týsdagur 23. februar 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hevur tú hug at
gerast politistur,
so hevur tú
møguleikan nú!
Vit hava fingið 3 pláss á politiskúlanum
í ár og leita tí eftir politistanæmingum,
at byrja í august og oktober 2016.
Tá ið søkt verður inn til politist í
Føroyum, er mannagongdin tann
sama sum í Danmark. Í Føroyum eru tó
hesi frávik frá teimum, sum er nevnt á
donsku heimasíðuni:
•
ein skrivlig roynd verður í
føroyskum
•
ein svimjiroynd verður, sum einans
hevur til endamál at staðfesta, um
umsøkjarin hevur vatnræðslu
•
eftir lokna útbúgving í Danmark
skal politisturin aftur til Føroya at
arbeiða.
Upptøkuroyndirnar verða væntandi
hildnar í viku 12 og 15.
Niðast í vinstra horni á heimasíðu
okkara www.politi.fo er ein leinkja til
umsóknarblaðið, sum skal fyllast út.
Leiðbeiningar um upptøkuroyndir
og útbúgvingina annars finnast á
heimasíðuni www.politiskolen.dk
Freistin at søkja er 28. februar 2016.
Hevur tú spurningar til útbúgvingina,
ert tú vælkomin at ringja á tlf. 351448
og spyrja eftir Starvsfólkadeildini.
John Kølbæk, fúti
www.gevidblod.fo
VILT TÚ
GEVA BLÓÐ?
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.
Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum
Við hesum takka vit hjartaliga fyri sýnda
samkenslu og hjálp, tá mamma okkara
Arna Dalbø Hansen
andaðist og fór til gravar.
Familjunar vegna
Jógvan og Michael
Tøkk
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæra
mamma okkara
Hjørdis Maria Reinert Kristiansen
Tórshavn (ættað av Sundi)
andaðist á Boðanesheiminum 92 ára gomul
21. februar 2016
Jarðarferðin verður úr Ebenezer
hósdagin 25. februar kl. 13.00
Vegna tey avvarðandi.
Ingerd, Andrea, Jón og Guðny
Søkt verður eftir reingerðarfólkið til at starvast
á Eysturoyar Røktar- og ellisheim 30 tímar um
vikuna, at byrja sum skjótast.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært avvarðandi
yrkisfelag.
UMSÓKN
Umsókn skal sendast til Økistænastuna hjá
Skálafjarðasamstarvinum, Friðartún 1, 620
Runavík ella til sam@sam.fo, í seinasta lagi
fríggjadagin 9. mars 2016 kl. 12:00.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvi við at venda sær til
Jyttu Juul, leiðara fyri reingerðini, telefon 290206.
REINGERÐARFÓLK TIL
EYSTUROYAR RØKTAR-
OG ELLISHEIM
søkir
ØKISTÆNASTAN HJÁ
SKÁLAFJA RÐAR SAMSTARVINUM
Føroya
Myndakalendari
fyrst og fremst