Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Framleiðsluformaður hjá Jeka Fish í Lemvig Vilt tú vera starvsfelagi hjá okkum í Jeka Fish A/S? Fyritøka okkara Jeka Fish A/S leitar eftir einum dugnaligum formanni. Jeka Fish er við at menna seg til eina fyritøku, ið verður rikin í mun til avrik. Í hesum sambandi mangla vit ein dugnaligan formann, sum skal vera avloysari og høgra hond hjá fram­ leiðslu stjóranum. Talan er um eitt nýtt starv í fyritøkuni. Uppgávur: Sum formaður fært tú ábyrgd av fýra sjálvstøðugum linjum, sum tú skalt optimera og tryggja, at tær koyra. Sum formaður fært tú ein lyklaleiklut í framleiðsluni, og tú ert varamaður hjá framleiðslustjóranum. Tú kemur at hava millum 10 og 20 starvsfólk, sum beinleiðis vísa til tín, og í sambandi við leiklut tín sum vara­ maður hjá framleiðslustjóranum fara hini 70 starvsfólkini eisini at vísa til tín. Tú skalt geva títt íkast til strukturin á virkinum, og ein partur av tínum starvi verður at víðarimenna framleiðsluna í tøttum samstarvi við framleiðslustjóran, sum eisini kemur at vera tín leiðari. Persónsprofilur: Tú ert ein GÓÐUR LEIÐARI, og tú gevur títt íkast til fram­ leiðsluna við yvirblikki og skipaðari leiðslu. Tú hevur royndir við linju leiðslu frá eini matvøruframleiðandi fyritøku. Hevur tú royndir úr fiski­ vinnuni, er tað ein fyrimunur. Ert tú til dømis fiskivinnutøkningur ella líknandi av útbúgving, síggja vit tað sum ein fyrimun, men hetta er ikki eitt krav. Vit eru ein altjóða fyritøka við nógv­ um ymiskum tjóðskapum í starvi. Tí skalt tú kunna samskifta væl á bæði donskum og enskum. Góður KT­førleiki er ein fyrimunur. Vit hava tørv á einum aktivum lifelaga, sum er glaður fyri ein hektiskan gerandisdag, har tað er rúm fyri einum smíli og góðum lag. Fyritøkan bjóðar: Eitt spennandi starv í eini altjóða fyritøku. Vit bjóða eina løn, sum svarar til tínar førleikar. Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudmundur Gudmundsson, fram­ leiðslu stjóra, á telefon +45 24280440 ella Halldór Arnarson á telefon +45 24280442. Umsóknir vera at senda til job@jekafish.dk. Umsónarfreistin er 28. Februar. Starv­ ið verður sett skjótast gjørligt. Vinar­ liga viðmerk umsóknina í evnisfeltinum við FORMAND JEKA FISH. Jeka Group fevnir um fyritøkurnar Jeka Fish A/S, Cimbric A/S og Oyster Boat ApS. Vit eru serfrøðing ar innan framleiðslu av fiskavørum av høgari góðsku. Jeka Group hevur umleið 100 fólk í starvi, og umsetningurin er um 280 milliónir krónur. Vørurnar verða seldar kring alt Evropa. Les meira um okkum á http://www.jekafish.com og http//www.havets.dk Tíðaravmarkað gartnarastarv Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Gróðurstøðin í Hoydølum sóknast eftir fólki til tíðaravmarkað gartnarastarv, í hálvt ár frá 14. mars 2016. Arbeiðið fevnir um plantualing og -røkt, um royndir við plantum, og um ráðgeving og sølu. Vit sóknast eftir fólki við gartnara- útbúgving og -royndum, men eisini fólk við aðrari viðkomandi útbúgving og fakligum royndum kunnu søkja. Arbeiðið umfatar av og á skeivar arbeiðstíðir, langar dagar umframt leygardagar. Løn sambært avtalu millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Meiri fast at vita við at venda sær til Rakul A. Dam, røktaraleiðara, á telefon +298 234363 ella í telduposti til rakuld@us.fo, sí eisini www.us.fo Gróðurstøðin er partur av Skógrøktini, sum er skipað sum deild á Umhvørvisstovuni. Umsókn skal sendast Umhvørvisstovuni, og hon skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. mars 2016. Minst til at merkja umsóknina “Gartnari”. Postadressan er: Traðagøta 38, Postboks 2048, 165 Argir, t-postur: us@us.fo Send sms-boð við tekstinum: INFO til 1940 Kostnaður: 10 kr. + vanligan takst VINN SMS’A TIL 1940 SKRIVA INFO kostnaðurin er 10 kr. + vanligan takst UTTANLANDSFERÐ Á PÁSKUM FYRI 10 KR. 2 børn, 2 vaksin + bil og eina viku í Danland blokhus * Drigið verður 4. mars og almannakunngjørt í Vikublaðnum 7.mars