Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 26. februar 2016 Sunnudagin eru 100 ár síðani, at kvinn­ur fyri fyrstu ferð sluppu at velja til løg­tings­val Hóast føroyskar kvinnur sluppu á løg­tings­ val í 1916, so skuldu ganga 62 ár, til fyrstu kvinn­ur vórðu valdar á Løgting. Og um vit so lótu allar kvinnur, sum hava havt sæti á ting­i sitið har enn, so høvdu tær ikki fylt all­ar stólarnar í løgtininum. Tað er tí, at talið av kvinnum á tingi til­ sam­ans ikki er komið upp á 33 enn. Orsøkin til tað er einføld: Føroyskir menn og før­oyskar kvinnur vilja ikki hava kvinn­ur á ting – í øllum førum ikki í líka stór­um tali, sum menn. Og tað er ein matematiskur veruleiki, at skal ein kvinna hava vald – ja so skal ein mað­ur missa vald. Og tað er eisini ein stór­ur trup­ulleiki, tí føroyskar kvinnur og før­oysk­ir menn halda ikki, at menn skulu lata vald fyri at fáa kvinn­ur fram at í eins stór­an mun. Men at kvinnur mangan eru gløggari at stýra enn menn, hevur fleiri ferðir verið sjón fyri søgn. Danmark hevði frá 1924 til 1926 heims­ins fystu kvinnu í eini demokratiskari stjórn. Tað var Nina Bang, sum var kenslu­ mál­a­ráð­harri hjá Stauning – og sum eisini varð­aði av skúlabørnum í Føroyum. Og hóast hon var danskur ministari, so dugdi hon at hyggja upp um meiningsleysa pol­itikk­in, sum menn stóðu fyri í mál­spurn­ ing­in­um í Føroyum og í føroyska skúla­ num. Tí hvørki børn ella lærarar í før­oysku skúlunum sluppu tá at tosa móð­ur­málið. Tað skuldi vera danskt. Ikki endi­liga tí, at danskir politikarar og em­bætis­menn vildu tað. Nei tí før­oyskir politikarar tá sóðu størri virði í at stríð­ast um kon­front­a­ti­ón­ ina. Sam­bands­menn vildu heldur ikki tá, at før­oy­ing­ar sjálvir sluppu at ráða. Nina Bang skar í gjøgnum og helt, at sjálv­andi skuldu føroysk børn og føroyskir lær­ar­ar tosa føroyskt í føroyskum skúlum. Púra logiskt, helt hon. Men sambandsmenn í Føroyum søgdu korta­nei. Málið skuldi vera danskt! Soleiðis stríðast summi okkara enn fyri at varð­veita konfrontatiónina – ella stríð­ast fyri stríðið uttan meining. Ein kvinna sá øðrvísi upp á tann spurn­ ing­in. Tað kann læra okkum, at kvinnur eru minst líka klókar, sum menn at stýra einum landi. Tí átti vald at verið flutt frá monn­um til kvinnur – og so var alt tos um javnstøðu ó­neyð­ugt. 16. mars í 1964 tók fyrsta kvinna nakrantíð sæti á løgtingi. Vit geva málgagni Sjálvstýrisfloksins orðið: »Mánadagin, tá ið tingið ko saman klokkan seytjan, hendi tað, sum ongantíð áður er hent í tingsins søgu. Tá tók kvinnan fyri fyrstu ferð sæti á Føroya løgtingi. Rætt er tað, at hesa ferð er tað bara fyribils, meðan Marius Johannesen er burturstaddur, men søguligt er tað kortini, og verður tað ikki varandi hesa ferð, so man tað kortini fara at eydnast til næsta val. Kvinnan er Malla Samuelsen, sum var nr. 2 á sjálvstýrislistanum fyri Suðurstreym til seinasta val. Hon er fødd og uppvaksin á Kirkju í Fugloy, men gift og búsett í Havn. Malla Samuelsen hevur tikið dúgliga lut í ymsum almennum virki her í býnum. Hn var limur av býráðnum 1956-60, og hesi árini var hon formaður í skúlanevndini og sosialu nevndini. Hetta skeiðið var tað, at skúlin í Vesturbýnum varð bygdur. Malla Samuelsen hevur eisini verið formaður í Kvinnufelagnum og hevur gjørt eitt stórt arbeiði har. Í tíggju ár hevur hon hvønn vetur havt matgerðarskeið í sínum egna heimi fyri einum 20 kvinnum ella fleir til hvørt skeiðið. Hetta hevur havt alstjóran týdning, og vit vita, at Malla hevur onki hægri ynski, enn at ein rættiligur húsarhaldsskúli hevði verið setttur á stovn í Føroyum. Tað verðr helst ikki so nógv, sum Malla í hesi syftu fær avrikað á tingi, men vit ynskja henni vælkomnari inn um tinggátt.« Festivalurin í Syðrugøtu gav 255 túsund krónur í yvirskoti Endaliga úrslitið hjá G! Festivalinum í fjør 2015 var eitt yvirskot upp á 255.000 krónur. Fyriskipararnir greiða frá, at tað er við góð­ um treysti, at gongd er í arbeiðinum at fyri­reika ársins G! festival, sum verður dagarnar 14. til 16. juli. Skráin er við at taka skap og nýggj heima­ siða verður løgd út fríggjadagin 26. februar. Á aðalfundinum var nevndin afturvald. Í henni sita, Bogi Andreasen formaður, O­luffa Joensen, næstformaður, Sigvør Laksá, Krist­fríð Tyril, Theodor Kapnas og Hans Jákup Mikk­ el­sen. Nevndin hevur sett Sigvør Laksá sum stjóra og Kristfríð Tyril er samskipari. Alt yvirskotið hjá G! fer framvegis óskert víð­ari til felagið Tónleikamiðstøðin, ið ar­beið­ir við at gera eina miðstøð fyri tónleik í Eyst­ur­ komm­unu. Kvinnur hava vald = menn missa vald G! gav 255.000 Nøgdir fyrireikarar Les eisini blaðið á telefonini Væntaðu onga meingin frá mær Samrøða síða 16-17 Eg merki ikki trupulleikan Samrøða síða 12-13 Tingakrossur –málgagn Sjálvstýrisfloksins, 19 mars 1964 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Malla samuelsen Visti tú? At vit hava valt tilsamans 25 kvinnur á ting seinastu 100 árini? Fyrsta kvinna á Løgtingi