týsdagur 23. februar 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í desember í fjør andaðist Petur
Jacob, Miðvági, 92 ára gamal. Hann
hevði handil her í bygdini, og
plagdu fleiri miðvingar at koma á
gátt hjá honum at práta um leyst og
fast. Hann var ein bygdamynd, og
var hann nógv avhildin av familju,
vinum og kenningum. Eg plagdi at
koyra hann niðan á Høgagerð, úti á
Dali, við bili mínum, har hann hevði
eina trøð. Hann hoyggjaði og velti
eplir á trøðni, og hevði familjan
manga góða løtuna har uppi á
Høgagerði. Honum dámdi sera væl
at ganga úti í Nýpu, og fiskaði hann
síl eisini saman við familju, vinum
og kenningum.
Men vit kenna Petur Jacob best
sum listamann. Hann fekk íblástur
til málningar sínar serstakliga úr
náttúruni her vesturi. Og mangir
eru teir málningar, sum hanga
ymsastaðni í heimum her vesturi
og aðrastaðni við. Petur Jacob
gekk nógv úti í náttúruni, og
gleddist hann um alt livandi, sum
rørdi seg har. Hann var gubbi mín,
og eg havi mong góð minnir um
Petur Jacob frá Kirkjar, har vit
búðu og búleikaðust. Hann var
ein stillførur maður og segði ikki
so nógv, men hann dugdi væl at
orða seg og greiða frá í yrkingum
og málningum sínum. Har komu
tankar hansara fram, og soleiðis
kundi hann málbera seg bæði
skaldsliga og í myndlist.
Fyri nøkrum árum síðani fór
Petur Jacob inn á Ellisheimið, á
Sýnini, at búgva. Hann var sjúkur
í rygginum, men hevði tað annars
gott. Har helt hann fram at mála.
Hann málaði, alt til hann andaðist
við ársenda 2015. Mín góði gubbi
og vinur er farin, og tað tynnist í
vinaskara. Eg plagdi at vitja hann á
Sýnini, og var hann altíð vinsælur
at tosa við og hartil hjartagóður.
Hann ringdi tíðum til mín, og bað
hann meg koyra seg heim í Kirkjar
at vitja. Systir hansara, Ketty,
býr eisini á Ellisheiminum. Kem,
bróðir hansara, doyði í 2013. Teirra
heim stóð altíð opið fyri okkum,
og blíðskapurin treyt ikki. Eg vil tí
minnast Petur Jacob við virðing og
tøkk.
Ærað veri minnið um Petur
Jacob!
Finnbjørn
Minningarorð um
Petur Jacob Haraldsen,
við Kirkjar, Miðvági
Føddur 2. des. 1923 deyður 27. des. 2015
NØVN
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo