjøt, hóast tað ikki er frá løggildum virki Áki Bertholdsen Tá ið slaktið verður í heyst, skal tað vera lættari at fáa fatur á føroyskum kjøti. Poul Michelsen, lands­ stýris­maður í vinnumálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at nú skulu handlar, matstovur og torg, sleppa at selja føroyskt kjøt av seyði og av neytum, hóast tað ikki er virkað á løggildum virkijum, og hevur hingið í løggildum hjallum. Og Poul Michelsen ætlar at fáa Løgtingið at sam­ tykkja, at nýggju reglur­nar skulu koma í gildið longu tann 1. oktober í ár, so at tær koma í gildið longu í slakt­ inum í heyst. Av tí, at hetta einans fevn­ir um kjøt av seyði og av neytum, fevnir hetta sostatt ikki um fisk og fiskavørur, fugl, grind ella aðra veiði, ella grøn­meti. – Føroyska matarmentan­ in er stórur partur av før­ oyska samleikanum, og ans­ast má eftir, at føroyska lóg­gávan hevur neyðuga fyriliti fyri hesum, staðfestir Poul Michelsen. Hann sigur, tí skal lóg­ gáv­an hóska til føroysk viður­skifti, soleiðis at tað verð­ur tryggjað, at føroyska matar­mentanin ikki fer fyri skeytið. Samstundis ásannar hann, at á ávísum økjum forðar matvørulógin fyri skyn­samari gagn­nýtslu av før­oyska náttúru­tilfeing­in­ um til matna. – Endamálið er at tryggja, at smáir føroyskir fram­leið­ ar­ar fáa høvi at selja sína vøru til ein størri skara, og at trygga, at føroyska matar­ ment­anin verður varðveitt og ment, sigur hann. Tí skal tað bera til hjá bónd­um at selja sína vøru í handlum og á matstovum, eins og ætlanin er at skipa fyri, at føroysk vøra kann seljast við torgsølu, eitt nú í Vágs­botni. Ein bági Sotatt fer tað eisini at bera til hjá matstovum og ferðavinnuni annars, at brúka føroyskt kjøt, og før­ oyska matarmentan meira beinleiðis í virkseminum. – Bæði ferðavinnan og mat­stovu­vinnan hava víst á, at tað er ein bági, at tað ikki ber til at borðreiða við hesum vør­um á matstovum, tí tað er partur av upplivilsinum at sleppa at royna tann lokala matin. Á sama hátt er søgan um matin týðandi partur av upp­ livingini. Poul Michelsen stað­festir, at tað skal altíð vera verður framleiðarin, sum hevur ábyrgd­ina av matvøru­trygd­ ini, og at vøran er í lagi. – Hetta er galdandi uttan mun til, um vøran verður framleidd á løggildum virki, ella ikki, og seinni seld í ein­ um matvøruhandli, á eini mat­stovu, ella á einum torgi. aki@sosialurin.fo Avtaka allar forðingar fyri at selja føroyskan mat Nú skulu allar forðingar fyri at selja føroyskan mat, burtur, so at allir framleiðarar kunnu selja sínar vørur, allastaðni, bæði kjøt, grind, fugl, fisk og føði úr plantum Áki Bertholdsen Nú skulu allar forðingar, sum eru í matvørulógini, fyri at selja siðbundnan, før­ oysk­an mat, takast burtur. Tað heldur Fólka­flokk­ urin. Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, ætlar samgongan at geva bóndum fríari ræsur at selja kjøt av neyti og seyði. Men nú fer Fólkaflokkurin at leggja upp­skot fyri Løgtingið um at fara enn longri, og at av­taka allar forðingar fyri allar matvørur. Tað merkir, at tað skal vera púra frítt at selja allan, sið­bundnan føroyskan mat, bæði á internetinum, í handl­um, á matstovum, á torg­um, í durasølu og á stevn­um og festivalum. Fólkaflokkurin sig­ ur, at her verður hugs­ að um mat­vørur úr før­ oysk­um rá­vør­um, ella úr fiski, skelja­djór­um, seyði, neytum, hvali, fugli og plantum. Men her er bara talan um mat, sum verður seldur á heimamarknaðinum, ikki um mat, sum ætlanin er at selja uttanlands. Samstundis skal stórur dentur leggjast á sporførið, so at tað altíð ber til at vita, hvaðani vøran er. Tí skal vør­an merkjast væl og virð­iliga við, hvør fram­leiðarin er, nær djórið er dripið, ella fisk­urin fisk­ að­ur, og nær væran er til­ virk­að. Tað skal eisini frá­merkj­ ast týðiliga, hvussu vør­ur eru til­virk­aðar, ella hita­við­ gjørd­ar, hvussu tær skulu goym­ast, og annars gerast til. Samstundis skal ábyrgd­ ar­býtið ímillum seljara og keypara vera púra greitt. Tískil skal tað vera fram­ leiðarin, sum hev­ur ábyrgdina av, at mat­ urin hann selur víðari til ein handil, eina mat­stovu, ella onkran ann­an, er manna­føði og ikki heilsu­skaði­ligur. Hin­vegin skal tað vera handil­in, mat­stov­an, net­ handil­in, o.s.fr., sum hava ábyrgd­ina fyri mat­vøru­ trygd­ini mótvegis tí, sum aft­ur keypir frá teim­um. Stórur missur Fólkaflokkurin sigur, at enda­málið er at varð­veita gamla, føroyska mat­ment­ an, og at tryggja, at sum mest av føroyskum mat­vør­ um, verða brúktar. Sostatt er endamálið eisini at forða fyri, at matur fer burtur. – Tað skal vera lætt hjá øll­um føroyingum at fáa fatur á føroyskum mati, eis­ini hjá teimum, sum ikki eiga jørð, ella bát, ella sum ann­ars hava møguleikan at skaffa sær føroyskan mat sjálvi. Tað skal eisini vera lætt­ ari hjá útlendskum ferða­ fólki at smakka føroyskan mat. aki@sosialurin.fo Lóggáva skal vera soleiðis, at hon tryggjar, at føroysk matarmentan ikki fer fyri skeyti, sigur Poul Michelsen, og tí fer hann nú at linka treytirnar