hósdagur 25. februar 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 24
4
Nú skal tað bera til hjá føroyskum
myndugleikum at nokta
útlendskum skipum, at koma
inn um 12 fjórðinga fiskimarkið í
Føroyum
Tað fer Poul Michelsen, landsstýrismaður
í vinnumálum, nú at leggja uppskot fyri
Løgtingið um.
Her er talan um talan um útlendsk
skip, sum á ein hvønn hátt ikki lúka tey
krøv, ið verða sett í altjóða sáttmálum, ella
skip, sum bróta føroyska lóg og føroyskar
kunngerðir, eitt nú um trygd á sjónum.
Hóast talan er um eina almenna lóg,
ásannar landsstýrismaðurin, at tað serliga
er virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum,
sum hevur skundað undir, at hendan lógin
verður løgd fram.
Endaligi roknskapurin fyri G!
Festival 2015 er lagdur fram og
góðkendur. Roknskapurin vísir
sambært G! Grunninum, at G!
Festival 2015 gav 255 túsund
krónur í yvirskoti.
Fyriskipararnir siga, at tað er við góðum
treysti, at gongd er í arbeiðinum at
fyrireika G! festival 2016, sum verður
dagarnar 14. til 16. juli. Skráin er við at taka
skap og nýggj heimsiða verður løgd út
fríggjadagin 26. februar.
Á aðalfundinum var nevndin afturvald.
Í henni sita, Bogi Andreasen formaður,
Oluffa Joensen, næstformaður, Sigvør
Laksá, Kristfríð Tyril, Theodor Kapnas
og Hans Jákup Mikkelsen. Nevndin
hevur sett Sigvør Laksá sum stjóra og
Kristfríð Tyril er samskipari.
Alt yvirskotið hjá G! fer
framvegis óskert víðari til felagið
Tónleikamiðstøðin, ið arbeiðir við
at gera eina miðstøð fyri tónleik í
Eysturkommunu.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
10-15 m/s
3-8 m/s
3-8 m/s
3-8 m/s
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av
eystri og norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og
okkurt einkult kavaæl. Hitin um dagin um
2, 3 stig, um náttina millum 3 kuldastig
og 2 hitastig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul
av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum
snarar í ein útsynning og sunnan.
Samdrigið og okkurt ælið, partvís
við vátaslettingi, seinni turt, men
skýggjað. Hitin millum 2 og 5
stig. Um kvøldið og náttina øtlar
hann vindin í stívt andøvsgul upp
í hvassan vind av suðri, 10 til
15 m/s og tað verður regn ella
vátaslettingur. Hitin fer upp í 5
hitastig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul
av norðri, 3 til 8 m/s, sum út á
náttina snarar í ein útnyrðing.
Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin
um dagin um 3 stig, um náttina
millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Nýggju like knøttanir á
Facebook kundi verði søgan
um eitt parlag, sum byrjar
gott og endar minni gott
Um orðið sigur Sprotin:
(búsk.) vinningur av partabrøvum
útgoldin parteigarum eina ferð árliga,
býtispeningur
Í vikuni kunngjørdi Bakkafrost sítt ársúrslit
fyri 2015, og greitt er, at fyritøkan hevur
yvir 800 milliónir í vinningi. Tað merkir, at
parteigarar fáa vinningsbýti, og tað er ikki
smávegis upphæddir, sum verða útgoldnar.
Við 9,2 prosentum av fyritøkuni, fær Regin
Jacobsen 37,05 milliónir í vinningsbýti, meðan
mamma hansara Oddvør Jacobsen eigur 9,4
prosent og fær 37,9 milliónir í vinningsbýti.
Bakkafrost kunngjørd
í vikuni úrslitið
fyri 2015, sum gav
áleið 810 milliónir
í yvirskotið.
Føroyar eiga nú
tveir milliarderar.
Regin Jacobsen og
Oddvør Jacobsen
eiga nú partabrøv í
Bakkafrost, sum eru
verd yvir 1 mia.
Kreppa er í donsku
samgonguni,
tí Konservativi
flokkurin ikki
longur hevur álit á
ráðharranum Eva
Kjer Hansen.
Mars og Snickers eru
tikin av hyllunum í
Føroyum og í øðrum
norðurlondum.
»Vinningsbýti«
Nokta nú skipum hjá Sea Shepherd til Føroya
G! Festivalurin gav 255 túsund krónur í yvirskoti
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir krónir verða í næstum útgoldnar
til Regin og Oddvør Jacobsen, sum eru
størstu parteigarar í Bakkafrost
75
MANGT OG HVAT
Visti tú?
At kvinnurnar í
Havn og Norðoyggjum
arbeiða mest, sambært
nýggjastu uppgerðini hjá
Hagstovuni
Vika 2
Vika 7
Vika 6
Vika 3
Vika 1
Vika 49
Vika 4
Míni
nýggárslyfti
Tapa meg
Koma í form
Leggja av at roykja
Vitja vinirnar
Keypa meira føroyskt
Vika 53
Pa tu av
ge andis-
degnum
um
Vika 51
Vika 52
Vika 50
g
Vika 5
Vika 47
Vika 48