Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ruskinnsavningin í undangóðkenning Við hesum verður lýst eftir áhugaðum arbeiðstakarum at verða undangóðkendir til at geva tilboð upp á ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna vil tryggja sær, at teir arbeiðstakarar, sum seinni geva tilboð, megna at átaka sær arbeiðið. Ruskinnsavningin fevnir í høvuðsheitum um, at • savna inn húsarhaldsburturkast í plastruskposum frá húskjum, vinnu og stovnum •  bera út húsarhaldsposar í rullum og posa til vandamikið burturkast 2 ferðir um árið til øll húski í kommununi • savna inn húsarhaldslíknandi burturkast í bingjum frá virkjum og stovnum • savna inn pappír / papp í plastíløtum ella posum frá húskjum, vinnu og stovnum • savna inn posar við serliga dálkandi / vandamiklum burturkasti frá húskjum, stovnum og virkjum í allari kommununi • samskifta við borgaran um øll viðurskifti, sum hava við arbeiðstøkuna at gera, undir hesum fráboðanir, fyrispurningar, klagur o.t. Arbeiðið fatar um tíðarskeiðið frá 1. apríl 2017 og til 31. mars 2024. Kommunan kann leingja sáttmálan við óbroyttum treytum fram til 31. mars 2025. Útbjóðingartilfar til undangóðkenning verður útflýggjað í telduposti og kann verða bílagt frá Tórshavnar kommunu, løgdeildin, á torshavn@torshavn.fo ella janus@torshavn.fo. Umsóknir um undangóðkenning skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. mars 2016 kl 12.00 og skulu latast ella sendast til: TÓRSHAVNAR KOMMUNA Ráðhúsið • Vaglið 1 FO-100 Tórshavn torshavn.fo Sjóvinnuhúsið til sølu ella leigu Um hóskandi tilboð kemur upp á Sjóvinnuhúsið, matr. nr. 970e á Vestaru bryggju í Tórshavn, verður bygningurin seldur ella leigaður í einum. Samlaða gólvvíddin er 7.000 fermetrar í 5 hæddum. Bygningurin verður liðugt umvældur summarið 2016. Umframt skrivstovur umfatar sølan/leigumálið siloina í eystara enda. Søla av bygninginum: Bygningurin, íroknað grundøkið, verður seldur sum hann stendur, tá umvælingin er liðug komandi summar. Serstakt leigugjald verður ásett fyri nýtslu av uttanumøki til parkering o.l., sambært galdandi takstum. Leiga av bygninginum: Bygningurin verður útleigaður í upp til 30 ár. Leigarin skal standa fyri øllum viðlíkahaldi innan og uttan, rakstri og trygging av bygninginum. Tá 30 ár eru farin, kann eigarin uppsiga leigumálið, og yvirtaka møguligar íløgur, sum leigarin hevur gjørt, fyri ½ av metingar- virðinum. Ynskir eigarin ikki at uppsiga leigumálið, kann hetta verða longt við 10 árum hvørja ferð eftir nærri ásettum treytum. Felags ásetingar: Í eystara enda á ognini er tann runda siloin, sum við sínum serliga skapi og plasering, skal brúkast til útvent virksemi so sum matstovu, ráðstevnur, framsýningar ella annað virksemi har almenningurin hevur atgongd. Siloin er uppdeild við 1½ dekki, og fyrireikingar eru gjørdar til at seta eitt dekk í afturat. Bygingurin skal brúkast til maritima vinnu, ferðavinnu ella annað virksemi, ið gevur býnum nýtt innihald t.d. innan gransking, menning ella altjóða samstarv. Støðutakan til besta tilboðið: Tá støða skal takast til, hvat er besta tilboðið, verður mett út frá eini heildarmeting av innkomnu ætlanunum/prospektunum við støði í prísi, sannlíkindum fyri at ætlanin kann fremjast, hvussu ætlaða virksemið í bygninginum hóskar á havnarlagnum og váttan um fígging av íløgu og rakstri. Við tilboðnum skal ein lýsing vera av ætlanini og váttan um fígging. Tilboðini skulu vera Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 7. mars 2016 kl. 12.00. Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til at velja millum ella vraka øll innkomin tilboð. Tórshavnar havn torshavn.fo