Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. februar 2016 · Nr. 23 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Hilmar Jan Hansen Líka síðani 2007 hevur stór­steypa­dyst­urin verið form­liga byrjan­in á kapp­ ingar­árinum í fót­bólti, tá føroya­meistar­in og steypa­ vinnarin frá árinum fyri møtast til dyst um Stór­ steypið, ið er sam­starv mill­um Fót­bólts­sam­band Føroya og Lions Club í Føroy­um. Mótstøðuliðini hesaferð eru B36 og Víkingi, og tey kunnu hava hvør sínar orsøkir til at vilja vinna júst henda dystin. B36 vann Stórsteypið tað fyrsta árið, men hevur ikki vunnið síðani, so óivað eru meistararnir svangir eftir at vinna tað aftur – kanska eisini, tí B36 tapti fyri júst Víkingi í fjør. Hinvegin hevur Víkingur vunnið Stórsteypið síðstu tvey árini og fer óivað at leggja nógv fyri fyri at vinna tað triðja árið á rað og harvið halda lív í vónini um at sleppa at eiga steypið. Hetta kann vera seinasta árið, at spælt verður um akkurát hetta Stórsteypið, tí um Víkingur ikki vinnur, verður tað EB/Streymur, ið vinnur Stórsteypið til ognar, tí EB/Streymur er einasta lið, sum hevur vunnið tað tríggjar ferðir, sum var frá 2011 til 2013. Men vinnur Víkingur og kemur upp á javnt við EB/ Streym, skal spælast um steypið, til eitt felag hevur vunnið fleiri ferðir enn nakað annað felag. Hetta eru tvey av liðunum, ið eisini hava verið frammarlaga seinnu árini, og tey spældu sum sagt eisini stórsteypadystin í fjør, sum endaði við 3-3 javnleiki og mátti avgerast við brotsspørkum, har Víkingur royndist betri og at enda vann. Og so seint sum um vikuskiftið møttust hesi bæði eisini í finaluni í Klaksvíkskappingini, so tey tykjast vera vælkoyrandi, nú nýggja árið byrjar. Fer til vindeygu Dysturin, sum verður spæld­ ur á Tórs­vølli leygar­kvøld­ið klokkan 19, er – sum undan­ far­in ár – sam­starv millum Fót­bólts­samband Føroya og Lions Club í Føroy­um, og sum vit eisini kenna tað frá øðrum londum, eitt nú Charity Shield í Onglandi, snýr tað seg eisini um at fáa til vega pengar til okkurt vælgerandi endamál. Hesaferð verður tikið eitt tak fyri at hjálpa Føroya Fólka­há­skúla, ið arbeiðir við at betra um tær heldur vána­ligu um­støður­ nar, niður­slitnu bygning­ar­ nir geva. Við góðari hjálp frá Lions Club og fleiri øðrum ber nú til at skifta takið, so tað verður tætt á skúlanum, ið tó framvegis hevur ábøtur fyri neyðini. Tað næsta, sum skal gerast á Føroya Fólka­há­skúla, verður at fáa skift vindeygu, og Lions Club hevur gjørt av, at tað verður til tað endamálið, at óskerdi ágóðin frá stór­steypa­dyst­ in­um leygar­kvøldið fer. At­gongumerkini kosta 80 krónur, men ikki er óvan­ ligt, at fólk velja at stuðla og lata meira pengar fyri at­gongu­merkið, enn minsti­ prísur­in er. Dysturin telur við Sum sagt, hava Fót­bólts­ sambandið og Lions Club síðani 2007 skipað fyri stór­steypa­dystunum, og dyst­ur­in í ár verður tann tíggjundi í røðini. Við árunum hevur dysturin fingið alsamt størri tyngd, og um ein spælari ikki skikkar sær nóg væl í einum stórsteypadysti, kann tað bókstaviliga hevna seg. Í øllum førum er galdandi, at hóast gul kort, sum verða givin í stór­ steypa­dystinum, bara er galdandi fyri tann aktuella dystin, geva reyð kort somu av­ leið­ing­ar sum í kappingini annars, og har er tað so, at reyð kort verða gald­andi fyrst­komandi dyst. So ein spælari kann saktans fáa karan­tenu í lands- ella steypa­kapping­ini, ger hann ov nógv av í stór­steypa­ dystinum. hilmarjan@sosialurin.fo TÍGGJUNDI STÓR­ STEYPA­DYSTURIN Leygarkvøldið klokkan 19 verður ársins stórsteypadystur í fótbólti spældur millum føroyameistararnar úr B36 og steypavinnararnar úr Víkingi, og samstundis verður kappingarárið formliga sparkað í gongd – og ágóðin tænir vælgerandi endamáli Verða tað ikki Atli Gregersen og teir í Víkingi, sum taka ímóti Stórsteypinum eftir dystin ímóti B36 leygarkvøldið klokkan 19 á Tórsvølli, merkir tað samstundis, at EB/Streymur fær steypið til ognar Savnsmynd: Álvur Haraldsen